Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 206 - 28. oktober 2005 5 – Samgongan hevur enn einaferð víst, at hon ætlar at gera gjónna ímillum tey vælbjargaðu og tey lágløntu enn djúpari enn hon er og tað mugu vit berjast ímóti, sigur formað- urin í Havnar Arbeiðsmannafelag SAMHALDSFASTI OG SKATTALÆTTI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta líkist ongum! Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafe- lag, er ógvuliga misnøgdir, nú vandi er fyri, at sam- gongan ikki ætlar at lata inngjaldið til Samhalds- fasta eftirlønargrunnin hækka næsta ár, so at út- gjaldið úr grunninum eisini kann hækka. Men hann leggur afturat, at hetta er bara aftur eitt dømi um, at samgongan er til reiðar at lata tey væl- bjargaðu í leggja tey lág- løntu longur og longur afturum. Hans Joensen hevur mangan tosað um, at hann góðtekur ikki, at vit føra ein politikk, sum ger gjónna ímillum tey við høgari løn og tey við lágari løn, enn djúpari enn hon er í dag Men hann sigur, at júst hetta er eitt gott dømi um, at samgongan førir ein politikk, sum miðvíst ger gjónna ímillum tey háløntu og tey lágløntu í Føroyum bæði djúpari og breiðari enn vanligt. – Ætlanin at styrkja tann Samhaldsfasta fyri at bøta um pensjónirnar, er ein handil, sum javnaðarflokk- urin gjørdi við fólkaflokkin og sambandsflokkin aftur fyri at góðtaka ein skatta- lætta til tey vælbjargaðu. – Samstundis verða meiri og meiri avgjøld løgd á løntakaran, bæði vegskatt- ur, barnasburðargrunnur, umframt avgjøld á ymsar vørur. – Men endar tað nú kort- ini við, at Samhaldsfasti ikki verður styrktur, er eitt eitt dømi um, at tey klóku í samgonguni hava lumpað tey knapt so klóku, tí so hevur javnaðarflokkurin latið seg draga upp á tráð av hinum báðum flokkunum. Ein vanlukka fyri verkafólk Hans Joensen vísir á, at tey, við góðum inntøkum, hava sjálvandi betri ráð til at gjalda økt avgjøld enn tey, við lágum inntøkum og tí vendir hesin politkkkurin tann tunga endan niðureftir. – Tá ið talan er um av- gjøld, verður sama upp- hædd tikin frá øllum. Tá verður avgjaldið ikki rokn- að í prosentum av inntøk- uni og tí raka avgjøld tey lágløntu meint. – Samstundis hava tey lágløntu lítlar og ongar møguleikar at spara til sínar egnu eftirlønir.Tað hava tey háløntu góðar møguleikar til. Harafturat eru røddir frammi um at skerja van- ligu fólkapensjónina og summi vilja enntá hava hana heilt avtikna. – Tí hava vit lagt ógvu- liga stóran dent á, at styrkja tann Samhaldsfasta fyri at tryggja verkafólki eina hampiliga pensjón. Sostatt er tað onki minni enn ein vanlukka fyri vanliga verkafólkið, um samgong- an nú eisini loypir frá av- taluni um at styrkja tann samhaldsfasta, sigur for- maðurin í Havnar Arbeiðs- mannafelag. Hans Joensen sigur, at fakfeløgini mugu gera vart við seg hjá politiska mynd- ugleikanum fyri at mót- mæla og fyri at royna at beina viðurskiftini aftur á beint. Bæði í næsta mánað og í desember, kunnu skipini hjá Strand- ferðsluni verða løgd av arbeiðssteðgi ARBEIÐSSTEÐGUR OG STRANDFERÐSLA Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað elvdi til rættiliga stóra misnøgd, tá ið skipini hjá Strandferðsluni vórðu løgd av tí at Starvsmannafelagið var í arbeiðssteðgi. Tað elvdi til so stóra mis- nøgd, at politikarar hava lovað, at tað skal ikki henda aftur, at skipini hjá Strand- ferðsluni skulu verða løgd orsaka av arbeiðssteðgu. Men skulu teir veita fulla trygd fyri, at tað lyftið verður hildið, skulu teir sanniliga skunfa sær. Tí longu um 14 dagar kann tað henda aftur, at skipini hjá Strandferðsluni verða løgd av arbeiðs- steðgi. