leygardagur 29. oktober 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 207 - 29. oktober 2005
5
Miðvís roynd at avtofta Klaksvíkina
Steinbjørn Jacobsen,
borgarstjóri í Klaks-
vík, er alt annað enn
fegin um ætlanina um
at flyta HF skeiðið í
býnum yvir á Kambs-
dal. - Hetta er bara
enn eitt dømi um
miðvísu royndina hjá
landsstýrinum at
avtofta Klaksvíkina,
sigur borgarstjórin
KLAKSVÍKAR HF
SKEIÐ
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
- Ein skandala, er fyrsta
viðmerkingin hjá borgar-
stjóranum
í
Klaksvík,
Steinbjørn Jacobsen, til
møguligu
ætlanina
hjá
mentamálaráðharranum
um at flyta Klaksvíkar HF
skeið yvir á Kambsdal.
Steinbjørn skilur heldur
ikki grundgevingina hjá
mentamálaráðharranum, at
flytingin av Klaksvíkar HF
skeiði yvir á Kambsdal er
ein uppløgd loysn, tí har
longu er eitt hóskandi
skúlaumhvørvi framman-
undan.
Niðurprioritering
Steinbjørn vísir á, at í í
Klaksvík er longu eitt gott
og væl virkandi skúlaum-
hvørvi við Tekniska Skúla.
Hví ikki flyta HF skeiðið
niðan har, um talan veru-
liga er um rationalisering-
ar?, spyr hann.
- Sum enn eina óskiljandi
grundgeving førir menta-
málaráðharrin fram, at í
framtíðini fer tað at taka
klaksvíkingum 10 minuttir
at koma yvir á Kambsdal.
Hví ikki vísa á, at tað eisini
fer at taka eysturoyingum
10 minuttir at koma til
Klaksvíkar? Í prinsippinum
er tað onki, sum forðar fyri,
at flyta HF skeiðið á
Kambsdali yvir til Klaks-
víkar, sigur Steinbjørn og
minnir á, at eitt HF skeið
ikki er tað sama sum ein
studentaskúli, og at tað tí
heldur ikki kann brúkast
sum grundgeving fyri at
savna hesar báðar stovnar-
nar á Kambsdali.
Steinbjørn minnir á, at
Klaksvíkar HF skeið longu
er ein sera væl etableraður
skúli við bæði munandi
longri royndum og størri
umsøkjaratali,
enn
HF
skeiðið í Eysturoy. Tí dugir
hann ikki at síggja annað
enn, at hetta er ein spurn-
ingur um niðurprioritering
hjá mentamálaráðharranum
av HF skeiðnum í Klaksvík
heldur enn upplagda ration-
alisering, sum ført verður
fram.
Steinur oman á byrðu
- Tað kann snøgt sagt ikki
bera til, at tað hvørja ferð er
Klaksvíkin, sum skal svíða
fyri sokallaðu rationaliser-
ingunum hjá landsstýrin-
um, tá vit vita, at aðrir
møguleikar eru til staðar.
Dømi við HF skeiðnum er
bara sama søgan umaftur.
Vit sóðu tað við flytingini
av Toll og Skattstovuni her-
fyri, og fleiri líknandi ætl-
anir eru í umbúna, sigur
Steinbjørn, sum ikki skilur,
hví norðoya tingmennirnir
ikki rakna við og tala at.
Sjálvur heldur hann, at
hansara royndir at forða
fyri avtoftingini av Klaks-
víkini byrja at líkjast einum
einmansstríði. Beint áðrenn
Toll og Skattstovan varð
flutt, sendi borgarstjórin
øllum norðoyatingmonnun-
um eitt bræv sum eina
seinastu roynd at heita á
teir um at gera sítt til at
forða ætlanini. Men hann
fekk onki svar frá nøkrum
av teimum.
- Tingmenninir áttu at
duga at sæð, at hvørja ferð
hetta hendir, kennist tað
sum steinur oman á byrðu
hjá borgararum í Klaksvík,
har tað ikki gongur ov væl í
høvuðsvinnuni framman-
undan. Hetta snýr seg jú
ikki bara um, hvørt ein
stovur skal liggja her ella
har. Hetta snýr seg um
trivnaðin
hjá
teimum
menniskjunum, sum bú-
leikast her til dagligt og í
síðsta enda um teir framtíð-
armøguleikar, tey megna at
skapa. Sum gongdin er nú,
er tað syndarlgt at síggja,
hvussu hesir møguleikar
miðvíst verða skerdir, sigur
ein sera harmur borgar-
stjóri.
