hósdagur 27. oktober 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 205 - 27. oktober 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Gongur væl hjá Pan Fish
Tað gongur nógv betur fíggjarliga hjá stóru norsku ali-
fyritøkuni Pan Fish, enn tey flestu høvdu væntað.
Fyrradagin almannakunngjørdi fyritøkan roknskapin
fyri juli ársfjórðing. Hann vísti, at raksturin hevði givið
97,8 milliónir krónur í avlopi teir tríggjar mánaðarnar.
Tað svaraði til næstan 20 prosent av søluni, og so
góðum úrsliti hevði norski fíggjarheimurin ikki roknað
við, skrivar Aftenposten.
Atli Eide, stjóri í Pan Fish, sigur, at nú er vend komin
í hjá fyritøkuni. Fleiri tillagingar og umskipanir eru
framdar, og tað hevur millum annað havt við sær, at í
dag kostar tað Pan Fish 19,17 norskar krónur at virka
eitt kilo av aldum laksi. Men fyritøkan hevur sett sær
fyri at fáa framleiðslukostnaðin uppaftur longri niður,
sigur stjórin.
Handilsstríð í ES
Tað gongst illa hjá ES-londunum um at semjast um ein
felags politikk í sambandi við fríhandilssamráðingar-
nar hjá altjóða handilsfelagsskapinum WTO.
Týsdagin skuldi landbúnaðarkommiserurin, danska
Mariann Fischer Boel, greiða landbúnaðarráðharrun-
um frá, hvussu langt samráðingarnar í WTO eru komn-
ar, men tað vísti seg, at tey fronsku umboðini vóru ikki
bara komin til Luksenburg at lurta. Franska stjórnin ber
ótta fyri, at Mariann Fischer Boel og handilskommiser-
urin, bretin Peter Mandelson, eru til reiðar at slaka á
landbúnaðarøkinum fyri at útvega ídnaðinum í ES betri
útflutningsmøguleikar.
Mariann Fischer Boel royndi at sissa fransmenninar.
Hon segði, at hon slakar ikki meiri á landbúnaðarøkin-
um, enn ES-nevndin hevur givið henni heimild til, men
hon legði tó afturat, at nevndin kannar í løtuni, um tað
ber til at geva landbúnaðarvørum úr øðrum londum betri
marknaðaratgongd. Men so skulu hinir partarnir í WTO-
samráðingunum eisini slaka á øðrum økjum afturfyri,
segði hon. Tað er ógreitt, um hetta var nóg mikið til at
sissa fransmenn, sum eru sera eymir í landbúnaðin.
Skera inn á bein
Í Týsklandi eru teir kristiligu demokratarnir og sosial-
demokratarnir vorðnir samdir um at spara 35 milliardir
evrur ella einar 250 milliardir krónur á fíggjarlógini tey
bæði næstu árini.
So stórar sparingar hava týskir politikarar ikki framt
fyrr, men komandi kanslarin, Angela Merkel, sigur tær
vera neyðugar orsakað av tí politikki, sum fráfarandi
stjórnin hevur rikið tey seinastu sjey árini. Harvið
gevur hon sosialdemokratunum skyldina av, at tað er
neyðugt at spara so nógv. Ein stór orsøk til sparingar-
nar er, at tað verður nógv dýrari at umskipa týska ar-
beiðsmarknaðin, enn fráfarandi stjórnin hevði væntað.
Spurningurin er so, hvussu rokningin skal gjaldast.
Teir kristiligu demokratarnir hava fyrr skotið upp at
hækka meirvirðisgjaldið úr 16 í 18 prosent, men nú
ljóðar, at tað kanska endar uppi á 20 prosentum. Sam-
stundis er greitt, at fleiri skattafrádráttir so sum ferða-
frádrátturin verða strikaðir, og at kolanámsvinnan
missir ein part av tí almenna stuðulinum.
Norðmaður smuglaði
Løgreglan í Teilandi hevur tikið ein 38 ára gamlan norð-
mann og skuldsett hann fyri at hava smuglað rúsevni.
Sambært norska útvarpinum varnaðist løgreglan á frí-
tíðarstaðnum Pattaya, at alt ruggaði ikki rætt við
norðmanninum, og tá løgreglumenninir kannaðu mann-
in, vísti tað seg, at hann hevði 30 gram av rúsevninum
marihuana uppi á sær. Hann varð alt fyri eitt tikin og
settur í varðhald.
Sambært norska sendimanninum í Teilandi hevur
maðurin greitt frá, at hann hevði keypt rúsevnið í Tei-
landi, og at hann ætlaði sær at brúka tað sjálvur. Júst tað
kann fáa avgerandi týdning fyri málið, tí koma myndug-
leikarnir til ta niðurstøðu, at norðmaðurin ætlaði sær at
selja rúsevnið, kann hann fáa deyðarevsing.
