Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. oktober 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 207 - 29. oktober 2005 Um vikuskiftið skipar Heimamissiónin fyri leiðararáðstevnu, har dentur verður lagdur á arbeiðið í framtíðini. – Vit ynskja at gera fólk betri før fyri at møta stóru avbjóðingunum í samtíðini, sigur Vagn Foldbo, aðalskrivari RÁÐSTEVNA Snorri Brend Toftir: - Heimamissiónin ynskir at møta menniskjum har tey eru stødd og í teirri støðu, tey eru í. - Vit vilja fara út á gøtur- nar, á internetið, til tey veiku og sjúku og møta teimum við Jesu sinnalagi. Soleiðis ljóða nakrar av visjónunum fyri arbeiðið hjá hesi missiónsrørsluni í framtíðini. Leiðslan hevur stungið allar hesar hugsanirnar út í kortið, og nú skal hetta so tosast nærri ígjøgnum við leiðarar í Heimamissiónini. Tí verður bjóðað til ráð- stevnu um vikuskiftið við heitinum "Finn Guds vilja – frem Guds verk". Sigast kann, at evnið er væl valt, tí ikki færri enn 150 leiðarar eru á skeiðnum, sum fer fram í missiónshúsinum á Toftum. Ætlanin var upprunaliga at henda ráðstevnan skuldi vera á Hotel Runavík, Sjó- mansheimið. Men vegna ta ovurhonds stóru undirtøk- una varð neyðugt at flyta skeiðið til missiónshúsið á Toftum. Saman at standa Skeið byrjaði í gjárkvøldið og endar í kvøld. Talan er tí um eina strævna, men kort- ini áhugaverda skrá, har møguleikar eisini eru at tosa víðari um tey einstøku evnini við onnur. Skeiðið verður skipað so- leiðis, at danski undirvís- arin, Bent Jacobsen kemur við einum uppleggi, sum tað síðani verður kjakast um í bólkum. Her verður skipað soleiðis fyri, at fólk úr tí einstaka missiónshús- inum koma at arbeiða sam- an í bólkunum. Vónað varð tí, at fleiri komu úr hvørjum missións- húsi, so sum stýrislimir, ungdómsleiðarar, leiðarar í barnaarbeiðinum og onnur ábyrgdarfólk. - Á henda hátt kunnu vit betri røkka endamálinum við ráðstevnuni: At geva ítøkiligan íblástur til stað- bundna missiónsarbeiðið. - Hinvegin so er enda- málið eisini at arbeiða við ítøkiligum ætlanum fyri arbeiðið á heimstaðnum, sigur Vagn Foldbo. Innan Heimamissiónina er ein fult greiður yvir, at tað mangan er stríggið at standa á odda fyri einum andaligum arbeiði, tí av- bjóðingarnar eru so nógvar. - Lættast er sjálvandi bara at lata alt standa til, og einki gera. Men gera vit tað, tá svíkja vit okkara kall og húshaldaragerningin, sum okkum var litin til av Guds stóru náði, sigur aðalskrivarin at enda. 150 leiðarar tosa um framtíðina Bónus við nýggjari deild í Vágum - Hetta er eitt gamalt ynski hjá okkum, og sum nú gerst veru- leiki í Miðvági, sigur stjórin, Niels Morten- sen. Um fimm vikur letur fyritøkan upp sín fimta handil her á landi HANDLAR Snorri Brend Miðvágur: Mikudagin 7. desember fáa miðvingar og vágafólk annars eitt nýtt høvi at gera innkeyp síni í einum stórhandli. Henda dagin letur nevni- liga Bónus upp enn ein handil, - hesaferð í bygn- inginum, har smiðjan hjá J.K. Joensen áður helt til. Hetta er eitt rættiliga stórt høli, sum Bónus nú fær at ráða yvir. Hølini eru um 1000 fermetrar til støddar, harav sjálvur hand- ilin verður 800 fermetrar. - Vit halda at handilin liggur væl plaseraður her, soleiðis mitt í oynni, sigur Niels Mortensen við Sosialin. Umframt henda handilin og tann stóra í Havn, kann nevnast, at Bónus eisini rekur handlar í Klaksvík, Glyvrum og á Tvøroyri. Gamalt ynski At Bónus nú letur upp hesa deildina í Vágum er eitt gamalt ynski hjá handils- fyritøkuni. Niels Mortensen sigur, at longu áðrenn Vágatunnilin lat upp fyri skjótt trimum árum síðani, vóru hugsanir frammi um hetta. - Vit valdu tó at bíða eitt bil, fyri líkasum at síggja, hvussu alt fór at útvikla seg í Vágum. Nú mettu vit, at stundin var komin til at lata henda handilin upp, sigur hann. Teir miðaðu eftir at klára hetta undan jólum, og tað fer eisini at halda. Og mikudagin 7. desember verða so dyrnar lætnar upp á fyrsta sinni. Væntast kunnu nógv fólk henda fyrsta dagin, og helst uppaftur fleiri seinni í somu viku, uttan tó at teir hava hugsað stórvegis um tað av fyrstan tíð. - Nei, tað er meiri av tilvild at handilin letur upp beint undan føðingardegn- um hjá Vágatunlinum, sig- ur Niels. Leygardagin tann 10. desember eru nevniliga liðin trý ár síðani Vága- tunnilin lat upp, og henda dagin verður tí eisini ókeypis koyring gjøgnum tunnilin. Samstundis við hetta verður skipað fyri ymiskum tiltøkum í oynni, sum uttan iva fara at draga nógv fólk aðrastaðni frá vestur í oynna. Leguhúsið í Nesvík er karmur um høvuðsskrivstovuna hjá Heimamissiónini. Nú skulu leiðarar og ábyrgdarfólk á ráðstevnu at tosa nærri um, hvussu ein kann reka hetta víttfevnda missiónsarbeiðið í framtíðini Skrivstovu- næmingur Er tú ágrýtin, virkin, fyrikomandi og hevur hægri handilsskúlaprógv? So ert tú kanska tann heilt rætti/rætta at byrja sum skrivstovunæmingur á heilsølu okkara. Starvsøkið er í høvuðsheitum kundatænasta og telefonsøla umframt bókhald og annað skriv- stovuarbeiði. Lærutíðin er 2 ár. Lønin er sambært sáttmála við S&K. Um hetta hevur vakt tín áhuga, send eina skriv- liga umsókn við møguligum váttanum/prógvum til P/F Poul Michelsen, Hoyvíksvegur 79, FO-110 Tórshavn. Umsóknarfreist er 1. november 2005. Ætlanin er at tú byrjar beinanvegin. Vinarliga vend tær til Sólrún Michelsen,stjóra ella Niels Juel Arge, fíggjarstjóra á tlf. 314650 um tú hevur spurningar. P/f Poul Michelsen P/F Poul Michelsen ella bara PM, sum heilsølan ofta verður nevnd millum mamma, varð stovnað í 1974. PM er í dag førandi heilsøla innan sítt virkisøki og hevur kundar kring alt landið. PM er skipað í 5 deildir: Søludeild, innkeyps-, fíggjar-, goymslu- og bildeild. Umleið 50 fólk starvast hjá PM. Enn sær bygningurin tómur og oyðin út innan. Men um fimm vikur letur her upp enn ein deild hjá Bónusi – tann fimta í Føroyum Mynd: Jens Kr. Vang