fríggjadagur 28. oktober 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 206 - 28. oktober 2005
17
UTTAN ÚR HEIMI
Gera ov nógv av
Russisku myndugleikarnir halda, at norska sjóverjan
gjørdi í so nógv av, tá hon fyri nøkrum døgum síðani
gav tveimum russiskum skipum boð um at sigla til
Bjarnoynna. Talan var um ein trolara og eitt flutnings-
skip. Flutningsskipið var í ferð við at taka ímóti fiski
frá trolaranum, men norðmenn steðgaðu arbeiðinum, tí
tey bæði skipini høvdu ikki boðað frá, at tey skuldu
umskipa fisk í verndarøkinum við Svalbard.
Í rættinum í Longyerbýnum á Svalbard fekk trolarin
900.000 norskar krónur í bót, og flutningsskipið varð
dømt at gjalda 1,25 millión krónur. Harumframt fingu
teir báðir skipararnir 5.000 krónur í bót hvør.
Men reiðaríið hjá trolaranum sýtir fyri at rinda bótina
hjá skipinum. Ein talsmaður hjá reiðarínum sigur við
Aftenposten, at trolarin hevur ikki brotið nakra russiska
lóg, men at skiparin helt seg til vegleiðingarnar frá russ-
isku myndugleikunum. Hann heldur, at norðmenn hava
gjørt alt ov nógv av. Reiðaríið hevur biðið teir politisku
myndugleikarnar í Moskva taka málið upp, tá Russland
og Noreg í næstum fara at tosa um veiðirættindini í
Barentshavinum.
Í gjár lógu tey bæði russisku skipini framvegis við
Bjarnoynna.
Prestar misnýttu børn kynsliga
Írar eru á gosi í hesum døgum, eftir at ein frágreiðing
hevur avdúkað, at nógvir katólskir prestar hava misnýtt
børn og ung kynsliga, og at myndugleikarnir vistu tað
uttan at leggja uppí.
Tað er fyrrverandi dómarin Frank Murphy, sum hevur
skrivað frágreiðingina. Í sínum kanningum hevur hann
tosað við umleið 100 fólk, sum blivu kynsliga misnýtt í
árunum frá 1966 til 2002. Fólkini búðu í biskupsdømin-
um Ferns í landssynningspartinum av Írlandi, og sam-
bært frágreiðingini gjørdu 21 prestar har seg sekar í
kynsligari misnýtslu. Átta av teimum 21 prestunum eru
ikki á lívi longur. Frank Murphy sigur, at sambært skjøl-
unum, sum hann hevur funnið, vóru ymsir myndugleikar
vitandi um, hvat hendi. Eitt nú fekk løgreglan fleiri frá-
boðanir, men skjølini vísa, at løgreglan gjørdi lítið burtur
úr málunum.
Írski forsætisráðharrin, Bertie Ahern, sigur seg vera
skelkaðan av innihaldinum í frágreiðingini, og at ágang-
urin slapp at halda fram, uttan at nakar gjørdi nakað við
tað. Nú hevur ákæruvaldið fingið frágreiðingina hjá
Frank Muprhy, og ákæra verður reist ímóti teimum seku.
Samstundis fyrireikar stjórnin eitt uppskot, sum skal
áleggja fólki at boða frá, fáa tey frænir av, at børn ella
ung verða misnýtt kynsliga, skrivar Reuter úr Dublin.
Kent torn skal málast
Býráðið í týska høvuðsstaðnum Berlin hevur samtykt,
at tað kenda sjónvarpstornið í býnum skal málast í
sambandi við heimsmeistarakappingina í fótbólti, sum
verður í Týsklandi næsta summar.
Umframt at hýsa ymsari útgerð til sjónvarps- og tele-
fonkervið hevur tað kenda tornið eina snarandi mat-
stovu, sum í skapi líkist einari silvurlittari kúlu. Tað er
hendan kúlan, sum skal málast. Ætlanin er at mála hana
reyða, so hon skal líkjast einum risastórum fótbólti, men
summir skemtarar vísa á, at so verður sjónvarpstornið
líka reytt, sum tað var í gomlum døgum. Tað stendur í tí
fyrrverandi eysturtýska partinum av Berlin og varð bygt
í sekstiárunum. Men býráðið í Berlin hevur gjørt av, at
tann reyða málingin skal vaskast avaftur, so skjótt HM-
kappingin er liðug.
Dystirnir í heimsmeistarakappingini verða spældir
um alt Týskland, men sjálv finalan verður í Berlin.
Dýrir fyrilestrar
Tann kendi amerikanski ríkmaðurin Donald Trump verð-
ur ofta biðin at halda fyrilestur um mangt og hvat, men tað
er ikki hvør sum helst, ið kann senda boð eftir honum.
Herfyri helt Donald Trump fyrilestur á einari ráð-
stevnu í New York. Fyrilesturin vardi ein tíma, og fyri
hann máttu fyrireikararnir gjalda hálva aðru millión
dollarar, skrivar blaðið New York Daily News. Tað vil
siga, at tað kostaði umleið 2500 krónur um sekundið at
fáa tann kenda ríkmannin at halda fyrilestur.
