Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-27, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 205 - 27. oktober 2005 19 - Altíð okkurt at gera Praktikanturin, Kristianna Kruse í Kollsbyrgi úr Felags- skúlanum á Oyrar- bakka er í starvsvenj- ing í løtuni. Hon starvast í eini hár- fríðkanarstovu í mið- býnum í Havn STARVSVENJING Orð/mynd: Rannveyg F. Joensen og Kirstin Khaliqhey Vit møttu Kristionnu í Sun- Set í SMS. Fyrst bíløgdu vit okkum okkurt at eta, og settust síðani niður at práta um starvsvenjingina í hár- fríðkanarstovuni "Hjá Madonnu". Kristionnu dámar væl at arbeiða hjá Madonnu. Starvsfólkini eru blíð og tóku væl ímóti henni, tá hon heldur smæðin kom til arbeiðis fyrsta dagin. - Tað var eitt sindur pín- ligt í byrjanini, men starvs- fólkini bóru yvir við mær, sigur hon, og rodnar um báðar kjálkarnar. Hvat er at gera hjá einum praktikanti á eini hárfríðk- anarstovu? - Tað er næstan altíð okk- urt at gera. Sum oftast vaski eg hárinum á kund- unum, sópi gólvið, vaski íløt, føni og slætti hárið á kundunum, tá tað er klipt. - So ger eg eisini kaffi, sum eg ikki dugdi áðrenn eg fór í starvsvenjing, sigur hon, og sær eitt sindur errin út. Hevði tú kunnað sæð hetta, sum títt framtíðar yrki? - Nei, tað er ikki akkurát eg. Eg vil heldur verða t.d. sálarfrøðingur ella okkurt tílíkt, ið hjálpir fólki við sálarligum trupulleikum. - Tað arbeiðið meti eg vera eitt sera áhugavert og spennandi arbeiði, sigur Kristianna. Tá vit vóru lidnar at eta fylgdu vit Kristionnu oman aftur til Madonnu og tóku eitt bílæt av henni í "action". Týdningur av nøvnum Nú fáa føroyingar fyri fyrstu ferð eina veruliga navnabók, har týdningurin av ymsu nøvnunum eisini framgongur ÚTGÁVA Jákup Mørk Í nøkur ár hava vit havt ein lista yvir fólkanøvn, sum eru góðkend í før- oyska málinum. Men vit hava enn ikki havt eitt yvirlit yvir, hvat nøvnini í veruleikanum merkja. Í grannalondunum hava fólk fleiri navnabøkur at kaga í, vilja tey kanna, hvat ið eitt fólkanavn møguliga merkir. Á al- netinum bjóða fleiri heimasíður seg fram at siga frá hesum sama. NAVNABÓKIN - hvat man navn mítt merkja? er fyrsta royndin at lýsa før- oysk fólkanøvn: Í bókini eru 726 konufólkanøvn og 842 mannfólkanøvn lýst. Tað er Árni Dahl, sum hevur lagt bókina til rættis, og hevur hann við hesum givið enn eitt av sínum mongu ískoytum til føroyska bókmentaheim- in. Grafik Studio gjørdi kápuna og Føroyaprent hevur prentað. Tað er Forlagið Fannir, sum stendur stendur fyri útgávuni av bókini, sum er 232 síður til støddar. Bókin kostar 248 krónur 60.000 trøll á marknaðin Fríggjadagin stendur J fyri Jólaøl. Eisini í Føroy- um hevur siðurin við J- degnum vunnið frama, og á Restorff's Bryggjarí í Havn siga tey seg hava brynjað seg væl út. Jólatrøllið, sum er teirra útgáva av jólaøli, verður tappað í hesum døgum, og samanlagt verður talan um einar 60.000 fløskur, sum í næstum fara á marknaðin. Sagt verður, at trøllið er bryggjað sambært gaml- ari forskrift, har trý sløg av malti verða nýtt, um- framt at løgurin eisini fær serliga viðgerð, sum tey siga er loynidómurin hjá bryggjarínum. Hósdagin verður ølið sýnt avtakarum kring landið, og fríggjadagin verður so talan um J-dag. -mørk Kristianna Kruse í Kollsbyrgi svarar telefonini á hárfríðkanarstovuni hjá Madonnu Sølurás á Skála Vikuskiftið 5. og 6. november verður sølustevna á Ítróttar- høllini á Skála SØLUSTEVNA tíðindaskriv Tann sera vælumtókta sølu- stevnan undir navninum SøluRásin 2005 verður á Skála 5. og 6. nov. Tað eru 4 feløg sum standa fyri stevnuni og eru tey St.ÍF - Strálan - Skála Ítróttarfelag og Skála Róðrarfelag. Stevnan letur upp kl.15.leygardagin 5. nov. Bygdaráðsformaðurin Malena Thomsen setur stevnuna.Um framt tvær mótasýningar gjøgnum dagin koma Angela og Hannibal at undirhalda børnunum kl. 15.30. Og tað er meira enn so til børnini, tí kl.19 koma Trølla Pætur og Omman á pallin. Teir vælkendu brøðurnir Árni og Marnar koma at syngja og spæla á pallinum kl.21. Drigið verður millum seld atgongumerki kl.21.45 Sunnudagin verða dyrnar lætnar upp kl. 15. Og um- framt tvær mótasýningar, eru eisini onnur tiltøk á skránni. Teir báðir Ásbjørn og Rógvi koma at undir- halda børnunum kl.16. Stórt vørutombola verður uppi í Bygdasalinum kl.17.30 og kl. 19 kemur Hilmar Jan at undirhalda á pallinum. Stevnan endar við at Jens Marni og Kim syngja og spæla kl. 21. Drigið verður síðan um seld atgongumerki fyri dagin. Høvuðsvinningurin er ein kekkur áljóðandi 10.000,-kr, sum verður drigin millum øll seld at- gongumerki fyri báðar dagarnar.