Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 206 - 28. oktober 2005 Dekkverktstøðini úr at gera Um vikuskiftið var fyrsta veruliga hálkan í vetur, og sum vant er, hevur tað havt við sær, at dekkverk- støðini kring landið hava havt úr at gera í vikuni DEKK Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Mánamorgunin var rættu- liga hált ymsastaðnis kring landið, og onkur bilur fór eisini út av vegnum. Hetta var fyrsta ávaringin til før- oysku bilførararnar um, at veturin er í nánd, og sum vant er, førdi hetta eisini til rættuligan telefonstorm á dekkverkstøðini kring landið. Á dekkverkstøðunum verður sagt, at hesa vikuna hava teir havt úr at gera, og telefonin kimar støðugt. Fólk bíða við at skifta dekkini, til hálkan hevur gjørt vart við seg, og tí kemur alt í einum, verður sagt á dekkverkstøðunum kring landið. Spurningurin um sjálvstøðugan før- oyskan limaskap í Norðurlandaráðnum tekur tíð at loysa, tí tað er ikki nakað, sum Norðurlandaráðið einsamalt kann taka avgerð, sigur forsetin í ráðnum, Rannveig Gudmundsdóttir NORÐURLANDARÁÐIÐ Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Málið hevur verið til við- gerðar undir fundinum í Norðurlandaráðnum, sum er í Reykjavík í hesum døgum. Í hesum sambandi hevur ein fundur verið á skránni millum formansskapirnar í Norðurlandaráðnum og Útnorðurráðnum. Eisini ein spurningur fyri ríkisfelagsskapin Á fundinum millum teir báðar formansskapirnar greiddi Rannveig Gud- mundsdóttir frá, at spurn- ingurin um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í Norð- urlandaráðnum hevur verið umrøddur á einum fundi millum formansskapin í Norðurlandaráðnum og teir norðurlendsku forsætis- málaráðharrarnar. Rannveig Gudmunds- dóttir greiddi Útnorðurráðn- um frá, at talan er ikki um eitt mál, sum Norðurlanda- ráðið einsamalt kann taka støðu til. Talan er eisini um ein spurning fyri danska rík- isfelagsskapin, samstundis sum at talan er bundin av Helsinki-sáttmálanum, sum tað norðurlendska samstarv- ið byggir á. Tískil skulu teir norðurlendsku forsætis- málaráðharrarnir eisini tak- ast upp á ráð. Forsetin í Norðurlanda- ráðnum greiddi frá, at teir norðurlendsku forsætis- málaráðharrarnir ynskja, at tey norðurlendsku sjálv- stýrisøkini fáa best møgu- ligu umboðanina í norður- lendskum samstarvi, og at tiltøk skulu setast í verk at tryggja hetta. Evnisdag um veðurlagsbroytingar Formaður í Útnorðurráðn- um er løgtingslimurin Henr- ik Old úr Javnaðarflokk- inum. Á fundinum við formansskapin í Norður- landaráðnum legði Henrik Old dent á, at samferðsla, ferðavinna og umhvørvi eru millum tey týdningarmikl- astu felags áhugamálini í Útnorðuri. Veðurlagsbroyt- ingar kunnu hava stóra ávirkan á umhvørvi og tað livandi tilfeingi í Útnorðuri, og tað er vert at leggja sær í geyma, at búskapurin í londunum í útnorðuri í høv- uðsheitinum byggir á fiski- vinnu. Tí hevur Útnorður- ráðið gjørt av at hava ein evnisdag um veðurlags- broytingar og fylgirnar av hesum fyri londini í út- norðuri. Eisini hevur Útnorður- ráðið valt ferðavinnu sum evni fyri komandi ár, og hæddarpunktið í hesum sambandi verður ein stór ráðstevna, sum verður í Manitsoq í Grønlandi í juni mánað. Eftir fundin millum for- mansskapirnar báðar segði Rannveig Gudmundsdóttir, at ráðini høvdu avgjørt at styrkja samstarvið partana millum fyri at tryggja sær, at fíggjarliga orkan varð gagnnýtt skilabetur, og at at talan ikki gjørdist um so- nevnt "dupultarbeiði". Laga- ligari fyri bygda- fólk Tórshavnar Kommuna hevur gjørt av at broyta upptøkureglarnar til barnaansing, so at tað nú verður lættari hjá bygdafólki, ið hava í umbúna at flyta til høvuðsstaðin, at fáa børnini á stovn beinan vegin, tá ið flutt verður. Áður hevur tað verið so, at tað ikki hevur borið til at skriva børnini upp til barnaansing, um tú ikki ert búsitandi í kommununi. Nýggju reglurnar hava tó við sær, at bygdafólk og úti- setar nú kunnu skriva børnini upp á bíðilista eitt hálvt ár, áðrenn flutt verður. Tískil skuldi tað borið til hjá teimum flestu at fáa børnini inn á stovn, so skjótt sum tey eru komin í komm- ununa. tn Risa Trølla- Pætur show í Runavík Leygardagin verður skipað fyri einum risa- stórum Trølla-Pætur til- taki í ítróttarhøllini í Runavík. Tiltakið er í sambandi við, at tað í hesi vikuni er mentanar- vika í Runavík. Øll manningin í film- unum um Trølla Pætur og Mafiuna verða við á pallinum í Runavík leygardagin, so børnini, ið koma á vitjan, sleppa at uppliva bæði Trølla Pætur, Ommuna, Erling og Jógvan politist, Mafiuna, Kára handils- mann og Ossa. Tiltakið verður sum áðurnevnt í ítróttarhøll- ini í Runavík leygardag- in, og tað byrjar klokkan 15. Atgongumerkir til tiltakið fáast við dyrnar ein tíma frammanund- an. tn Dekkverkstøðini hava havt úr at gera seinastu dagarnar. Her fær ein persónbilur ásett nýggj vetrardekk á Dekksentrinum í Havn Mynd: Terji Nielsen Føroyingar skulu brynja seg við toli Rannveig Gudmundsdóttir, forseti í Norðurlandaráðnum heilsar her upp á limirnar í formansskapinum í Útnorðurráðnum. Fremstur í myndini er Henrik Old, løgtingsmaður, sum er formaður í Útnorðurráðnum Mynd: Johannes Jansson / norden.org