Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 206 - 28. oktober 2005 Í sambandi við eitt skeið fyri menningar- tarnað á Føroya Fólkaháskúla var skipað fyri almenn- um tiltaki á skúlanum mikukvøldið 26. oktober við framsýn- ing av lutum og mótaframsýning MÓTASÝNING Myndir: Jens Kristian Vang Seinastu vikuna og fram til fríggjadagin 28. oktober hava 20 fólk við menning- artarni verið á háskúla- skeiði. Skeiðið er grundað á eitt samstarv millum Før- oya Fólkaháskúla, Peda- gogskúlan og leiðarar á Serstovnadeildini. Skeiðið er skipað soleið- is, at Háskúlin bjóðar frá- læru í drama, smíð, tilevn- ing og foto. Saman við pedagoglesandi skipa leið- ararnir á Serstovnadeildini fyri frálæru í lívsstøðuni hjá tí einstaka háskúla- næminginum. Høvuðsevnið á skeiðnum í ár er sjálvsfatan og krops- fatan. Hvussu síggja vit okkum sjálvi, hvussu síggja onnur okkum og hvussu ynskja vit, at onnur skulu síggja okkum. Arbeitt hevur verið við kroppinum, hvar er nakk- in?, hvar endar armurin og hvar byrjar hondin? Arbeitt var eisini við persónligum reinføri, og hvussu vit klæða okkum. Mikukvøldið 26. oktober varð arbeiðið sýnt fram, og skipað var fyri einum al- mennum tiltaki á Háskúl- anum, har høvi varð at síggja lutirnar, ið fram- leiddir vóru í handaligu lærugreinunum. Hæddar- punktið á kvøldinum var mótasýning, har fólk við menningartarni sýndu klæðir fram. Myndamaður okkara var við til mótasýningina og tók hesar myndirnar. Háskúlaskeið við mótasýning