fríggjadagur 28. oktober 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 206 - 28. oktober 2005
Tá ið Frem miku-
kvøldið fyri fyrstu
ferð í hesum kapp-
ingarárinum vann á
heimavølli, vóru
allir tríggir føroy-
ingarnir á vøllinum
alla tíðina
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Mikukvøldið eydnaðist
tað Frem fyri fyrstu ferð í
hesum kappingarárinum
at vinna á heimavølli.
Frem spældi móti Her-
følge, og úrslitið var 1-0,
sum eisini var støðan í
steðginum. Talan var um
útsetta uppgerð. Dysturin
varð útsettur, tí Jón Rói
Jacobsen og Gunnar Niel-
sen vóru við føroyska
landsliðnum í Ísrael.
Sigurin ber við sær, at
Frem fekk luft í botnin-
um. Í vikuskiftinum skulu
teir spæla á útivølli móti
Skjold og Atla Gregersen.
Á sama hátt sum síðsta
sunnudag so vóru allir
tríggir føroysku spælarar-
nir í Frem á liðnum miku-
kvøldið. Jón Rói Jacobsen
var í miðverjuni, Jónas
Þór Næs var vongverji í
høgru, og Gunnar Nielsen
var málverji.
Síðstu løtuna var trýstið
stórt á Frem málið, men
Gunnar Nielsen megnaði
at halda tætt. At avrikið
hjá honum aftur hesa ferð
var sannførandi man iva-
leyst bera við sær, at tað
ikki verður heilt so av sær
sjálvum, sum tað annars
hevur verið roknað við, at
veteranurin Jørgen Niel-
sen skal vinna plássið aft-
ur, tá ið hann verður kom-
in fyri seg eftir skaðan,
sum hann hevur verið
plágaður av síðstu vik-
urnar.
Næstbestu klaksvík-
ingarnir vunnu tepr-
an sigur á næstbestu
B36 monnunum,
men tað kann fara at
vísa seg at verða
kostnaðarmikið, at
KÍ í evstu løtu gjørdi
sjálvmál
ENDASPÆL UM
PLÁSS Í 2. DEILD
Jóannes Hansen
Um tað verður KÍ, ella um
tað verður B36, sum skal
eiga síðsta plássið í næst-
bestu deildini, verður av-
gjørt í Gundadali í morg-
in. KÍ vann mikukvøldið
2-1 á heimavølli, eftir at
tað í steðginum hevði ver-
ið málleyst. Harvið er alt
púra opið undan seinnu
uppgerðini.
Erling
Fles
skoraði
bæði KÍ málini. Fyrra-
partin av kappingarárin-
um var hann á besta KÍ
liðnum, men tíðliga í
summar varð hann skadd-
ur, og síðani tá hevur hann
ikki verið førur fyri at
venja við fullari ferð.
Mikukvøldið var venj-
ingarstøðan hjá Erlingi
nóg góð at skjóta tvey
mál. Tað fyrra fekk hann,
tá ið ein tími var farin, og
tað seinna skoraði hann,
tá ið tað restaðu átta
minuttir.
Tá ið KÍ fekk seinna
málið, vóru teir tíggju
móti ellivu. Eitt korter
restaði, tá ið Frank Joen-
sen fyri aðru ferð sá gula
kortið og harvið sá reytt.
2-0 hevði verið fín út-
gangsstøða í Gundadali
hjá KÍ, men í evstu løtu -
2. hálvleikur var 46.30
gamal! - fekk B36 málið,
sum kann fara at vísa seg
at vera munurin á 2. og 3.
deild.
Málið
skoraðu
klaksvíkingar sjálvir, eftir
at B36 hevði sent fríspark
í KÍ brotsteigin.
KÍ-B36 2-1 (0-0)
Dómari: Petur Reinert
1-0: Erling Fles 60.
2-0: Erling Fles 82.
2-1: sjálvmál 90.
Reytt kort: Frank Joen-
sen (tvey gul) í 75.
minutti
Endiliga
eydnaðist tað
Alt er
framvegis opið
GÍ fer ikki at dumpa
Sandoyingar høvdu
bóltin nógv, men teir
vóru ikki nóg av-
gjørdir, tá ið GÍ hevði
deyðbóltsstøður
ENDASPÆL
Jóannes Hansen
Tað var gott lag á mongu GÍ
viðhaldsfólkunum, tá ið tey
í
fína
heystarveðrinum
mikukvøldið um seks tíðina
fóru úr Sarpugerði. GÍ
hevði vunnið 3-0 á B71, og
harvið talar alt undan upp-
gerðini á Sandi í morgin
fyri, at GÍ eftir ferðina um
Skopunarfjørð fer at hava
atgongumerkini til bestu
deildina til hús við sær aftur.
