Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. oktober 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 207 - 29. oktober 2005 7 Frá mánadegnum komandi verður dagfestingin á Sosialinum broytt soleiðis, at fyrsta blaðið í vikuni verður eitt mánadagsblað í staðin fyri eitt týsdagsblað BLAÐÚTBERING Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Seinastu árini er útgávutíð- in hjá bløðunum støðugt flutt fram, og tá nú bróður- parturin av bløðunum verð- ur borin út um kvøldið við útberingini hjá Prentmið- støðini, hevur blaðleiðslan á Sosialinum gjørt av, at út- gávudagurin nú skal broyt- ast. Føroysku bløðini eru seinnu árini broytt frá at vera fyrrapartsbløð til seinnapartsbløð. Fyri at bøta um reglusemi við út- beringini, verða bløðini frá komandi viku prentað ein hálvan tíma fyrr, og merkir tað, at bløðini verða fyrr á gøtuni. Blaðboðini hjá Prentmið- støðini bera bløðini út seint seinnapartin og um kvøld- ið, meðan blaðsølurnar fáa bløðini tíðliga seinnapartin, tær fyrstu í Havn beint eftir kl 14. Blaðið, sum verður prentað mánadagin, verður tað fyrsta blaðið, sum verð- ur dagfest sum mánadags- blað. Bløðini fara í framtíðini at verða dagfest sum mána- dags-, týsdags-, mikudags- og hósdagsblað, meðan vikuskiftisblaðið, sum kemur út fríggjadag, fram- vegis fer at verða nevnt vikuskiftisblað - Vikuskifts Sosialurin. Mánadagin fáa hald- arar hjá Sosialinum og Dimmalætting í Ritu vík og á Eiði bløðini borin til dyrnar, tí Prent- miðstøðin víðar nú um útbreiðsluøkið. Út við 80% av haldarunum fáa nú bløðini til dyrnar um kvøldið BLAÐÚTBERING Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mánadagin víðkar Prent- miðstøðin – sum stendur fyri útberingini av Sosialin- um og Dimmalætting - um virksemið sítt, so haldarar í Rituvík og á Eiði eisini fáa bløðini um kvøldið. – Vit hava alsamt víðað um útbreiðslu økið seinastu árini, tí málið er at so nógv- ir haldarar sum gjørligt hjá bløðunum skulu fáa blaðið um kvøldið, sigur Hallstein Sigurðsson, sum stendur fyri útberinginin av bløðun- um hjá Prentmiðstøðini. Tað Sosialurin og Dimmalætting, sum í felag eiga Prentmiðstøðina, sum prentar bæði bløðini, og tað er hetta felag, sum eisini stendur fyri úberingini og hevur gjørt tað, síðani bløð- ini fóru frá Postverkinum. Vikuskiftisbløðini verða borin út um alt landið, uttan á útoyggj og á einstøkum smáplássum. Dagliga út- beringin fevnir um Klaks- vík í Norðoyggjum, í Eyst- uroy uttan norðureystur bygdirnar, í Norðstreymoy allar bygdir uttan Tjørnu- vík, Haldarsvík og Saksun. Í Vága allar bygdir uttan Bø og Gásadal, í Suður- streymoy uttan Velbastað, Kirkjubø, Kaldbaksbotn og Kaldbak. Á Sandoy og í Suðuroy verða bert viku- skiftisbløðini borin út. Mánadagin verða Eiði og Rituvík tiknar við í út- breiðsluøki hjá Prentmið- støðini, og fáa haldarar hjá Sosialinum og Dimmalætt- ing tískil bløðini borin til dyrnar hvørt kvøld. Tilsamans ber Prentmiðstøðini bløð út til út við 80% av haldarunum hjá Sosialinum og Dimma- lætting. Nú fáa haldarar í Rituvík og á Eiði eisini bløðini borin til dyrnar um kvøldið. Útbreiðsluøkið hjá Prentmiðstøðini fevnir nú um út við 80% av haldarunum hjá bløðunum Sosialurin broytir