Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-27, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagin 24. oktober læt VR Bilar í Havn ein nýggjan 50- persóna Volvo-buss til Askham Bussar í Klaksvík, sum røkja rutur hjá Bygdaleið- um í Norðoyggjum. Bussurin er tann fyrsti við framkomna I-shift girkassanum BUSSAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Volvo bussurin hjá Askham Bussum í Klaksvík er ein 50-persóna Carrus 8700, sum er uppbygdur í Finn- landi. Motorurin er ein 6 syl. við 420 hk. (Sami motorur fæst nú eisini við 460 hk) Nógv verður gjørt burt- ur trygdini í nýggju buss- unum. Hesin hevur t.d. skivubremsur framman og aftan, bakkikamera, ESP stabilitetsprogramm, og trygdarbeltir við øll setrini, har nøkur eru 3-punkts. Bussurin hevur eisini DVD-anlegg og tveir sjón- varpskíggjar. Hetta er fyrsti bussur sum er komin við fram- komna I-shift girkassanum, sum er ein fullautomatiskur mekaniskur girkassi. Fyri- munurin við hesum gir- kassanum er, at hann skiftir bleytt og kann stillast til at vera sera økonomiskur. I- shift girkassin er annars í fleiri lastbilum og tanga- bilum í Føroyum. Askham Bussar røkja rutur hjá Bygdaleiðum í Norðoyggjum. 26 Nr. 205 - 27. oktober 2005 26 limir í "Motor- journalisternes Klub Danmark" hava kosið nýggja Seat Leon til ársins bil í Danmark 2006. Nýggi Seat Leon kemur á marknaðin fyrst í komandi ári BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í tíðindaskrivi verður sagt, at Seat Leon er ein design- perla, sum sameinir sport- ligar koyrieginleikar við ein rúmligan familjubil, sam- stundis sum bilurin upp- fyllir hægstu krøv til trygd. Heiðurin er samstundis eitt herðaklapp til heimskenda bildesignaran Walter de Silva, sum kom frá Alfa Romeo til VW-konsernina fyri nøkrum árum síðan. Í mun til forgangaran er nýggi Leon væl størri og rúmligari. Eins og á t.d. Alfa Romeo 156 sita hurðahandtakini til bak- hurðarnar fjald í aftastu síðurútunum. Fimm motorar eru at velja ímillum, tveir bensin og tveir diesel. Bensin- motorarnir eru: 1,6 litur við 102 hk, og 2,0 litur FSI við 150 hk og ein FSI við 185 hk. Dieselmotorarnir eru: 1,9 litur TDI við 105 hk, og 2,0 litur við 140 hk. Leon hevur ESP sum standard eins og diffe- rentialesperru og bremsu- assistent. BSW-skipanin heldur bremsuskivurnar reinar og fríar fyri vatn, og TSC-antispinn er ein partur av ABS-bremsuskipanini. Nýggi Seat Leon kemur á marknaðin fyrst í 2006. Seat Leon ársins bilur 2006 Formaðurin fyri "Motorjournalisternes Klub Danmark", Finn Knudstrup (h.m.) ynskir tíðindastjóranum hjá Seat í Danmark, Henrik Hagen, tillukku við ársins bili 2006 Nýggi Seat Leon er kosin ársins bilur í Danmark 2006. Bilurin kemur á marknaðin fyrst í komandi ári VR Bilar: Askham Bussar nýggjan Volvo Marni Olsen (h.m.), stjóri hjá VR Bilum, handar Hans Jon Askham frá Askham Bussum nýggja Volvo- bussin Trygdarbeltir eru við øll setrini, har nøkur eru 3-punkts Bussurin er tann fyrsti við framkomna I-shift girkassanum