Høvuðsboðskapurin hjá Donald Trump er, at ein skal
ikki bera seg undan avbjóðingum, og at ein eigur at
brúka allar snildir fyri at vinna á einum avbjóðara.
Heimsins ríkastu svíkja
tey neyðstøddu
Enn hava tey ríku
londini bara játtað
ein brotpart av teirri
hjálpini, sum teimum
neyðstøddu í Pakist-
an og Kashmir tørvar
NEYÐHJÁLP
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað er lítið hugaligt at ar-
beiða sum neyðhjálparfólk í
jarðskjálvtaøkinum í Pakist-
an og tí indiska partinum av
Kashmir. Allastaðni ganga
fólk og biðja um mat, vatn
og skjól, men neyðhjálpar-
fólkini hava ikki nóg mikið
at geva teimum. Altjóða
hjálparstovnurin WFP sigur,
at enn hava umleið ein hálv
millión fólk onga hjálp
fingið, og nú eru meiri enn
tríggjar vikur síðani tann
harða jarðskjálvtan. WFP
hevur bara fingið 13 prosent
av teimum umleið 350
milliónum krónunum, sum
stovninum tørvar fyri at
geva teimum neyðstøddu
mat nú og teir næstu mánað-
arnar. Amir Abdullah, sum
er deildarstjóri í WFP, sigur
við Dagsavisen, at nógv
fólk fara at doyggja, fáa tey
ikki hjálp skjótt.
Aðrir hjálparfelagsskapir
kæra seg eisini um, at tað
gongst sera illa at fáa ta
pengar til ta neyðugu hjálp-
ina. ST bað upprunaliga al-
tjóða samfelagið um tvær
milliardir krónur til neyð-
hjálp, men fyrradagin kunn-
gjørdi heimsfelagsskapurin,
at tørvur er á næstan 3,5
milliardum krónum.
- Pengarnir eru neyðugir,
skal tað eydnast okkum at
bjarga
umleið
trimum
milliónum
mannalívum,
segði varaaðalskrivarin Jan
Egeland á einari ráðstevnu í
Genéve.
Men illa gongst at fáa
tann ríka partin av heimin-
um at lata tann neyðuga
stuðulin.
Hjálparfelags-
skapurin Oxfram segði í
gjár, at tað stendur ikki á at
fáa tey ríku londini at geva
tilsøgn um stuðul, men at
enn hava tey ríkastu londini
bara latið ein triðing av tí,
sum tey hava lovað.
WFP og hjálparfelags-
skapirnir siga, at tað eru
serliga børnini, sum líða
undir teirri vantandi hjálp-
ini. Hildið verður, at enn
hava
umleið
umleið
125.000 børn í Pakistan
ikki fingið nakra hjálp síð-
ani skjálvtan 8. oktober.
Í næstum fæst at vita,
hvør avdúkaði navnið
á einum loyniligum
agenti hjá amerikon-
aksu fregnartænast-
uni CIA. Dick
Cheney, varaforseti,
verður nevndur sum
ein møguligur leki
GØLA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyri tveimum árum síðani
avdúkaði eitt amerikanskt
blað navnið á einum loyni-
ligum agenti hjá fregnar-
tænastuni CIA. Tað er
revsivert í USA, tí ein tílík
avdúking kann koma agent-
inum í lívsvanda.
Men hvør var tað, sum
avdúkaði navnið á Valery
Plame? Tann spurningin
hevur ein óheftur granskari
kannað, og um stutta tíð
kemur frágreiðing hansara.
Longu nú bendir nógv á, at
tað var ein sera týðandi
kelda í Hvítu Húsunum,
sum avdúkaði navnið á Val-
ery Plame. Orsøkin skal
hava verið, at hon er gift við
einum fyrrverandi amer-
ikonskum sendiharra, sum
var illa lýddur í Hvítu
Húsunum um tað mundið, tí
hann hevði avdúkað, at
stjórnin segði ikki sannleik-
an um hópoyðingarvápnini
hjá Saddam Hussein.
Millum
teirra,
sum
kunnu verða ákærdir í mál-
inum, eru Dick Cheney,
varaforseti, Karl Rove, ráð-
gevi hjá George W. Bush,
forseta, og Lewis Libby,
sum er ein av næstu monn-
um varaforsetans. Tals-
menn hjá Hvítru Húsunum
hava sagt, at har stúrir eing-
in fyri frágreiðingini, men
eygleiðarar siga, at í veru-
leikanum
skelva
Hvítu
Húsini, skrivar AP.
Sjálvur hevur Bush, for-
seti, sagt, at alt tosið um
frágreiðingina órógvar um-
sitingina, sum eftir hansara
tykki hevur aðrar og meiri
týðandi uppgávur at røkja.
Men fleiri kongresslimir
hava mint forsetan á, at tað
er eitt álvarssamt brotsverk
at avdúka loyniligar agentar
hjá CIA, og at slíkt skal
revsast.
Hvítu Húsini skelva
Tey ríku londini svíkja tey, sum vórðu rakt av jarðskjálvtanum tann 8. oktober. Umleið 125.000
børn hava onga hjálp fingið enn