útgávudagin Nú fáa Eiði og Rituvík eisini kvøldútbering Løgreglustøðin í Tórshavn hevur seinastu tvær vikurnar havt tveir praktikkantar, Ruth Thomassen og Jona Ásvør S. Samuelsen. Tær eru báðar úr Miðvágs-Sandavágs skúla og ganga í 10. fl. STARVSVENJING orð og myndir : Rannveyg F. Joensen og Kirstin Khaliqhey – Eg valdi at fara í praktikk á løgreglustøðini, tí eg haldi at tað er sera áhuga- vert og spennandi. Eg hevði gott kunnað hugsað mær at havt hetta sum mítt fram- tíðar yrki, sigur Ruth álvar- som. Jona Ásvør nikkar og tekur undir við henni. Teimum dámar sera væl á politistøðini. Starvsfólkini eru fitt og blíð, og vóru sera væl fyrireikað uppá hvat praktikkantarnir skuldu gera. Ruth og Jona Ásvør høvdu fingið eitt skema frá teimum áðrenn tær byrjaðu starvsvenjingina. – Fyrsta dagin vit komu, vóru vit móttiknar við ein- um smíli frá starvsfólkun- um. Tey komu øll yvir at heilsa uppá okkum. Hvat ger man sum prakt- ikkantur á einari løgreglu- støð? – Vit hava gjørt so nógv ymiskt. Vit hava verið á kanningardeildini, útrykn- ingsdeildini, og verið hjá ferðslu- parkeringspolitist- unum. Eisini sluppu vit á fútaskrivstovuna, har tey skriva bøtur og tílíkt, sigur Ruth við einum lítlum brosi. – Vit hava eisini verið á náttarvakt fríggjakvøldið, men har hendi ikki tað stóra. Vit bara steðgaðu nøkrum bilum. Hóskvøldið vóru vit við til eina hunda- venjing, har tey millum annað eisini trenaðu narko- hundin, sigur Jona Ásvør smílandi og hyggur uppá Ruth. – Ja, eg var bangin fyri hundunum áðrenn vit fóru, men nú ræðist eg teir als ikki. Teir eru í veruleikan- um rættuliga fittir, sigur hon og rodnar. At enda fortelja tær okk- um, at tey hava eitt fitness sentur á løgreglustøðini. – Ja vit hava gjørt nógv búkøvilsir og lyft vektir, tí um man skal vera politistur má man styrkja vøddarnar. So tit mugu bara ansa tykk- um, ella koma vit eftir tykkum, siga tær og flenna. - Sera áhugavert at vera politistur Ruth og Jóna Àsvør standa erpnar í hvør sínum flotta løgreglu- búna. Tær eru klárar at takað stríði upp móti brotsmonnum Einki val á Toftum Mótsatt fleiri av undanfarnu valunum er bara ein listi til kirkjuráðsvalið í Nes kirkjusókn KIRKJURÁÐSVAL Jan Müller Tað verður einki kirkjuráðsval í Nes kirkjusókn hesa ferð. Tá ið freistin at lata listar inn var farin, var bara ein listi komin val- nevndini í hendi. Tað ber við sær, at tey sjey, sum standa ovast á list- anum, koma í kirkju- ráðið, og at tað tískil ikki verður neyðugt við vali. Áður hevur verið friðarval, sum tað verð- ur nevnt, í Nes kirkju- sókn, men fleiri tær seinastu ferðirnar hava tað verið tveir listar. Nú eru tey, sum árini frammanundan hava staðíð á tveimum list- um, stillað upp á einum lista. Tey sjey, sum standa ovast á listanum, og sum harvið fara at manna kirkjuráðið í Nes kirkjusókn, eru Niklas Foldbo, Toftir, Hans Jákup Hansen, Nes, Niclas Davidsen, Toftir, Ólavur Magn- ussen, Nes, Súni í Hjøllum, Toftir, Petur Jacob Petersen, Salt- nes, og Arni Højgaard, Toftir. Talan er um sama kirkjuráð, sum hevur sitið fýra tey seinastu árini. Undantakið er, at Petur Jacob Petersen í Saltnesi verður nýggjur í kirkjuráðnum. Hann kemur inn fyri Regin Jacobsen á Nesi.