fríggjadagur 28. oktober 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 206 - 28. oktober 2005
11
Mentamálaráðið hev-
ur skotið upp, at
Klaksvíkar og Eystur-
oyar HF skeið verða
savnað á einum stað
eftir summarfrítíð-
ina. Og í løtuni bend-
ir alt á, at tað verður
framtíðin hjá Klaks-
víkar HF skeiði, sum
kemur at liggja á
Kambsdali
FÍGGJARLÓG
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í sambandi við ummælis-
viðgerð hjá mentanarnevnd-
ini til fíggjarnevndina setti
mentanarnevndin
herfyri
mentamálaráðharranum
nakrar spurningar viðvíkj-
andi fíggjarætlanini fyri
2006 fyri miðnámsskúlar. Í
svarinum gongur fram, at
fíggjarætlanin er treytað av,
at
nú
Norðoyartunnilin
verður tikin í nýtslu, verður
HF skeið bert skipað á ein-
um stað í Norðoyar/Eystur-
oyarøkinum eftir summar-
frítíðina.
Høvuðsgrundgeving
horvin
Eitt av heitu útbúgvingar-
evnunum í sambandi við
ummælisviðgerðirnar
til
komandi fíggjarlóg verður
uttan framtíðin hjá Klaks-
víkar HF skeiði. Politisk
avgerð er tikin um, at tey
bæði HF skeiðini í Klaks-
vík og á Kambsdali verða
savna á einum stað, men
enn er ikki avgjørt, hvat av
teimum skal flyta.
Spurningurin um at flyta
Klaksvíkar HF skeið yvir í
Eysturoynna hevur verið
frammi fleiri ferðir fyrr. Ein
av høvuðsgrundgevingun-
um fyri at varveita HF
skeiðið í Klaksvík hevur
verið, at næmingarnir so
sleppa undan siglitúrinum
um Lorvíksfjørð. Við Norð-
oyatunlinum hvørvur hend-
an grundgevingin, og tað er
eftir øllum at døma hetta,
sum nú aftur hevur gjørt
kjakið um Klaksvíkar HF
skeið átroðkandi. Og lands-
stýrismaðurin
í
menta-
málum, Jógvan á Lakjuni,
dylur heldur ikki yvir, at
eftir hansara tykki hevði tað
verið mest nátúrligt at flutt
Klaksvíkar HF skeið yvir á
Kambsdal, nú fasta sam-
bandi
um
Lorvíksfjørð
skjótt verður veruleiki.
- Sum mentamálaráð-
harri er tað mín skylda at
rationalisera raksturin av
skúlaverkinum, har tað ber
til. Aftaná summarfrítíðina
fer tað at taka næmingum í
Norðoyggjum 10 minuttir í
bili ella bussi at koma yvir
á skúlan á Kambsdali, og
tað vildi verið løgið, um tað
ikki kom at ávirka mátan,
tey bæði HF skeiðini hava
verið skipað higartil, sigur
Jógvan á Lakjuni.
Hóast tað hevði verið
hugsandi, er tað í løtuni
lítið sum bendir á, at HF
skeiði á Kambsdali verður
flutt til Klaksvíkar. Jógvan
á Lakjuni sigur, at á Eystur-
oyar Studentaskúla og HF
skeiði er eitt stórt og hósk-
andi
skúlaumhvørvið
frammanundan, umframt at
lærararnir stórt sæð eru teir
somu. Sum Jógvan á Lakj-
uni skilur, verða hølisviður-
skiftini á Kambsdali ongin
stórvegis trupulleiki.
Tað eydnaðist tíverri ikki
at fáa eina viðmerking frá
Sámal í Skorini, rektara á
Kambsdali, áðrenn blaðið
fór til prentingar.
