Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 206 - 28. oktober 2005 9 Gunnar í Liða dugir væl at síggja ta skepsis, sum summi hava mótvegis íløgupolitikkinum hjá Tryggingar- felagnum. Men verða upphædd- irnar hildnar upp mótvegis samlaðu ognunum, heldur hann ikki, at talan er um nakað vágaverk ÍLØGUR Jákup Mørk Framfýsni íløgupolitikk- urin hjá Tryggingarfel- agnum hevur ikki verið eins væl móttikin alla- staðni. Eitt nú førdi Jørn Astrup Hansen fram í vinnukronikki í miku- dagsblaðnum, at leiðslan í Tryggingarfelagnum nú situr á spælur matador fyri peningin hjá trygg- ingartakarunum. »Indtil videre er det blevet til et rederi eller to, et par hoteller og ad- skillige dyneforretnin- ger. Nu mangler man blot er par bryggerier, før pladen er fuld« ljóðaði heldur speiska viðmerk- ingin frá fyrrverandi bankastjóranum um hetta. Gunnar í Liða, for- stjóri í Tryggingarfelagn- um, heldur seg tó væl duga at síggja, hvat býr í reglunum frá Astrup. – Fyrst og fremst, so haldi eg, at hasin setn- ingurin eina mest lýsir, at Astrup framvegis hevur ein góðan humor. Og at hann sera væl dugir at brúka hendan í sínum viðmerkingum. Men at eitt tryggingar- felag ger somikið stórar íløgur, sum tit hava gjørt seinastu tíðina. Eigur tað ikki at vera nakað, sum fær tryggingartakararnar at hveppast nakað. – Tað er rætt, at íløg- urnar eru sera stórar eftir føroyskum viðurskiftum. Men tú skalt eisini hugsa um samlaða massan, sum vit hava av íløgum. Her hava vit heilt tilvitað gjørt eina vágaspjaðing, sum vit í allar mátar meta sum forsvarliga. Sjálvandi eru so nakrar íløgur í hesum, sum inni- halda størri risici enn aðrar. Til dømis hava vit alla tíðina vita, at íløgan í Smyril Line er vágafús, men í mun til samlaðu íløgurnar, so er hetta altso ikki meira enn 2- 3%. Og sjálvur haldi eg, at tað er sunt fyri før- oyskt vinnulív, at tú so- leiðis hevur ein aktør, sum hevur ráð til at seta somikið munandi upp- hæddir í eina verkætlan, sum kanska eydnast og kanska miseydnast. – Alternativt kundu vit jú eisini valt, at latið peningin staðið á bók, ella at bundið alt í láns- brøv. Tað vildi kanska verið tryggari, men av- kastið vildi so verið har- eftir. Og framhaldandi hava vit størsta partin av okkara kapitali í tryggum lánsbrøvum. So tað er ikki upp á nakran máta vandi fyri, at vit missa ein veldugan part av samlaðu ognunum, sigur Gunnar. Og hann leggur afturat, at hann heldur ikki dugur at síggja nak- að sum helst løgið í, at felagið hevur gjørt stórar íløgur uttanlands. – Í hasum førinum við amerikanska dýnuhandl- inum, eru vit farnir sam- an við einum virkisfús- um føroyingi, sum áður hevur prógvað sítt dugnasemi á hasum økinum. Sjálvandi er ætl- anin so eisini, at hetta er ein íløga, sum kann geva eitt gott avkast, og ger hon tað, so eru tað jú pengar, sum koma aftur til Føroya frá íløgum uttanlands. Og tí dugi eg ikki at síggja nakað galið í, staðfestir stjórin. Vit spæla ikki hasard Gunnar í Liða er sannførdur um, at tað hevur alstóran týdning fyri føroyska tryggingarheimin, at vit hava eitt kapital- sterkt tryggingarfelag TRYGGING Jákup Mørk Við eini samlaðari eginogn omanfyri milliardina, er einki at siga til, at nógv spurnartekin verða sett við Tryggingarfelagið Føroyar. Ikki minst, nú tosað verður um einsskiljing av almenn- um ognum. Tryggingarfelagið var jú í síni tíð grundað á eitt samhaldsfast prinsipp mill- um tryggingartakararnar, og tí kunnu spurnartekin verða sett við, hvør skal hava ágóðan, verður felagið privatiserað. Ein spurning- ur, sum fyrrverandi stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, eisini nam við í vinnukronikk í mikudags- útgávu okkara. Har staðfesti Astrup, at