Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-27, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Dekkmaster.fo v. Kára Holm Olsen í Havn bjóðar seg nú fram við dekksølu á inter- netinum. Eisini bjóð- ar hann eina heildar- loysn, har bilurin verður heintaður, dekkini monteraði, og bilurin koyrdur upp á pláss aftur DEKKSØLA Nú hava dekksølurnar fing- ið kapping frá internet- dekksøluni Dekkmaster.fo, har til ber at bíleggja dekk og felgur beinleiðis á inter- netinum. Tað er Kári Holm Olsen í Havn, sum eigur og rekur Dekkmaster.fo . Kári sigur, at dekkini kunnu bíleggjast á: www.dekkmaster.fo í sein- asta lagi hósdag, so verða tey latin kundanum longu týsdagin vikuna eftir. Kundin velur sjálvur dekk- merki, stødd og nøgd av dekkunum hann kundi hugsað sær og sjálvandi navn, bústað, telefon- nummar, posttilskrift og leggur tey í keypskurvina. Peningurin verður fluttur á konto í peningastovn- inum. Eisini fer at bera til at brúka FR/VISA kort. Tað kann sjálvandi henda, at dekkini ikki eru á goymslu hjá veitaranum, men so fær kundin boð um hetta, sigur Kári. Dekkini verða koyrd til dyrnar ókeypis í høvuðs- staðarøkinum. Skulu tey latast út á bygd kostar hetta eitt sindur eyka. Kári hevur gjørt avtalur við nøkur verkstøð, ið kunnu skifta dekkini skjótt og gott og fyri ein rímiligan prís. Hetta verður upplýst á heimasíðuni. Annars ger kundin sjálvur av, hvar hann fær hetta gjørt - hetta kann gerast á flestu verk- støðum kring landið. Sum nakað heilt nýtt bjóðar Dekkmaster.fo eina heildarloysn, har bilurin verður avheintaður og koyrdur uppá pláss aftaná. Kundin sleppur sostatt und- an at hugsa um at fáa bilin á verkstað og at skula heinta hann aftur. Vit selja øll tey kendu merkini, sum t.d. Michelin, Dunlop, Goodyear og Falk- en - men eisini bíligari og minni kend dekk, sum t.d. Euro, Regal og Nankang. Eisini umboða vit eitt stórt úrval av felgum til øll bil- sløg. Felgurnar eru bíligar, og dygdin er í topp. Handil- in verður dagførdur alla tíð- ina, soleiðis at nýggj dekk og nýggjar felgur vera at fáa við jøvnum millumbili. Eisini er ætlanin at hava aðrar vørur á skránni seinni, sigur Kári Holm Olsen frá Dekkmaster.fo. Motorjournalistar úr 19 londum – allir serkønir í vørubilum- hava kosið nýggja Fiat Dobló Cargo sum "Van of The Year 2006". Virðislønina fingu Fiat á European Road Transport Show – ið er størsta fram- sýning av sínum slagi í Evropa. Grundgevingin fyri at geva Fiat Doblò Cargo hendan heiðurin var m.a. at bilurin hevur smart og nú- tímans design, samstundis sum hann lastar nógv og ber vektina væl. Eisini gjørdu Multijet dieselmotorarnir sítt til at Fiat Doblò Cargo varð kos- in "Van of The Year 2006". Grundmodellið er tað sama sum á forgangar- anum, men at síggja til er nýggi Dublò Cargo nógv broyttur við t.d. nýggjum lyktum og kúfangarum aft- an og framman og nýggjum kølaragittari. Innan er eisini nýggj hurðapanelir, betri setur og nýggir litir. Nýggi Fiat Doblò Cargo er kosin ársins vørubilur í Evropa 2006 Nr. 205 • hósdagur • 27. oktober 2005 • 79. árg. Dekkmaster.fo: Dekksøla á internetinum Fiat Doblò Cargo: Ársins vørubilur í Evropa 2006 Kári Holm Olsen í Havn eigur og rekur Dekkmaster.fo Hjá Dekkmaster.fo ber til at bíleggja dekk og felgur beinleiðis á internetinum Mynd: Jens Kristian Vang