Amerikanska Senatið
hevur samtykt, at
fangar skulu fáa
sømiliga viðferð, men
Hvítu Húsini krevja,
at samtyktin skal ikki
umfata fregnartæn-
astuna
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Samtyktin hjá Senatinum
kom í sambandi við ta ár-
ligu játtanina til verjuna, og
sjálvt um Hvítu Húsini
høvdu boðað frá, at forsetin
fór at nýta sýtingarrættin
ímóti samtyktini, atkvøddu
90 senatorar fyri og bara
níggju ímóti.
Tað var republikanski
senatorurin John McCain,
sum tók stig til samtyktina,
og sambært New York Tim-
es fekk hann fyri nøkrum
døgum síðani vitjan av
Dick Cheney, varaforseta
og Porter Goss, sum er
stjóri í CIA. Teir báðir
royndu at fáa McCain at
góðtaka, at forsetin broytir
orðalagið í samtyktini, so-
leiðis at hon bara umfatar
amerikanska hervaldið og
ikki fregnartænastuna. Men
sambært blaðnum vildi
McCain ikki slaka. Tað er
tó ikki vist, at uppskot
hansara kemur í gildi, tí tað
skal eisini samtykkjast í
Umboðsmannatinginum,
og har eru fleiri ímóti tí.
Fleiri fyrrverandi amer-
ikanskir herleiðarar hava
sagt seg taka undir við upp-
skotinum hjá John McCain.
Teirra millum eru fyrrver-
andi
uttanríkisráðharrin
Colin Powell og John Shali-
kashvili, sum báðir hava
verið formenn í ovastu am-
erikonsku herleiðsluni.
Higartil er eingin CIA-
maður
skuldsettur
fyri
ágang ímóti fangum í Irak
ella
Afghanistan,
men
Washington Post skrivaði
fyrr í vikuni, at starvsmenn
hjá fregnartænastuni hava
havt samband við fleiri til-
burðir, har fangar eru deyð-
ir í Irak. Blaðið vísir eisini
á, at í rættarmálum ímóti
hermonnum er tað komið
fram, at CIA hevur ábyrgd-
ina av einari skipan, sum
millum annað hevur við sær,
at fangar "hvørva" í am-
erikonskum fangalegum í
Irak.
Vitalij Kalojev misti
konuna og bæði
børnini, tá eitt russ-
iskt og eitt týskt flog-
far stoyttu saman
uppi yvir Suðurtýsk-
landi. Fyri at hevna
tey trý myrdi hann
danska flúgvileiðar-
an, sum eftir hansara
tykki hevði skyldina
av vanlukkuni. Nú
skal hann í fongsul
fyri morðið
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tann 1. juli í 2002 var russ-
iski arkitekturin Vitalij
Kolajev spentur. Hann ar-
beiddi í Spania, og hendan
dagin skuldu konan og
bæði børnini koma hagar at
vitja hann.
Men flogfarið, sum konan
Svetlana, tíggju ára gamli
Konstantin og fýra ára
gamla Diana vóru við, kom
ongantíð til Spania. Uppi
yvir Suðurtýsklandi stoytti
tað sama við eitt týskt
flutningsflogfar,
og
øll
doyðu. Um tað mundið,
vanlukkan hendi, hevði
flogeftirlitið
í
Zúrich
ábyrgdina av trygdini í luft-
ini, og tað var danski flúgvi-
leiðarin Peter Nielsen, sum
hevði vakt hesa løtuna.
Vitalij Kolajev var frá
sær sjálvum, og í februar í
2004 gjørdi hann av at taka
lógina í egnar hendur. Hann
fór til Sveis, har hann
myrdi Peter Nielsen. Nakað
seinni varð Vitalij tikin.
Fyrradagin kom hann fyri
rættin. Hann greiddi frá, at
hann mintist ikki, hvat
hendi tað kvøldið, har myrdi
Peter Nielsen, men hann
viðgekk seg kortini sekan. Í
rættinum varð hann spurdur,
um hann var sinnaður at
biðja um umbering fyri tað,
sum hann hevði gjørt.
Vitalig sat leingi og tagdi.
So segði hann:
- Eg havi samkenslu við
teimum trimum børnunum,
sum hava mist pápan.
Seinnapartin í gjár skuldi
rætturin fella dóm. Sveis-
iska ákæruvaldið kravdi
tólv ára fongsul, men verjin
helt trý ár vera nóg mikið.
CIA skal hava loyvi at
fara illa við fangum
Misti konuna og børnini
og skal nú í fongsul
Í kirkjugarðinum í Vladikavkaz stendur hesin steinurin stendur á grøvini hjá Svetlanu og
teimum báðum børnunum
Mynd: POLFOTO