leiðslan í Tryggingarfel- agnum hevur innkapslað eina millardaogn hjá før- oysku trygginartakarunum í eitt holdinfelag. Ein ogn, sum er uppspard gjøgnum 56 ára monopolstøðu. Og ein ogn, sum í veruleikan- um er púrasta óneyðug, tá Tryggingarsambandið jú var grundað á samhalds- føstu heftingina millum tryggingartakararnar. Styrkin er trygdin Gunnar í Liða er forstjóri í Tryggingarfelagnum, og hann tykist vera grund- leggjandi ósamdur í, at stóra eginognin hjá felagn- um er óneyðug. – Hjá okkum hevur tað sera stóran týdning, at talan er um eitt sterkt tryggingar- felag. Sjálvt tryggingar- virksemið hevur í nógv ár ikki kastað tað stóra avlop- ið av sær, og tí er sera um- ráðandi, at vit hava eitt annað bein at standa á. Meinar tú tá við, at tit krossa virkisøkini í eini »ólógligari« kappingar- støðu? – Als ikki. Men tað gevur tann tryggleika, at felagið ikki fer nakran veg, fyri tað um vit uppliva eitt bakkast ella tvey. Júst tann styrkin – at standa ímóti – er øgiliga týdningarmikil hjá okkum. – Og eg haldi eisini, at tað hevur týdning fyri tann samlaða føroyska trygging- arheimin. Tú skalt eisini minnast til søguliga gongd- ina á føroyska tryggingar- marknaðinum. Her bleiv kappingin latin upp fyri nøkrum árum síðani, og ta avgerðina fegnast vit eisini um. – Men júst tí kappingin varð latin upp, var tað sera umráðandi, at vit høvdu ein sera sterkan aktør á markn- aðinum. Eg vil ikki siga, at tað hevur hildið øðrum burtur. Men soliditeturin hjá okkum hevur víst møguliga áhugaðum íleggj- arum, at teir ikki kunnu troka alla føroyska kapping burtur, bara við at dumpa prísin í einum tíðarskeiði. Teir vita, at tað ikki er ein gongd leið, og tí hava vit ikki uppliva ta støðuna, sigur Gunnar í Liða. Hava ikki okrað Ein annar spurningur er so, hvørt tað er rætt mótvegis tryggingartakarunum, at Tryggingarfelagið í hálva øld hevur havt somikið stór yvirskot, at tað hevur borið til at samlað eina slíka egionogn. Stóri spurningurin her vil altíð vera, um Tryggingin ikki í nógv ár hevur havt nakrar alt ov høgar prísir – takkað verið monopols- støðuni. Eitt nú kostar tað í dag tað sama at tryggja ein spildurnýggjan bil, sum tað fyri 20 árum síðani kostaði at tryggja ein brúktan bil. Men heldur ikki hesum er Gunnar í Liða samdur í. – Sjálvandi broyttist prís- støðan nakað, tá kappingin varð opnað. Men eg haldi ikki, at talan hevur verið um nakrar okursprísir. – Tekur tú biltrygging- arnar sum dømi, so er tað rætt, at prísurin á hesum hevur verið fallandi. Men hinvegin, so var tað ikki ein so nógv betri forrætning tá, enn tær eru í dag. Har spæla onnur ting sum tryggari bilar, betri vegir, broytt ferðslumentan og nógv annað inn. – Størsta orsøkin er hin- vegin, at Tryggingin øll árini hevur havt ein sera varnan íløgupolitikk. Talan hevur alla tíðina verið um sera tryggar íløgur, og við inflatiónini, sum var í 70'unum og 80'unum, so merkti tað kortini eitt sera høgt avkast. Snøgt sagt, so hevur tryggingin bara gjørt tryggar íløgur hesa góðu hálvu øldina, og tí er pengakassin somikið stór- ur. Og sum sagt, so haldi eg tað vera eitt sunt tekin. Tað merkir eisini, at tryggingar- takarin ongan tíð kann koma í somu støðu, sum uppspararnir komu í undir bankrakreppuni. Tí solv- ensurin hjá felagnum ger, at tað snøgt sagt ikki er nakar vandi fyri, at fyritøkan kann koma í fíggjarligar trupulleikar, staðfestir Gunnar í Liða at enda. Spjaðingin í íløgunum hjá TF Holding, er soleiðis. Lánsbrøv 50% Útlán 20% Bygningar 10% Partabrøv 20% FAKTA Styrkin er avgerandi Stjórin í Tryggingarfelagnum heldur, at tað hevur alstóran týdning fyri føroysku kappingarstøðuna, at vit hava ein fíggjarliga sterkan aktør á marknaðinum