fríggjadagur 28. oktober 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 206 - 28. oktober 2005
Nógv mundu fáa ein skelk, tá tað síðsta vikuskifti
ljóðaði, at tað tók meira enn ein hálvan tíma at fáa
ein sjúkrabil til fótboltsvøllin í Lorvík. Ein fótbolts-
leikari lá uttan vit eftir ógvusligan samanbrest. Tí-
betur gekk alt væl í hond tá avtornaði, men hending-
in ger, at tey flestu munnu seta sær onkrar spurn-
ingar um trygd og tilbúgving.
Hendingin vísir, at tilbúgvingin hjá okkum óivað
kundi riggað betur, og at neyðugt er við betri sam-
skipan og greiðari leiðreglum. Tíðir broytast, og
tann veruleiki, at Klaksvíkar Sjúkrahús nú er nógv
stytri frá eystaru síðu á Eysturoynni enn Lands-
sjúkrahúsið, mugu vit hava í huga, tá tilbúgvingin
veður endurskoðað.
Nú er sagt nógv um, at ein sjúkrabilur var klárur í
eini av grannabygdunum, og kundi verið á staðnum
eftir 10 minuttum. Tað ljóðar gott, og óivað er talan
um raskt fólk, sum manna henda bil, men tað óivað
rætt eisini at hava førleika manningini í einum
sjúkrabili í huga, og ikki bara hugsa um spurningin,
hvør er skjótast á staðnum.
Eitt annað er, at snýr tað seg bara um at koma skjótt
fram, ber til at hava eitt samstarv, soleiðis at tann
bilurin, sum var næstur við óhappstaðið, fór avstað
við sjúklinginum. Og tá bilurin úr Eysturoynni og
sjúkrabilurin av Landssjúkrahúsinum møttust, kundi
sjúklingurin so verið fluttur yvir í sjúkrabilin, um
støðan annars talaði fyri tí.
Tann stóra miseran í samband við hendingina leyg-
ardagin er helst, at tilbúgvingarskipanin gloymdi, at
stytsta leið var til Klaksvíkar Sjúkrahús. Harafturat
skulu vit minnast til, at tað er alment lýst, at sjúkra-
flutningurin kann fara gjøgnum Norðoyatunnilin,
har nærum øll vegbreytin nú er asfalterað og sløtt.
Vit kunnu staðfesta, at tey flestu vilja hava eitt gott
og væl tilbúgvið heilsuverk. Lívið og tað at koma
skjótt undir læknahond liggur frammaliga, um okk-
urt er áfatt ella onkur vanlukka hendir. Hesin sam-
felagstáttinum vilja vit øll gjalda til, hóast nógv seta
spurnartekin við onnur samfelagsviðurskifti.
Men samstundis mugu vit enn einaferð staðfesta, at
vit framvegis kunnu seta spurnartekin við, hvussu
væl tilbúgvingin virkar. Onkur eldsbruni á bygd er
í huganum. Og tær bjargingarroyndir, sum tilbúgv-
ingin hevur skipað fyri, hava ikki fingið besta
skoðsmál, tá tær eru eftirmettar.
Eitt krav hjá føroysku skattgjaldarunum má tí vera,
at tilbúgvingin verður gjørd meira fullfíggjað, og at
ein skilagóð loysn fæst á sjúkraflutningi og tí sum
hesum hoyrir til, nú Norðoyggjar um eitt hálvt ár
eisini verða knýttar upp í vegakervið í megin-
økinum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tilbúgvingin má verða
meira fullfíggjað
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Eru tølini tey røttu?
Alfred Olsen
løgtingsmaður
Er hald í tíðindunum, sum
hava verið nógv frammi í
fjølmiðlunum hesar sein-
astu dagarnar, um at upp til
fimm ferðir so nógvur
fiskur er farin beinleiðis av
landinum higartil í ár, sum
alt árið í fjør?
Vinnuhúsið
Tølini sum tíðindini byggja
á, eru komin frá Vinnuhús-
inum, sum hevur hagtølini
frá sjálvum Fiskiveiðueftir-
litinum, so tey burdu verið
røtt, men eg loyvi mær at
ivast og fari tí at heita á
Fiskiveiðueftirlitið um at
kunngera tølini fyri 2003
og 2004 í bløðum og kring-
varpið.
