fríggjadagur 28. oktober 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 206 - 28. oktober 2005
Felagið, Kokkar í Før-
oyum, er stovnað.
Limir í felagnum eru
kokkar og smyrji-
breyðsjomfrýr. Tey
hava ætlanir um at
skipa fyri kappingum
í Føroyum – og eisini
at taka lut í heims-
meistarakapping, har
heimsins bestu kokk-
ar verða kosnir.
Næsta HM-kappingin
fyri kokkar verður
væntandi í Íslandi, og
tá fær føroyska fe-
lagið væntandi eitt
umboð við í dóms-
nevndina
KOKKAFELAG
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinasta leygardag fingu
føroyskir kokkar og smyrji-
breyðsjomfrýr sítt egna
áhuga felag.
Á stovnandi fundi, sum
varð hildin á Hotel Hafnia,
vóru eini 16-18 føroyskir
kokkar og smyrjibreyðs-
jomfrýr savnað. Í sambandi
við stovnandi fundin, vóru
10 fólk, átta menn og tvær
kvinnur úr NKF, sum
stendur fyri Nordisk Køks-
sjef Forening, í Føroyum og
løgdu lag á.
Uni Gullfoss, sum er
kokkur á Hotel Hafnia og
stigtakari til felagið, sigur,
at NKF er eitt áhugafelag,
sum eitt nú skipar fyri
kappingum og víðari út-
búgvingum í Evropu fyri
kokkar og smyrjibreyðs-
jomfrýr.
- Vit hava fingið avrit av
reglugerðunum hjá feløg-
unum í okkara grannalond-
um og fara nú at snikka
okkara
egnu
reglugerð
saman – eina reglugerð,
sum hóskar til okkara við-
urskifti.
Uni sigur, at tá ið før-
oyska felagið er vorðið
skipað við reglugerð, verð-
ur søkt um limaskap í NKF,
og hesin limaskapur bíðar
bert eftir, at tey hava fingið
hesi viðurskifti upp á pláss.
- Eg vænti, at tað fer at
taka okkum einar tveir
mánaðir, til vit eru limir í
norðurlendska áhugafelag-
num, sigur hann.
HM-kapping
Eitt stórt tiltak fyri kokkar
og smyrjibreyðsjomfrýr er
heimsmeistarakappingin,
sum verður fyriskipað fyri
kokkar. Hetta er ein árlig
kapping, sum fyrst í hesum
árinum varð hildin í Frak-
landi – og ætlandi verður
hildin í Íslandi næstu ferð.
Uni sigur, at Frakland
hevur leingi verið leiðandi
land, tá ið ræður um mat-
gerð og matlist, sum hann
rópar tað, men seinnu árini
hava onnur lond í Evropu
rættiliga vunnið seg fram.
- Ein tílík heimsmeistara-
kapping fyri kokkar verður
skipað soleiðis, at 5 fólk
eru á hvørjum liði, ið um-
boðar hvørt landið, sum er
við í kappingini.
Hóast
onnur
lond
í
Evropu hava vunnið seg
fram, vunnu kokkarnir úr
Fraklandi HM-kappingina
aftur hesaferð.
- Men teir hava tó ikki
vunnið hvørja ferð, leggur
Uni aftrat.
Hann sigur, at tá ið HM-
kapping aftur verður mill-
um kokkar, væntar hann, at
eitt umboð úr nýggja felag-
num, Kokkar í Føroyum,
verður við í dómsnevndini,
men fyri ta tíð noyðist eitt
slíkt umboð at hava tikið
eina ávísa útbúgving sum
dómari á økinum.
- Eg haldi, at henda kapp-
ingin verður í Íslandi til
várs, sigur hann.
Um føroyskir kokkar fara
at taka lut í komandi heims-
meistarakappingini, dugir
Uni ikki at siga, tí felagið er
so nýtt – og hevur enn ikki
fingið eina reglugerð at
virka eftir.
Føroyskar vørur
Uni Gullfoss sigur, at eitt
av endamálunum hjá før-
oysku
kokkunum
og
smyrjibreyðsjomfrúnum í
nýggja felagnum verður at
fáa
føroyskar
fiska-og
skeljavørur meira fram í
Evropu.
- Vit fáa sum nevnt sjálv-
støðugan limaskap í Nord-
isk Køkssjef Forening, og
her ætla vit okkum eisini at
gera okkum galdandi sum
land, eins og vit ætla við
hvørt høvi at fáa føroyskar
vørur, serliga fiskavørur og
skeljavørur, meira kendar
úti í heimi.
Hann vísir á, at londini,
sum eru limir í NKF, eru
Danmark, Svøríki, Noregi,
Finland og Ísland – og
síðan kemur Føroyar sum
sætta landið.
- Vit eru í minsta lagi 30
útbúnir kokkar og smyrji-
breyðsjomfrýr í Føroyum,
og vit ætla okkum eisini at
skipa fyri kappingum her
heima, sigur Uni Gullfoss
at enda.
Kristin formaður
Formaður
í
felagnum,
Kokkar í Føroyum, er leir-
víkingurin, Kristin Jacob-
sen, sum starvast hjá Før-
oya Tele.
Hinir í nevndini eru; Uni
Gullfoss, sum starvast hjá
Hotel
Hafnia,
Gundur
Fonsdal úr Vestmanna, sum
starvast hjá Hotel Føroyum,
Leif Sørensen, sum er
kokkur og rekur Gourmet
og Petur Petersen, sum
starvast hjá Føroya Bjór.
Kokkar í Føroyum:
Vilja gera føroyskar fiska-og
skeljavørur kendar úti í heimi
Føroyskir kokkar og smyrjibreyðsjomfrýr høvdu norðurlendska vitjan, tá ið felagið, Kokkar í
Føroyum, varð stovnað. Stundir vóru eisini at fara út um ein túr
Lagið var gott, og tey hugnaðu sær saman
Nú hava føroyskir kokkar og smyrjibreyðsjomfrýr eisini fingið
sítt egna felag