Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 206 • fríggjadagur • 28. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Jógvan Martin og John taka landsliðið Enn eru boðini ikki váttað. Men tað skuldi verið púrasta vist. Jógvan Martin Olsen verður nýggjur lands- liðsvenjari, og John Petersen verður nýggjur hjálparvenjari LANDSLIÐSVENJARI Jákup Mørk Hósmorgunin sendi Fót- bóltssambandið út tíðinda- skriv, har tíðindafundur varð fráboðaður. Tíðinda- fundurin verður í FSF- húsunum fríggjadagin kl. 10.30, og bara eitt punkt er á skránni. Nevnliga setan av nýggjum A-landsliðs- venjara. Føroysk loysn Í Fótbóltssambandinum hava menn hesa seinastu tíðina verið óvanliga kúrrir, tá tosið um nýggjan lands- liðsvenjara hevur stungið seg upp, og tað tykist eisini púrasta vónleyst at fáa nakra almenna váttan um, hvør nýggi venjarin verður. Men tað skuldi kortini verið púrasta víst, at talan verður um eina føroyska loysn. Tá Henrik Larsen í síni tíð fekk boðini um, at hansara tíð í sessinum var um vera farin, skrivaðu vit, at nógv talaði fyri, at Jógv- an Martin Olsen gjørdist nýggi maðurin í sessinum. Sjálvur hevur Jógvan Martin ikki vilja gjørt við- merkingar til hendan partin áður, og tað vil hann fram- vegis ikki. Men sambært okkara upplýsingum, so verður toftamaðurin nú høvuðsvenjar, eftir at hann í níggju ár hevur virkað sum hjálparvenjari á lands- liðnum. Og sambært tí, sum vit hava fingið at vita, so er navn eisini sett á, hvørjir næstu menninir hjá Jógvan Martini skulu verða. Jens Martin Knudsen hevur seinastu tíðina verið knýtt- ur at venjarapartinum á landsliðnum sum málmans- venjari. Og seinasta dystin varð hetta eisini gjørt for- melt, soleiðis at runavík- ingurin stóð skrásettur sum málmansvenjari á dómara- seðlinum. Hann hevur eis- ini áður arbeitt saman við Jógvan Martin Olsen, og tað er alt, sum bendir á, at hetta samstarvið eisini fer at halda fram. John er jokarin Tá løgtingsvalið var á skránni í januar mánaði, fekk John Johannesen leik- lutin sum jokarin hjá javn- aðarflokkinum. Og tað ber væl til at tosa um jokara, tá hjálparvenj- arin hjá A-landsliðnum nú verður settur. Og eisini her eitur jokarin John. John Petersen skal nevn- liga - eftir tí, sum vit hava skilt - vera nýggi hjálpar- venjarin á landsliðnum. Hann hevur seinasta góða árið búleikast í Viborg, har unnustan er farin undir út- búgving. Men sum skilst, so eru útlit fyri, at úbúgv- ingin kann fullførast í Før- oyum. Eins og Jógvan Martin Olsen, so segði John Peter- sen seg ikki hava nakra við- merking yvirhøvur, tá vit høvdu orðið á honum hós- morgunin. Og sum tað onk- untíð er stðafest, so er ein slík viðmerkingum í sjálv- um sær munandi meira op- in, enn um svarið var nei. Tað er einki at ivast í, at valið av John Petersen kem- ur sera óvart á stóran part av teimum, sum hava fylgt landsliðnum. Men fyri tað er als ikki víst, at talan er um nakað vánaligt hugskot. Spælarans maður Fyrst og fremst, so hevur John eitt stórt navn í før- oyskum fótbólti. Hóast hann ikki hevur nomið sær nakrar serligar royndir sum venjari, so var hann sum spælari ein av teimum, sum við góða bóltførleikanum og ikki minst taktiska med- vitinum kundi broyta dyst- argongdina í einum dysti. Sum persónuar er hann eisini typan, ið væl egnar seg til at læra frá sær. Í so máta er einki undur í, at hann valdi lærarastarvið, tá útbúgving skuldi veljast. Og at enda, so vil hann heilt víst kunna vera eitt sera gott val sum bindiliður millum spælarar og venj- ara. Hann hevur í átta av teimum níggju árunum