Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. oktober 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 207 - 29. oktober 2005 Mándagin verður almennur fundur um orkupolitikk á Skúlaheiminum í Havn ORKUPOLITIKKUR – Hvussu standa Føroyar seg í einum altjóða orku- veitingarhøpi? Soleiðis spyr Havnar Framburðsfelag, sum mánakvøldið skipar fyri almennum fundi um vatn-, streym- og vindorkumøgu- leikar í Føroyum. _ Vit kunna í 2005 stað- festa, at Føroyar enn í stór- an mun, ella næstan heilt eru tengd at fossilum brennievnum, her verður hugsað um elframleiðslu, upphitan, flutning og ikki minst skipaflotanum, sigur fólkafloksvalfelagið í Suð- urstreymoy í tíðindaskrivi. Felagið sigur, at eitt av vandamálunum er, hvussu vit fara um okkara um- hvørvi, vitandi at útlátið frá fossilum brennievni hevur skaðiligi árin á umhvørvi og elvir til skaðiligar veð- urlagsbroytingar. Í hesum sambandi ber til at spyrja, um hetta nú er so umráð- andi hjá okkum at hugsa um, tí vit eru jú so fá, og tað ger valla nakran mun, hvat vit enn halda ella gera, tá ið samanum kemur. – Vit hava øll ábyrgd. Fyrilitið fyri umhvørvinum er fyrst og fremst at minka CO2 útlátinum, og harnæst at nýta náttúrliga tilfengi á skilabesta hátt, saman við nýtslu, nýhugsan og menn- ing av umhvørvisvinarlig- ari orku, sigur felagið. Í øðrum londum verður ein alsamt størri partur av allari orkunýtslun fram- leidd av vind- og vatn-orku. Skoytast kann uppí, at hetta ikki altíð verður gjørt, tí tær eru beinleiðis lønandi, men tí at ásannað er, at okkurt eigur at verða gjørt við atliti til umhvørvi. Eitt annað er, at Føroyar eru so tengdar at influttari olju og harvið viðbreknar, tá oljuprísurin hækkar, at tað førir stórar samfelags- trupulleikar við sær. Almenni fundurin, sum Havnar Framburðsfelag skipar fyri, verður mána- kvøldið kl 20 á Skúlaheim- inum við Marknagilsvegin í Havn. Við á fundinum verða m. a. Klæmint Weihe fyri orkufelagið SEV og Johan í Niðristovu fyri Sp/F Røkt. Í dag, leygardagin kl 10:30 skipar Tilhaldið í Tórsgøtu fyri einum almennum evnisdegi, nevndur »Ábyrgd fyri egnari heilsu« í Útvarpshøllini ELDRAMÁL Sameindu Tjóðir lýstu árið 1999 at vera ár teirra gomlu. Í hesum sambandi var eisini her á landi gjørt rættiliga nógv burtur úr hesum tiltaki. Endamálið var at skapa betri fatan í samfelagnum fyri teimum avbjóðingum, sum tann vaksandi bólkurin av fólki, ið farin er um pensjóns- aldurin, setur bæði til sam- felagið og til tey sjálv. Somuleiðis samtykti sosiala nevnd hjá kommun- uni í 1996 at seta ein ar- beiðsbólk, hvørs arbeiðs- setningur var at koma við uppskoti um, hvønn eldra- politikk kommunan eigur at føra. Og í samband við »Altjóða eldraárið« 1999, kom so "Eldraálitið" hjá Tórshavnar kommunu. Í oktober 2000 setti landsstýrismaðurin í al- mannamálum ein arbeiðs- bólk at gera eina lýsing og meting av eldraøkinum. Í 2002 kom úrslitið av ar- beiðinum. Álit um eldra- økið. Politiski málsetningurin í álitunum er við grundar- lagnum í meginreglunum hjá ST. Høvuðsboðskapurin hjá ST er, at øll lond eiga at stremba eftir einum sam- felagi fyri allar aldursbólk- ar. ST áleggur heimsins stjórnum at taka niðanfyri standandi meginreglur til eftirtektar og gera tær til lógarfestan part av al- mannapolitikkinum skjót- ast til ber. Rættur teirra gomlu er í høvuðsheitum: Sjálv-bjargni, luttøka, um- sorgan, menning og sjálvs- virði. Hesi seinnu árini er talið á fólkum yvir 65 ár vaksið í stórum, og livitíðin gerst longri og longri. Stundum hoyra vit henda aldursbólk umtalaðan sum eitt vanda- mál í samfelagnum. Hetta man helst koma