Úti á vøllinum var mun-
urin ikki eyðsýndur. B71,
sum hevði fitt av áskoðarum
við sær, dugdi væl at umsita
bóltin, og í løtum fleyt sam-
anspælið hjá teimum betri,
enn tað gjørdi hjá heima-
liðnum. Serliga í løtum í 1.
hálvleiki tóktist tað sum um,
at tað var fjáltur á fleiri GÍ
spælarum.
Uppstillingin
minti ofta meiri um 4-5-1
enn um 4-3-3, og tá ið
Popczynski sum sentrali
álopsspælarin ofta leitaði
aftur á vøllin fyri at taka
ábyrgd í álopsmyndingini,
var broddurin ofta lítil.
B71 var í 3-5-2 útgangs-
støðu. Tummas Pauli Ol-
sen, Símin Hansen og
Clayton
Soares
tóktust
vandamiklir, tá ið teir bjóð-
aðu av ein móti einum, men
B71
gjørdist
ongantíð
orduliga vandamikið. Verj-
an við Kára Sørensen á
odda hevði oftast tak á.
Valdemar
Nowicki
var
tryggur í málinum, men tað
kostaði ógvuliga nógv, at
sandoyingar í einstøkum
førum ikki vóru nóg av-
gjørdir í deyðbóltsstøðum.
Í 11. minutti fekk GÍ hol
á. Long frísparksframlegg-
ing úr vinstru endaði við, at
Hans Jørgen Djurhuus, sum
mundi vera mest eyðsýndi
maðurin á heimaliðnum,
setti krúllin undir bóltin,
sum av nakkanum á mið-
vallaranum fór dygst inn
við handara stólpanum.
Eftir steðgin vóru teir á
heimaliðnum
minni
strongdir og betri skipaðir.
At Magni Jarnskor varð
settur á sentralt miðvallar-
pláss gjørdi stóran mun.
Leikferðin var sjálvandi
ikki so høg, sum hon var á
Skála leygardagin, og tá ið
Krzystof Popczynski eftir
uppspæl í høgru og flatt
innlegg við handara stólpan
økti til 2-0, var meiri friður
yvir GÍ spælinum.
Clayton Soares var tvær
ella tríggjar ferðir um repp-
ið at bróta ígjøgnum og
harvið at fáa møguleika at
skjóta sera týdningarmikla
B71 málið á útivølli, men
tað eydnaðist ikki, og har-
við tykist B71 møguleikin
at vera lítið realistiskur.
Níggju minuttir undan
leikloki syrgdi Hanus Jac-
obsen, sum undan steðg-
inum hevði verið miðvallari
í høgru, og sum í 2. hálv-
leiki var vinstri vongverji,
fyri, at tað er lættari hjá GÍ
viðhaldsfólkunum at gera
útferð í Sandoynna í morg-
in. Áslakur R. Petersen frí-
spark eitt sindur úr høgru
varð blokerað í manngarð-
inum. Bólturin sigldi í boga
til handara stólpan, har tað
tóktist sum um, at verjan
hevði tak á støðuni. Tað
høvdu teir ikki, Hanus Jac-
obsen smekkaði til, og tað
skal vilja heilt illa til hjá GÍ
í morgin, um teir ikki fara at
vinna rættin at halda fram í
fremstu røð, har teir hava
verið seinastu fjórðings
øldina.
ENDASPÆL um pláss í
FORMULADEILDINI
GÍ-B71 3-0 (1-0)
1-0: Hans Jørgen Djurhuus
11.
2-0: Krzystof Popczynski
50.
3-0: Hanus Jacobsen 81.
GÍ: Marcin Dawid - Ás-
lakur R. Petersen, Robert
Rzeczycki, Kaj Ennigarð,
Poul Henning Jacobsen
(Magni Jarnskor, 46.) -
Sverri Jacobsen (Jónreid
Dalheim, 89.), Sámal Joen-
sen, Hans Jørgen Djurhuus,
(Poul Andreas Jacobsen,
89.) - Hanus Jacobsen,
Krzysztof
Popczynski,
Símun Louis Jacobsen
Gult kort: Símun Louis
Jacobsen
B71: Waldemar Nowicki -
Bergleif Sólsker, Kári Sør-
ensen, Hanus Clementsen -
Sverrir Kjærbo, Eirikur
Poulsen, Clayton Soares,
Eli Hentze, Magnus Olsen,
Símin Hansen, Tummas
Pauli Olsen
Gult kort: Símin Hansen,
Clayton Soares, Eirkur
Poulsen
AaB hevur rættuliga
flutt seg frá botninum,
meðan tað stendur illa
til hjá Rógva Jacobsen
og SønderjyskE
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Aftur mikukvøldið, tá ið 15.
umfarið var á skránni, vóru
allir tríggir føroyingarnir á
vøllinum, og aftur hesa ferð
var Johan B. Hansen allar
90 minuttirnar á vinstra
vongverja hjá Horsens. Teir
høvdu vitjan av Silkeborg.