hjá Jógvan Martini verið ein týðandi partur av landsliðs- hópinum, og tí hevur hann hollan kunnleika til tað, sum nýggi landsliðsvenjar- in stendur fyri. Hartil er hann eisini ein maður, sum hevur stórt álit millum verandi spælararnar. Og hvør veit. Kanska kundi hann eisini verið maðurin, sum kundi lært landsliðsspælararnar at skjóta mál. Nakað sum helst hevur verið størsta einstaka mangulvøran á landsliðnum, hesa seinastu undankappingina. Sterki kollfirðingur- in vann rímiliga trygt KBI-Open. Tveir ungir klaks- víkingar vórðu næst- ir í røðini TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Eins og í fjørheyst skip- aðu klaksvíkingar herfyri fyri talvkapping í Skákin- um á Akursmørk. Finn- bjørn Vang vann ruddiliga seinasta ár. Kappingin varð tíverri lýst nakað seint og helst varð hetta orsøkin til lága luttakaratalið, tíggju. Við høvuðsstuðli í rygginum vórðu góðir vinningar til fremstu telvararnar. Hans Kristian Simon- sen, ið mangan hevur ver- ið greiður favorittur í eitt nú vikuskiftiskappingum í Havnini seinastu árini, er ikki bangin fyri at favor- ittrolluni. Hugurin til talv vinnur á óttanini fyri at missa rating. Soleiðis skal hugburðurin sjálvandi vera hjá øllum telvarum. Dragaberg royndist væl Unglingaføroyameistarin úr Klaksvík, Rógvi Dragaberg, gav Hans Kristiani kapping. Talvið teirra millum í 3. umfari endaði javnt og tá mangl- aðu báðir teirra at telva ímóti hinum oddafiskun- um, Finnbirni og Tummas Martini Anthoniussen. Alt kundi tí henda. Hans Kristian helt høvdið kalt og vann á júst nevndu telvarunum. Og tá Rógvi tapti ímóti Rana Baldurssyni í fimta og seinasta umfari, varð greitt, at Hans Kristian vann árligu vikuskiftis- kappingina í Klaksvík. Rógvi hevði í 4. umfari vunnið heldur óvæntað á Tummas Martini. Við sigrinum á Rógva, endaði Rani saman við Rógva á deildum 2. plássi. Góð úrslit hjá lokalu ungu telvarunum, serliga hjá Rógva. Klaksvíkingar hava brúk fyri øllum góð- um kreftum, nú felagið hevur tvey lið í 1. deild. Tí fegnast teir um vaksandi talvstyrkina hjá Rógva og Rana. Eisini Bogi Hansen er ein telvari í framgongd. Finnbjørn kann ikki vera nøgdur við trý stig og deilt triðja pláss. Men sum hann segði eftir kappingina, so var tað gott at sleppa at telva aft- ur. Hann brúkti kapping- ina einamest sum venjing til liðkappingina, ið byrjar 6. novembur. Hans Kristian segði seg ikki vera í serliga góðum formi, hóast hann vann kappingina. Tó varð sigur hansara á Tummas Martin góður og vísti eisini mun- in millum føroyska elitu- telving og telvarar undir 2000 í rating. Endaliga støðan Hans K. Simonsen (2264) 4,5 stig av 5 Rógvi Dragaberg (1602) 3,5 Rani Baldursson (1844) 3,5 Finnbjørn Vang (2098) 3,0 Bogi Hansen (1367) 3,0 Tummas M. Anthons. (1903) 2,5 Herborg Hansen (1278) 2,0 Vagn Heldarskarð (1453) 2,0 Dánjal P. Jacobsen (1220) 1,0 Klæmint Hansen (------) 0,0 Liðkappingin verður Elo-ratað Nýggja nevndin í Talv- sambandi Føroya, við Jógvani Joensen sum for- manni, hevur gjørt av, at liðkappingin 2005-06 verður skrásett hjá FIDE. Fyrr hava úrslitini í heim- ligu liðkappingini bert ávirkað føroyska rating- talið, men nú verður møguleiki at eisini betra um sítt altjóða ratingtal. Liðkappingin byrjar sum kunnugt 6. novem- bur. Meira verður at frætta um liðini og favorittarnar í 1. deild í komandi talv- teigi. Hans Kristian vann í Klaksvík Tað verður Jógvan Martin Olsen, sum verður nýggjur A- landsliðsvenjari í fótbólti. Nýggjur hjálparvenjari verður John Petersen, meðan Jens Martin Knudsen heldur fram sum málmansvenjari