Hagtøl
Hagtalsgreiningin í Føroy-
um hevur verið kritiserað
og er ikki okkara sterka
síða, og tí kunnu hagtøl
sum í hesum føri verða
brúkt til skaða fyri okkara
skip, sjómenn og útróðra-
menn, sum av órøttum
blíva stillaðir fram sum teir
í sigla uttanlanda við fisk-
inum, fyri at skaða tey
føroysku virkini.
Hvør verður so
spurdur?
Eg havi lagt til merkis, at
t.d. Útvarpið ikki spyr skip-
ini ella sjómenninar um
hagtølini eru røtt, men spyr
virkini og har fáa at vita, at
verri hevur verið hjá teim-
um í ár at fingið fatur í
fiski, og at hetta kemur av,
at so nógvur fiskur verður
landaður uttanlands, og
mæla til at skipini vera
straffaði við einum gjaldið
fyri hvørt kilo.
Men hvat nú um tølini
eru skeiv?
Men hvat nú, um tað vísur
seg, at tølini fyri í fjør eru
skeiv, og at vit hava haft
eina so positiva gongd í ár,
at avreiðingarnar uttan-
lands eru minkaðar og bert
eru ein partur av tí sum var
í fjør? Hvat nú, um tað vís-
ur seg, at t.d. toskur landað-
ur uttanlands í fjør var
3.430 tons í staðin fyri 343
tons?, og um støðan er tann
sama við hýsu og upsanum,
so hava skipini í ár minka
um landingarnar uttanlands
munandi, og tað eiga vit at
sonnum at fegnast um, men
so verður spurningurin um
hvør orsøkin er fyri at virk-
ini ikki hava fingið fatur í
fiskinum?
Hava tíðindini um tey
nógvu túsund tonsini
veri ósonn?
Hesi seinastu árini hava vit
hoyrt tíðindi um at fleiri
túsundtals tons eru landaði
uttanlands hvørt ár, og hetta
hevur skapt øsing í fólkin-
um og verið brúkt av virkj-
um mótvegis skipum og
bátum, men samb. hagtøl-
unum fyri 2004 so eru til-
samans 1.632 tons landaði
uttanlands av toski, hýsu og
upsa og eg má tí spyrja,
hava hagtølini sum tíðind-
ini hava bygt á, verið skeiv
hesi árini?
Skeiv hagtøl eru
skaðilig
Tað er sjálvandi til skaða
fyri alt føroyskt vinnulív,
um tíðindi um uttanlands-
landingar byggja á skeiv
hagtøl, sum koma frá sjálv-
um Fiskiveiðueftirlitinum,
tí tey er við til at bróta nið-
ur forholdið millum skip,
útróðrabátar og virkir, og
øsa tað føroyska fólkið upp
móti skipum og sjófólki
okkara.
Veruleikin
Eg ivist ikki í, at øll skip og
allir útróðrabátur saman
við manningunum, ynskja
at veiðan verður keypt og
virkað av føroyskum virkj-
um, og at ongin selur uttan-
lands, bara fyri at selja
uttanlands ella fyri at skaða
tey føroysku virkini. Men
skipini kunnu koma út í
støður t.d. tá verkføll eru,
ella tey onki boð fáa uppá
fiskin, at tey eru noydd at
fara uttanlands við fiskin-
um, men tað eigur at hoyri
til undantøkini og eg meti,
at sølur uttanlands í ár
hoyra til slík undantøk.
Fiskurin virkast í Før-
oyum
Fiskiríkidømið undir Før-
oyum er tað vit liva av og
koma at liva av nógv ár
framyvir, og tí er avgerð-
andi, at skipini og bátarnir
fáa tær bestu umstøður at
virka undir, fyri at tey
kunnu hava yvirskot. Eisini
er avgerðandi, at virkini í
Føroyum eru førð fyri at
keypa fiskin, so hann kann
blíva virkaður, virðisøktur
og seldur sum liðugt pro-
dukt til ein høgan prís, so
virkini eisini kunnu hava
yvirskot, og hesi endamál
meti eg vit kunnu náa, við
tí dugnaliga fólki vit hava
umborð á skipum og bát-
um, og røskum arbeiðsfólki
á virkjunum og við einum
hækkandi fiskaprísi, sum
tað minkandi útboðið av
fiskavørum men øktið eft-
irspurningurin eftir fiska-
vørum í Evropa og aðrar-
staðir í heiminum skapar.
Tí er umráðandi, at vit
ikki lata skeiv hagtøl fáa
loyvi til at seta kýlar mill-
um fólkið og virkini mót-
vegis skipum, bátum og
sjófólki okkara, men at vit
øll standa saman, og virka
til gagns fyri land og fólk.