Horsens hevði framman-
undan ikki vunnið á heima-
vølli, og Silkeborg hevði
ikki vunnið á útivølli!
Og fyri fimtu ferð í hes-
um kappingarárinum end-
aði tað málleyst á heima-
vøllinum hjá Horsens. Tað
er met, men í Horsens
halda teir seg ikki spæla
keðiligan fótbólt. Og tað
gjørdu teir ikki, tá ið teir
sunnudagin taptu 1-0 í
Parkini móti FCK.
Mikukvøldið vann FCK
4-1 í Haderslev móti Sønd-
erjyskE. Harvið hevur FCK
í fimtan teimum fyrstu um-
førunum vunnið tólv ferðir
og tríggjar ferðir spælt
javnt. Talan er um nýtt met
hjá FCK, sum økti um
leiðsluna, soleiðis at hon nú
er seks stig.
Rógvi Jacobsen varð
settur á vøllin, tá ið tað
restaðu níggju minuttir.
Meðan Rógvi var á vøll-
inum, skoraði FCK tvey
mál. SønderjyskE er nógv
aftast, og góða úrtøkan
hevur ikki enn víst seg, sum
tað varð roknað við skuldi
gerast veruleiki, tá ið Mort-
en Bruun fyrr í heyst
gjørdist venjari.
FCK leiðlsan øktist, tí
Brøndby og Viborg ikki
megnaðu meiri enn javn-
leik. Brøndby spældi 0-0 í
Esbjerg, har illa kroysta
heimaliðið stríddist sum
fyri lívinum, og Viborg var
partur av sera undirhald-
andi uppgerð í Århus, har
illa stadda AGF, sum fram-
vegis er niðanfyri strikuna,
vísti góðan hugburð. Úr-
slitið varð 3-3.
Súni Olsen var allar 90
minuttirnar á AaB liðnum,
sum í Odense vann 2-0 á
OB. Talan var um fínt AaB
avrik, og Súni Olsen fekk
gult kort, tá ið ein hálvur
tími var farin. AaB framdi
tríggjar útskiftingar, og tá
ið Súni Olsen alla tíðina var
á vøllinum man tað boða
frá, at teir í Aalborg nú
síggja Súna Olsen sum ein
av føstu monnunum.
Hjá FCM hevur tað í
Herning ikki gingið soleið-
is, sum tað áður hevur
gjørt. Eftir 5-0 lúsingin í
Brøndby sunnudagin hevur
verið tosað um, at FCM
venjarin, Erik Rasmussen,
skal fáa sekkin. Tað hevur
hann ikki fingið, og miku-
kvøldið var tað ikki heilt
galið, tá ið FCM á heima-
vølli megnaði 1-1 móti
FCN. Felagið úr Farum
hevur staðið seg væl, og nú
eru teir á fjórða plássi.
Súni hevur vunnið fast pláss
Stefanova,A (2494) - Hari-
krishna,P (2673)
Essent Hoogeveen NED
(2), 24.10.2005
1.d4 d5 2.c4 c6 3.e3 Rif6
4.Ric3 e6 5.Rif3 Ribd7
6.Bd3 dxc4 7.Bxc4 b5
8.Be2 Bb7 9.0-0 Be7 10.a3
a5 11.Bd2 (11.e4 var eisini
ein møguleiki) 11...0-0
12.Fc2 Fb8 13.Rab1 b4
14.Ria4 c5! 15.Rixc5 Bxc5
16.dxc5 Be4 17.Bd3 b3
18.Fc3
Rixc5
(Svartur
hevur telvað betur í mið-
spælinum og hevur eisini
fyrimun) 19.Bxe4 Ricxe4
20.Fc4 a4 21.Bb4 Rc8
22.Fd4
Fc7
23.Rfc1?
Fxc1+ 24.Rxc1 Rxc1+
25.Rie1 e5 26.Fd3 Rig5
27.Fb5 h6 28.Fxe5 Rd8
29.Fa5 Rdd1 30.h4 Rige4
31.f3
Rid5
32.Fxa4?
(32.fxe4 Rixb4 33.Fxb4
Rxe1+
34.Kh2
hendan
støðan tykist rættiliga jøvn)
32...Rief6! 33.Ba5 Rixe3
34.Fxb3 Ric2 35.Fb8+ Kh7
36.Ff4 Rixe1 37.Kh2
Støðumynd eftir 37.Kh2
Rixf3+!
38.Fxf3
Rh1+
39.Kg3 Rcf1 40.Fe2 g6
Næsti leikur er Rih5+ 0-1
Talvið hesa vikuna