- Tað kemur ikki uppá
tal at flyta Klaksvíkar
HF skeið úr býnum
uttan at seta annan
útbúgvingarstovn í
staðin, sigur Jákup
Mikkelsen, løgtings-
limur fyri Norð-
oyggjar
KLAKSVÍKAR HF
SKEIÐ
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Jákup Mikkelsen, tinglimur
fyri fólkaflokkin, er ikki
ósamdur við avgerðini hjá
mentamálaráðnum um at
savna tey bæði HF skeiðini
í Klaksvík og Eysturoynni
á einum stað. Jákup minnir
á, at enn er ongin endalig
avgerð tikin um, hvat skal
henda við HF skeiðnum í
Klaksvík. Men hann fer
ikki at góðtaka, at skúlin
verður fluttur úr býnum,
uttan so, at onkur ætlan
fyriliggur um at seta eina
aðra útbúgving í staðin.
Byrjaði í Klaksvík
- Vit skulu minnast til, at
HF skeiðið á Kambsdali
byrjaði í Gøtugjógv sum
ein deild av Klaksvíkar HF
skeiði, sum longu tá hevði
fleiri ár á baki. Tí tykist tað
heldur øvut, um tað nú
verður
Klaksvíkar
HF
skeið, sum skal flytast yvir
á Kambsdal og gerast ein
deild av skúlanum har,
sigur Jákup Mikkelsen.
Jákup vísir á, at so leingi
ongin endalig avgerð er
tikin, liggja fleiri møgu-
leikar í kortunum. Politik-
arar eru í ferð við at end-
urskoða alla miðnámsskip-
anina sum heild, og lítil ivi
er um, at fleiri broytingar
fara at henda.
- Í tí sambandinum fari
eg í øllum førum at gera
mítt til fyri at tryggja, at
Klaksvíkin ikki verður við
sviðið soð á útbúgvingar-
økinum, tá endaliga av-
gerðirnar fella, sigur Jákup
Mikkelsen.
Klaksvíkar
Sløkkilið
nýggjan
leiðara
Á býráðsfundi í Klaks-
vík
hóskvøldið
var
nýggjur sløkkliðsleiðari
settur. Nýggi leiðarin
hjá Klaksvíkar Sløkkliði
er 39 ára gamli Finn
Hansen, sum seinastu
fýra árini eisini hevur
verið sløkkliðsmaður.
Finn er útbúgvin mask-
insmiður og hevur sein-
astu 6 árini starvast á
Norðoya Blikksmiðju.
Hetta starvið verður
hann nú noyddur at siga
frá sær, við tað at
starvið sum sløkkiliðs-
leiðari nú verður skipað
sum fulltíðarstarv.
Væntandi fara fleiri
broytingar at hendan
innan tilbúgvingina í
Klaksvík sum heild í
nærmastu framtíð, og
væntar Finn, at hetta fer
at merkja fyrstu tíðina í
nýggja starvinum.
- Í fyrsta umfari fari eg
at seta meg væl og virði-
liga inn í nýggju skipan-
ina og tær broytingar,
sum annars eru í um-
búna. Eg eri sera spent-
ur uppá nýggja starvið
og taki tað avgjørt sum
eina spennandi avbjóð-
ing, sigur nýggi sløkk-
liðsleiðarin, Finn Han-
sen.
39 ára gamli Finn Han-
sen úr Klaksvík varð á
býráðsfundi hóskvøldið
settur sum nýggjur leið-
ari fyri Klaksvíkar
sløkkilið
- Ætlaða flytingin av Klaksvíkar HF skeiði er ikki ein rationalisering, men enn ein niðurpriorit-
ering hjá sitandi landsstýri av Klaksvíkini, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík
Jákup Mikkelsen:
Ongin flyting uttan annan skúla í staðin
Jákup Mikklesen, tinglimur,
minnir á, at enn er ongin
endalig avgerð tikin um, hvat
skal henda við Klaksvíkar
HF skeiði, og at enn liggja
fleir møguleikar í kortunum