Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 205 • hósdagur • 27. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Seks ferðir vórðu føroysk met sett, tá svimjikapping var í Gundadali um viku- skiftið. Og fimm nýggj bólkamet komu eisini SVIMJING Jákup Mørk Elspa Mørkøre úr Fugla- fjarðar Svimjifelag er fyrsta føroyska kvinnan, sum hevur svomið 100 metra frí undir minuttin. Tað er ein veruleiki, sum uttan iva var størsta ein- staka hendingin, tá Havnar Svimjifelag um vikuskiftið var vertur fyri svimji- kapping. At fara undir minuttin hevur aloftast staðið sum eitt slag av gandakendum máli hjá svimjarum, og við at vera fyrsta kvinnan undir hesum máli, hevur Elspa enn einaferð undirstrikað, at hon er eitt talent væl omanfyri tað vanliga. Verður so lagt afturat, at hetta var bara eitt av fýra metum leygardagin. At hon í eitt ár hevur drigist við argandi skaða. Og at metið varð sett dagin eftir 14 ára føðingardagin. So stendur tað helst enn meira fast, hvussu óvanlig avrik henn- ara eru. Í alt vórðu føroysk met sett seks ferðirnar. Jutta Thomsen legði fyri, tá hon fríggjadagin setti nýtt met á 200 metra frí, men longu leygardagin skar Elspa nærum tvey sekund av hesum. Jutta varð tó ikki heilt við sviðið soð, tí saman við felagnum var hon við til at seta nýtt met á 4X200 metrum hjá kvinnum. Hjá yngru svimjarunum vórðu eisini fleiri met sett. Serliga gjørdi Kári J. á Høvdanum um seg. Einsa- mallur setti hann trý nýggj met, og við stafettini hjá FS var hann við til at seta met á 4X200 metra frí. Hartil fekk Jutta eisini eitt met her, tá hon svam seg til nýtt bólkamet á 800 metra frí. Silvurnál og NM Umframt at vera svimji- kapping, so var kappingin í Havn eisini úttøkukapping til Norðurlendsku junior- meistarakappingina, sum verður í Danmark í desem- ber mánaði. Hesa ferð svumu Jutta Thomsen og Elspa Mørk- øre seg til pláss í kapping- ini, og á komandi Ægir stevnuni fáa enn fleiri svimjarar møguleika at svimja seg til kravtíðirnar. Hartil varð svimjilands- liðið eisini víðkað við ein- um svimjara. Rakul Hauritz úr Vágs Svimjifelag svam seg til silvurnálina á 50 metrum frí, og hendan er samstundis atgongumerki til landsliðið. Samlaða heiðursmerkja- býtið í kappingini varð hetta: Gull Silvur Bronsu Havnar svimjifelag 50 40 29 Fuglafjarðar svimjifelag 34 22 8 Tvøroyrar svimjifelag 23 18 4 Vágs svimjifelag 14 15 14 Ægir 12 8 5 Reki 6 4 10 Flot 3 4 5 Kanón byrjan upp á svimjiárið Elspa Mørkøre staðfesti enn einaferð, at hon er í einum flokki fyri seg Føroyar eru framveg- is at finna sum nummar 134 á styrk- islistanum hjá FIFA. Hesa ferð er India farið framum, meðan Liberia er dottið afturum LANDSLIÐIÐ Jákup Mørk Tað er kanska ikki heilt so galið, tá landsliðið, sum George Weah í síni tíð spældi við, nú verður styrkismett ájavnt okkum. Men í mun til støðuna, sum Føroyar áður hava havt á listanum, so er talan um afturstig. Afturstigini munnu tó fyri ein stóran part stava frá, at Føroyar í tveimum undankappingarbólkum á rað eru komnar í »lítlu« bólkarnar. Tað vil siga, at vit ikki hava møtt nøkrum av smærru tjóðunum í und- ankappingardysti, síðani vit fyri fýra árum síðani spældu móti Luksemburg. Í venjingardystum eru nøk- ur stig sjálvandi fingin til høldar, men hesi telja ikki eins nógv og undankapp- ingardystirnir. Hóast oktober mánaði millum annað innibar sein- astu undankappingardyst- irnar í júst lidna bólka- spælinum, so broytti hetta tó ikki stórvegis um sam- ansetingina á listanum. Av ovaru londunum var tað Svøríki, sum hevði størsta fallið. Teir vóru annars á einum 10. plássi seinast, men hesa ferð eru teir at finna sum nummar 13. Ongland er hinvegin komið aftur á topp-10. Ovast á listanum er framvegis Brasil, meðan Frakland hevur togað seg nakað upp, soleiðis at teir nú eru á fimta plássinum. Ovasti parturin av listanum saman við norðurlendska partinum, sær nú soleiðis út. Tølini í klombrum siga, hvørja støðu londini høvdu á listanum fyri september mánað. 1 (1) Brasil 2 (2) Holland 3 (4) Kekkia 4 (3) Argentina 5 (6) Frakland 6 (5) Mexico 7 (7) USA 8 (8) Spania 9 (11) Ongland 9 (9) Portugal 13 (10) Svøríki 14 (14) Danmark 37 (37) Noreg 44 (40) Finnland 92 (92) Ísland 134 (134) Føroyar Standa í stað Metini í Havn Jutta Thomsen, Tvøroyrar Svimjifelag Bólkur 5 800 m frí 9.34,13 FM 200 m frí 2.13,50 Elspa Mørkøre, Fuglafjarðar Svimjifelag FM 200 m frí 2.11,53 FM 50 m rygg 0.31,24 FM 50 m frí 0.27,94 FM 100 m frí 0.59,96 Tvøroyrar Svimjifelag FM 4X200 m frí 9.13,10 Á liðnum vóru Jutta Thomsen, Anna K. Eysturberg, Sára Ejdesgaard og Mona Simonsen Fuglafjarðar Svimjifelag Bólkur 5 4X200 m frí Á liðnum vóru Kári J. á Høvdanum, Jákup Øssurson, Pauli Ø. Mohr og David Simonsen Kári J. á Høvdanum, Fuglafjarðar Svimjifelag Bólkur 5 100 m rygg 1.02,38 Bólkur 5 50 m rygg 0.29,17 Bólkur 5 200 m rygg 2.13,26