Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 206 - 28. oktober 2005 Nógv hevur verið tosað um útbyggingar og annað á Oyrar- eingjum í seinastuni. Ein partur í øllum hesum er eisini eitt vegarbeiði, sum byrjaði í farnu viku VEGAGERÐ Snorri Brend Oyrareingir: Fyrr í mán- aðinum varð nevniliga hild- in lisitasjón yvir hetta ar- beiðið, har tvey undir- hondsboð vóru komin inn – annað frá Articon og hitt frá Tórhalli Hansen & Zacha- riasi Jakobsen. Boðið frá Articon var góðar 853.000 kr. og boðið frá Tórhalli Hansen & Zachariasi Jakobsen góðar 806.000. Fólk frá Landsverki hava síðani havt samráðingar við umboð fyri Tórhalli Han- sen & Zachariasi Jakobsen, sum byrjaðu hetta arbeiðið í farnu viku. Talan er her um at breiðka teir seinastu 100 metrarnar yvir til Dalánna, ið liggur framvið lands- vegnum í Kollafirði. Hetta verður gjørt frá teirri breiðkingini, sum varð framd nærri Oyrareingjum fyri nøkrum árum síðani. Eftir ætlan skal henda breiðkingin verða liðug áðrenn árið er úti. Teir arbeiða við at breiðka teir seinastu 100 metrarnar av vegnum millum landsvegin í Kollafirði og Oyrareingir Týsdagin fóru vit ein túr til Tjørnuvíkar og vitjaðu børnini í skúlanum. Tey vóru heldur ovfarin av at síggja okkum, tá vit óvæntað lótu hurðina upp inn í skúlastov- una SKÚLI Rannveyg F. Joensen Tjørnuvík: Skúlin er fyri næmingar í 1. til 7. flokk. Har eru 6 næmingar á skúl- anum, men einans tríggir næmingar vóru í skúlanum, tá vit komu hagar. Tey høvdu náttúra & tøkni. Genturnar sótu so fittar og skrivaðu hvør sína søgu um náttúruna. Turið skrivaði um síl, Amanda um eina dunnu, sum ikki dugdi at flúgva og Lisabet skrivaði um eina gentu, sum æt Súna. Vit spurdu lærarin, Jón Magnus Joensen av Argj- um, hvat tey gjørdu í náttúra & tøkni. - Vit hava lært um ymisk skriðkykt og hava sett fellur upp. Eisini hava vit verið í fjøruni, eins og vit hava pressað blómur. - Eg bað tey eisini skriva eina søgu um náttúruna. Hetta er eitt eyka tiltak fyri at stimbra skrivingina hjá teimum á ein øðrvísi hátt, greiðir Jón frá. - Vit hava eisini verið úti og leitað eftir ymiskum sløgum av tara. Síðani turk- aðu vit hann og skrivaði nøvnini niður á teimum, greiðir Lisabet frá við ein- um stórum brosi. Fimm børn undir skúlaaldur Jón greiddi víðari frá, at tá børnini eru liðug við 7. flokk fara tey í Framhalds- deildina á Oyrarbakka. - Tað eru í dag fýra børn undir skúlaaldur í bygdini, sigur Jón. Men tá er Turid kvik at svara: - Nei, 5! Mamma hevur akkurát átt, sigur hon errin. Tá børnini hava tey so- nevndu P-fakini – køk, handarbeiði, evning og talv sum Jón undirvísir í – samstarva tey við skúlan í Haldórsvík. Tey telva nógv í skúlan- um í Tjørnuvík, og børnun- um dáma tað væl. Tað er næstan ikki eitt fríkorter uttan at onkur situr og telv- ar. - At telva styrkir kon- sentratiónina og evnini at hugsa. Ein tekur avgerðir og torir at taka eina avgerð, samstundis sum ein hevur eina ætlan við tí, sum man ger, sigur Jón. Áðrenn vit fóru vístu tey okkum ein kartong-bý, sum tey sjálvi høvdu gjørt. Har var bæði hotell, spælipláss, handlar, ein flogvøllur og ein stór kai við nýggju Norrønu. Jú, tey hugna sær her í skúlanum í Tjørnuvík. Skúlagongd millum fjals og fjøru Breiðka seinastu 100 metrarnar Her sita tær tríggjar so fittar og skriva søgur á telduna – vm. Turið Sigtórsdóttir og Lisabet Andreasen sum báðar eru 10 ár og ganga í 4. flokki, og Amanda Jensen, sum er 10 ár og gongur í 5. flokki Henda kartong-býin hava næmingarnir sjálvir gjørt. Her er eitt hotell, eitt spælipláss og ein kai við nýggju Norrønu