fríggjadagur 28. oktober 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 206 - 28. oktober 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hans Jacob Johansen,
fyrrverandi gravari í
Klaksvík,
andaðist
mánadagin á Norðoya
røktarheimi, 89 ára
gamal. Kistan fer úr
kapellinum
heim
í
kirkjuni
hóskvøldið
klokkan 18. Jarðarferð-
in verður úr kirkjuni
fríggjadagin
klokkan
13.30. Sungið verður úr
sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast
Hans Jacob, kunnu lata
Norðoya
røktarheimi
eina gávu. Konta í
Norðoya Sparikassa.
Arne Klein av Skála
andaðist 25. oktober, 88
ára gamal. Kistan fer úr
Landssjúkrahúskapellin
um hósdagin klokkan
17. Jarðarferðin verður
fríggjadagin klokkan 14
úr Skála kirkju.
Tey, ið vilja minnast
Arna kunnu lata eina
gávu til Reyða Kross
Føroya.
Anna Nora Winther,
fødd Gray, búsitandi í
Helsingør, andaðist týs-
kvøldið 25. oktober, 61
ára gomul.
Jarðarferðin verður úr
Stenhs kirke Vatna-
gaard, Helsingør, mána-
dagin
31.
oktober
klokkan 13.
Peter Christian Joh-
annesen,
vanliga
nevndur Petir hjá Frit-
leif, úr Havn, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
mikudagin 26. oktober,
79 ára gamal. Bønar-
hald verður í Lands-
sjúkrahúskapellinum
fríggjakvøldið klokkan
18.00.
Jarðarferðin verður úr
Vesturkirkjuni leygar-
dagin klokkan 14.00.
Andlát og jarðarferðir
90 ár
Í dag, 28. oktober fyllur Margretha Mouritsen, van-
liga nevnd Gigga, 90 ár. Dagurin verður hildin saman
við familjuni.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
Peter Christian Johannesen
Tórshavn
vanliga nevndur Petir hjá Fritleif
andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin
26. oktober, 79 ára gamal.
Bønarhald verður á Landssjúkrahúskapellinum
fríggjadagin kl. 18.00
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
leygardagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Anna
Brynja, Gulbrit og Finnbogi v/fam.
Leygardagin 29. oktober
fyllir
Sofus
Foldbo
í
Leirvík 75 ár.
Sofus er føddur 29.
oktober 1930 á Toftum,
sonur Ingu og Óla Foldbo.
Sofus er, hóast hann er
komin nakað upp í árini,
enn sera virkin. Hann er
egningarformaður
hjá
útróðrarbátinum Brandi, og
í frítíðini er tað serliga
seyður og føroyskur dans-
ur, ið hevur hansara áhuga.
Annars hevur hann roynt
eitt sindur av hvørjum. Var
sum ungur eitt stutt skifti
og arbeiddi á norskum
bóndagarði,
men
var
annars mest á sjónum til
hann sum 45 ára gamal fór
at arbeiða fast á landi.
Hann var við til at gera
E y s t u r oy a r t u n n i l i n ,
Leynartunnilin, tunnlarnar
í Kalsoynni og í Leirvík,
tey
nógvu
árini
sum
arbeiðsformaður. Seinastu
árini, til hann fór frá fyri
aldur, hevði hann við
viðlíkahaldið av vegunum í
pørtum av Eysturoynni at
gera.
Sum nevnt dámar honum
væl føroyskan dans, og
hann hevur í nógv ár verið
formaður
í
Eysturoyar
Dansifelagi. Tí skuldi tað
ikki undra, tá hann nú
leygarkvøldið
heldur
føðingardag
í
LÍF-
húsinum, at farið verður
upp á gólv.
Vit
ynskja
Sofusi
tillukku við teimum 75
árunum.
x.
Dagurin
28. oktober. Tveggja ápostla messa,
Símun Selotes og Judas Taddeus. Søgnin
sigur, at teir vórðu báðir dripnir í Persiu
í árinum 71.
Á einum av kirkjubøstólunum sæst
mynd av einum ápostli við gassa í hendi.
Er helst annar av teimum, tí at søgnin
sigur, at teir báðir vórðu bardir til deyða.
Sofus Foldbo 75 ár