- Útspælið hjá menta-
málaráðharranum
um at flyta Klaksvík-
ar HF skeið á Kambs-
dal samsvarar illa við
Visión 2015 um mið-
námsútbúgving til
øll. Stóra umsøkjara-
talið til skúlan hong-
ur nettupp saman við,
at skúlin liggur í nær-
umhvørvinum, sigur
Sigrun Skálagarð,
deildarleiðari á
Klaksvíkar HF skeiði
FÍGGJARLÓG
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Sigrun Skálagarð, deildar-
leiðari á Klaksvíkar HF
skeiði, dylur ikki yvir, at
hon heldur tað vera ein
stóran miss fyri nærum-
hvørvið og ikki minst fyri
næmingarnar í Klaksvík,
um HF skeiðið verður flutt
á
Kamdsdal
komandi
skúlaár.
Alternativið hvørvur
Sigrun vísir á, at Klaks-
víkar HF skeið er tað ein-
asta av sínum slag í Føroy-
um, sum í allar mátar virkar
eftir upprunaligu ætlanini
við einum HF skeiði -
nevniliga sum eitt alter-
nativ til aðrar miðnámsút-
búgvingar.
- Tankin við eini HF út-
búgving var jú frá byrjan, at
tilkomin fólk, sum hava aðr-
ar lívsumstøður enn ungir
næmingar, eisini skulu hava
møguleika at fáa eina mið-
námsútbúgving. Og nógvir
av okkara næmingum brúka
nettupp hendan møguleikan
at samskipa útbúgving við
arbeiði, samstundis sum tey
hava brúk fyri at vera í nánd
av eitt nú ansingarstovnum
hjá børnunum, sigur Sigrun,
sum heldur ikki ivast í, at
júst hetta er orsøkin til, at
umsøkjaratalið til skúlan í
Klaksvík er munandi størri
enn á Kambsdali. Hon legg-
ur afturat, at júst møguleikin
fyri eitt nú at taka eitt HF
prógv sum stakgreinalestur
ofta er avgerðandi fyri, um
fleiri av næmingunum yvir-
høvur fáa eina miðnámsút-
búgving. Tí heldur hon ætl-
anina hjá mentamálaráð-
harranum hanga illa saman
við tankunum í Visión 2015
um miðnámsútbúgving til
øll.
Sosialt umhvørvi
Sigrun ivast eisini í, um tað
ber til at endurskapa sama
sosiala umhvørvið á einum
so stórum skúla, sum hon-
um á Kambsdali. Á Klaks-
víkar HF skeiði hevur tað
altíð verið siðvenja, at
næmingarnir eisini brúka
skúlan aftaná skúlatíð til
eitt nú bólkaarbeiði og ikki
minst í sambandi við próv-
tøkufyrireiking. Alt hetta er
við til at skapa eitt sosialt
skúlaumhvørvið, sum fær
næmingarnar at trívast ser-
liga væl. Tað er væl hugs-
andi, at góði trivnaðurin á
skúlanum í síðsta enda
eisini spælir ein stóran leik-
lut fyri, um næmingarnr
gjøgnumføra útbúgvingina,
hóast teirra lívsumstøður
ikki altíð gera tað so høg-
ligt at vera lesandi.
- Nú fáa vit at síggja.
Men tað skuldi ikki undrað
meg, um tað verða nógvir
klaksvíkingar, sum droppað
ætlanina um at fáa eina HF
útbúgving, um skúlin verð-
ur fluttur yvir á Kambsdal,
sigur Sigrun Skálagarð.
Sigrun Skálagarð, deildarleiðari
Ikki í tráð við Visión 2015
Í løtuni bendir alt á, at framtíðin hjá Klaksvíkar HF skeiði kemur at liggja á skúlanum á
Kambsdali
Klaksvíkar HF skeið væntandi
flutt á Kambsdal
Eftir mínum tykki hevði tað
verið mest nátúrligt at flutt
Klaksvíkar HF skeið yvir á
Kambsdal, har hóskandi
skúlaumhvørvi og læraraorka
er frammanundan, sigur
Jógvan á Lakjuni,
mentamálaráðharri