av, at út- reiðslurnar til eldraøkið eru skjótt vaksandi, tað veri seg til pensjónir, ellis- og røkt- arheim, sjúkrahúsviðgerð, heimahjálp o.s. fr. Henda myndin gongur aftur í øll- um tí framkomna Vestur- heiminum. Tað er væl skiljandi, at tess fleiri røktarkrevjandi fólk, ið verða, tess størri gerast útreiðslurnar fyri samfelagið bæði til røktar- heimspláss og til rakstur av h e i l s u v e r k i n u m . Orsøkirnar til, at fólk gerast óhjálpin kunnu vera so mangar. Ein av teimum eru tær sjúkurnar, sum standast av vælferðar- liviháttinum. Tilhaldið í Havn er eitt av teimum støðunum, har roynt verður at gera teimum gomlu ein møguleika fyri at fáa eitt ríkari innihald í ger- andisdagin, eftir at tey eru farin út av arbeiðsmarknað- inum. Grundstøðið í ar- beiðinum í Tilhaldinum eru meginreglarnar hjá ST. Við meginreglunum hjá ST í huga fór Tilhaldið undir átakið »Ábyrgd fyri egnari heilsu 2004«. Vit heittu á átta fólk, sum í sínum starvi hava serligar førleikar fyri at lýsa hetta evnið hvør úr sínum sjónar- horni. Á henda hátt vóna vit at hava sett eitt orða- skifti í gongd, sum kann vera við til at motivera gomul eins væl og yngri til at umhugsa sín lívshátt og gera sítt til at fáa ein so heilsugóðan aldurdóm sum gjørligt. Nevndin í Tilhaldinum er á einum máli um, at henda vitanin ikki bert skal koma okkum havnaborgarum til- góðar. Tí skipar Tilhaldið í Tórsgøtu fyri einum almennum evnisdegi »Ábyrgd fyri egnari heilsu« í Útvarpshøllini leygardag- in 29. okt. 2005 kl. 10.30- 16.30. Tilhaldið heilsar øllum hjartaliga vælkomnum. Í gjár helt danski tón- leikaídnaðurin í samstarvi við Danmarks Radio »Spil Dansk Dag«, tiltak- ið, sum er tað fimta av sínum slag, verður hildið um heystið. Henda dag spælir Danmarks Radio einans danskan tónleik, og skipað verður fyri konsertum og tónleikatil- tøkum kring alt landið. Í ár vóru ikki færri enn 700 tónleikatiltøk, mill- um annað felagssangur á skúlum og í ymiskum fel- agskapum. Sambært dr.dk høvdu ikki færri enn 68.000 bólkar, skúlar og felagskapir meldað seg til felagssangin, ið varð sendur á P2 og P4 í gjára- morgunin. Tað var Radio Underholdnings Orkestret og DR Radiopigekoret, ið spældu og sungu fyri. Orsøkin til »Spil dansk dagen«, er ein roynd at breiða kunnleikan um danskan tónleik í egnum landi. nud Tá Eivør og Danmarks Radio Big Band spældu konsert í Operahúsinum á Hólminum í Keypmanna- havn í seinastu viku, var Berlingske Tidende á staðnum, og ummælið er frálíkt. Ummælarin skrivar, at konsertin við Eivør var væl meira gjøgnumførd enn tann hjá Caroline Hender- soon, sum spældi áðrenn Eivør. Hetta hóast tónleik- urin hjá Eivør neyvan pass- ar inn í nakra genru. »Her var sange som primært var sangerindens egne, og som havde mærkbare rødder i et urgammelt nordisk, samisk og keltisk musikunivers.« Røddin hjá Eivør verður somuleiðis tikin fram: »…her var en stemme, hvis volumen, register og emo- tionelle dybde var impone- rende og helt klart hørte hjemme på en scene for stor vokalkunst.« Eisini Danmarks Radio Big Band fær góð orð við á vegnum, útsetingarnar av løgunum hjá Eivør fáa nógv rós, og góða handa- lagið og innlivingin hjá tónleikarunum í Danmarks Radio Big Bandi verður eisini nevnd. nud Ábyrgd fyri egnari heilsu Føroyar í altjóða orkuveitingarhøpi Eivør fær gott ummæli í Berlingske Tidende »…her var en stemme, hvis volumen, register og emotionelle dybde var imponerende og helt klart hørte hjemme på en scene for stor vokalkunst«, skrivar BT um framførsluna hjá Eivør Pálsdóttir í Operaini í Keypmannahavn Mynd: Símun J. Hansen Danir spældu danskan tónleik