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, kann tað henda einaferð afturat í desember. Tað er ikki meiri enn ein vika síðani, at Starvs- mannafelagið og Fíggjar- málaráðið gjørdu semju, sum fekk enda á arbeiðs- steðginum, men longu í næstu viku skulu Maskin- meistarafelagið og Fíggjar- málaráðið undir samráð- ingar um nýggjan sáttmála. Talan er um sáttmálan hjá maskinmeistaraunum hjá tí almenna. Sostatt er talan um maskinmeistararnar, sum sigla við Strandferðsluni, við Magnusi Heinasyni og teir, sum arbeiða hjá tí al- menna á landi. Harafturat eru maskin- meistarararnir hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni gjørdir til tænastumenn, so teir kunnu ikki fara í verk- fall, men eisini teir skulu hava nýggjan sáttmála. Sáttmálin ímillum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið fór úr gildi 30. september, men er longdur til 31. oktober. Gongur sum ætlað, skulu partarnir sostatt til samráð- ingarborðið í næstu viku. Enda samráðingarnar ikki við semju, liggja Strandfaraskipini aftur og útjaðarin verður avskorin frá meginøkinum. Men longu í desember er vandi aftur á ferð. Tá skulu Skipara- og Navigatørfe- lagið og Fíggjarmálaráðið til samráðingar um nýggjan sáttmála fyri Skipararnar og stýrimenninar hjá Strandferðsluni, Magnusi Heinasyni og teimum, sum sigla við Vaktar- og Bjarg- ingartænastuni. Eisini tann sáttmálin gekk út 30. september, men hann er útsettur til 22 no- vember. Enda tær samráðingarnar heldur ikki við semju, ja, so liggja skipini hjá Strand- ferðsluni einaferð afturat. Gongst heilt illa, kann tað sostatt henda, at skipini hjá Strandfersðluni verða løgd tvær ferðir afturat, hetta til jóla. Væntar semju, men alt kann henda Ellintur Abrahamsen, for- maður í Skipara- og Navigatørfelagnum væntar ikki at samráðingarnar fara at enda við arbeiðssteðgi. Hann væntar, at sáttmálin fer at verða áleið á sama støði sum Starvsmannafe- lagið, men onkrar dagfør- ingar skulu gerast. Annars hava skipararnir og stýri- menninir við Teistanum bara ein fyribils sáttmála og har ætlar felagið at fáa ein varandi sáttmála. Men hóast Ellintur Abra- hamsen væntar, at samráð- ingarnar enda í sátt og semju, so leggur hann kort- ini afturat, at táið talan er um fíggjarmálaráðið, kann roknast við øllum. – Tá ið Fíggjarmálaráðið kann finna uppá at leggja alt landið lamið fyri 0,1%, so kunnu vit rokna við øll- um, leggur hann afturat. Hann sipar til samráðing- arnar við Starvsmannafe- lagið, har fíggjarmálaráðið vrakaði eitt semingsupp- skot, sum gav 1,0% í løn- arhækking, men eina viku seinni góðtók eitt uppskot, sum gav 0,9% í lønar- hækking. Nú eru skipini hjá Strand- ferðsluni longu aftur í vanda fyri at verða løgd Politikarar hava lovað at skipini hjá Strandferðsluni skulu ikki einaferð afturat verða løgd av arbeiðssteðgi. Men teir skulu sanniliga skunda sær, tí tí gongur heilt galið er vandi fyri, at skipini verða løgd, bæði í næsta mánaði og í jólamánaðinum. Og so liggja bæði Smyril og hini skipini og so er útjaðarin aftur avskorin frá meginøkinum Tey vælbjargaðu í Føroyum sleppa at renna undan teimum lágløntu Skattalætti ella endurgjald Sum vit nevndu í Sosialinum týsdagin og í gjár, hevur samgongan avtalað at lækka skattin 60 milliónir um árið. Samstundis hevur samgongan avtalað, at Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin, vanliga nevndur Samhaldsfasti, skal styrkjast, so at útgjaldið longu í 2007 kemur upp á 1900 krónur um mánaðin. Í løtuni er tað góðar 900 krónur og leypir samgongan frá avtaluni, kann tað sostatt merkja í ringasta føri, at pensjónistar kunnu missa slakar 1000 krónur um mánaðin í pensjón. Men samgongan hevur samstundis gjørt greitt, at avtalan um skattalætta og avtalan um Samhaldsfasta, hanga saman. Verður annað framt, skal hitt fremjast eisini. Men verður annað slept, skal hitt sleppa eisini. Og tað er júst her, at hundurin liggur grivin. Næsta ár er ætlanin at lækka landsskattin 60 milli- ónir. Men spurningurin um talan er um ein skattalætta eftir samgonguavtaluni ella um talan bara er um endurgjald til kommunurnar og skattgjaldaran fyri at yvirtaka barnaverndarøkið og barnaburðargrunnin frá landinum. Tí hevur ivi tikið seg upp um samgongan fer at styrkja tann Samhaldsfasta og tað er hetta, sum elvir til misnøgd hjá fakfeløgunum. – Hetta er eitt dømi um, at tey klóku í samgonguni hava lumpað tey knapt so klóku, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag