fríggjadagur 28. oktober 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 206 - 28. oktober 2005 Sosialurin 7
YVIRLÝSING
POLITISKU FLOKKARNIR GÓÐTAKA, AT ARBEIÐSPLÁSS
VERÐA AVREIDD AV LANDINUM
SAMGONGUFLOKKARNIR VIRÐA IKKI FAKFELÖGUM SVAR UPPÁ FYRISPURNING
Tann 6. juli 2005 hava undirritaðu fakfelag sent lagmanni og llum landsstýrismonnum bræv, har vit vísa á óhepnu gongdina, har
alsamt størri nagdir av fiskinum fer ótilvirkaður av landinum.
Vit hava í hesum sambandi m.a. víst á:
at tilfeingið í havinum sambært galdandi lóg er ogn Føroya fólks,
at tað er skyldan hjá okkara politikarum at tryggja, at størst maguligur partur av fiskinum veruliga kemur føroyska fólkinum
til nyttu,
at íkki er rætt at fremja nakrar einskiljingar innan fiskivinnuna, so leingi staðan í samfelagnum er so vánalig,
at tað er skyldan hjá landsins myndugleikum at boða frá, hvat ætlanin at gera, nú arbeiðsplássini alsamt fækkast í landi
okkara.
Í skrivinum bóðu vit um fund við landsstýrið soleiðis, at hesin fundur kundi haldast beint eftir summarfrítíðina.
HVÆRKI LÖGMAÐUR ELLA NAKAR AV
LANDSSTÝRISMONNUNUM HEVUR SVARAÐ SKRIVI
OKKARA.
Undirritaðu fakfelag átala harðliga, at landsstýrisumboðini ikki so frægt sum hava svarað nevndu áheitan okkara.
Vit kunnu samstundis staðfesta, at eingin politiskur flokkur hevur rørt hond frá síðu fyri at tryggja, at arbeiðsplássini ikki verða
avreidd av landinum. Eingin flokkur hevur sett fram nakað uppskot, sum skal tryggja, at ikki alsamt størri nagdir av
fiskatilfeinginum verður avreitt uttanlands, har fiskur okkara skapar arbeiði til túsundvís av hondum, meðan okkara limir ganga
arbeiðsleysir.
Vit átala harðliga hesa líkasælu, sum okkara politikarar vísa teimum fgroyingum, sum hava mist ella frameftir fara at missa arbeiði
sítt m.a. orsakað av, at fiskurin fer ótilvirkaður av landinum.
Tórshavn, tann 26.10.2005
FØROYA ARBEIÐARAFELAG HAVNAR ARBEIÐSMANNAFELAG HAVNAR ARBEIÐSKVINNUFELAG
KLAKSVÍKAR ARBEIÐSMANNAFELAG KLAKSVÍKAR ARBEIÐSKVINNUFELAG