leygardagur 29. oktober 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 207 - 29. oktober 2005
Eitt óløgi tveitti tríggjar mans á sjógv
Tórður hvarv bara, tá
jollan koppaði. Tað tók
eina langa løtu, sum
kanska bert vardi fá
sekund, fyrrenn hann
kom undan kavi aftur.
– Eg helt, at eg skuldi
drukna.Alt gongur so
skjótt fyri seg, men eg
trúði at mín síðsta
stund var komin, sigur
13 ára gamli Tórður á
Presttrøðni sum í
farnu viku fór við øðr-
um monnum eftir
seyði norðuri í Urðini.
Teir hava roynt hetta
ofta áður, men hesin
dagurin kundi gjørst
ein feigdardagur
ÓHAPP
Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Miðvágur: Hetta var ein
týsdagur sum so mangir
aðrir týsdagar í Miðvági.
Fólk fóru til arbeiðis sum
vanligt, og børnini vóru í
skúlanum.
Tað eru kortini nakrir
menn og unglingar sum
ikki hava ein vanligan dag
henda heystardagin. Teir
hava sett hvørjum øðrum
stevnu á Oyrargjógv henda
fyrrapartin.
Teir vita, at í brattlendin-
um norðuri í Urðini, teir
kalla, har ganga 12 seyðir,
sum teir ikki enn hava fing-
ið fatur á. Og tað hendir,
hóast farið er langt út um
hálvan oktober.
Í dag skal tað so vera.
Líkindini eru hampilig, og
tí verður avrátt at allir hesir
17 menninir skulu møtast á
Oyrargjógv kl. 11. Nú skal
seyðurin fáast til høldar.
Tað er ikki frítt, at menn
eru spentir til hesa ferðina.
Fleiri teirra hava roynt hetta
áður, eisini 13 ára gamli
Tórður, sum hóast sín unga
aldur hevur verið her fleiri
ferðir.
Hetta er mestsum bara
ein avgreiðsluspurningur at
reka hesar 12 seyðirnar
oman móti sjóvarmálanum.
Eftir fáum tímum eru menn
aftur at landi í Oyrargjógv.
Vanliga er tað so. Men
henda týsdagin 18. oktober
2005 var tó munandi øðr-
vísi. Hetta kundi lættliga
gjørst ein feigdardagur.
- Tíbetur spældi alt væl
av. Og eg ivist onga løtu í,
at Harrans hond var yvir
okkum henda dagin. Tá vit
fyrr fóru í Urðina eftir
landi, so steðgaðu vit altíð
á eina løtu í einum skarði.
Vit lótu frið falla yvir
okkum, og løgdu so alt í
Harrans hendur.
- Tað gjørdi eg sjálvur
eisini henda morgunin,
áðrenn eg fór frá húsum. Eg
legði dagin og okkum allar
í Hansara sterku hendur, og
tað vita vit, at Hann hoyrir
okkara bønir, sigur Wensil
Nattestad, sum eisini var
við henda dagin.
Nógv útliðið
Teir hava lurtað eftir veður-
tíðindunum í útvarpinum
henda týsdagin.
Sagt verður frá eysturætt
og landsynningi ein stóran
part av degnum, men at
hann seinni um dagin skal
hækka upp í norðan. Eystan
er góð ætt norðuri í Urðini,
men tað er høgættin hin-
vegin ikki.
Út á fyrrapartin eru menn
til reiðar at fara av Oyrar-
gjógv. Seksæringurin, sum
Wensil Nattestad er til flot-
aður og tá klokkan er farin
beint av 11 leggja hesir 17
menninir frá landi. Bæði
veðrið, ættin og sjóvarfallið
eru við teimum henda dag-
in.
Tað er bert ein lítil løta at
sigla norður á staðið, har
hesir 12 seyðirnir hava
gingið síðani í apríl mán-
aði. Ein hálvan tíma ella so.
Her er talan um 12 seyð-
ir, sum 12 mans eiga. Van-
liga fara teir eftir teimum
um 20. september, men í
heyst hevur viðrað so illa,
at tað ikki hevur verið
hugsingur um at fara eftir
teimum fyrrenn nú.
Tað er nú ella aldrin við
báti. Um tað ikki eydnast í
dag, er helst ikki annað at
gera enn at fáa hjálp frá
tyrluni. Men nú er so ferðin
byrjað, og her sæst urðin
fyri framman.
Ein bátur liggur uttanfyri.
Nakrir mans verða stjóraðir
inn á land við eini jollu.
Teir reka seyðirnar oman
móti sjóvarmálanum, har
seyður og menn verða stjór-
aði umborð aftur á seksær-
ingin.
Soleiðis plagar tað at
vera. Einfalt, trygt og skjótt
avgreitt eftir minni enn
einum tíma. Men soleiðis
gekk ikki á heysti 2005.
Tryggir vestar
Teir koma nú norður á Urð-
ina og leggja síðani stilt utt-
anfyri. Hetta er vanlig
mannagongd, tí menn vilja
summa seg eina løtu, sam-
stundis sum teir tosa um,
hvussu farast skal fram í
brattlendinum.
Teir kunnu við takksemi
sanna, at har inni á landi
kunnu teir síggja allar 12
seyðirnar. Eingin teirra er
mistur, og tað munnu teir
12 eigararnir vera fegnastir
um. Okkurt árið hava bæði
tveir og tríggir seyðir vanta,
tá raksturin kom fyri.
Umborð á seksæringinum
gera teir nú klárt at fara í
land. Teir eru altíð væl fyri-
reikaður og ikki minst væl
útgjørdir til eina slíka ferð.
Hesaferð eru teir tó betri
útgjørdir enn undanfarin ár.
Teir hava altíð verið í bjarg-
ingarvestum, tá teir eru
farnir við jolluni í land.
Men hesaferð eru vestarnir
spildurnýggir og av nýggj-
asta og besta slagi: Dettur
maður á sjógv við vesti, so
blæsist vesturin upp í somu
løtu, sum sjógvur kemur á
hann. Tað er ikki vist, at
menn hugsaðu um tað
týdningarmikla í hesum
júst tá, men fáar minuttir
seinni var tað júst hetta sum
helst gjørdi sítt til at allir
mans komu aftur á lívi.
Tá klokkan er farin at
nærkast 1 verður jollan
gjørd klár og teir fyrstu
menninir fara í land. Um-
framt bjargingarvestin hava
teir eisini eitt VHF sam-
skiftistól við sær í land.
Tríggir mans verða stjór-
aðir í land hvørja ferð við
hesi jolluni, sum er ein
tríggjar metrar long dupult-
skinnað gummijolla. Eftir
lítlari løtu eru teir 11 menn-
inir komnir í land, teirra
millum feðgarnir, 47 ára
gamli Kári og Tórður á
Presttrøðni, sum fyllir 14 ár
mikudagin í næstu viku.
Hetta gongur alt uppá
stás. Menn hava roynt hetta
so mangan áður, og tí
verður altíð við spenningi
sæð fram til hesa løtuna at
koma á land í Urðini.
Áðurnevndi,
Wensil
hevði sjálvur ætlað sæð við
teimum í land henda dagin,
men hann slapp snøgt sagt
ikki. Tí, sum hann sigur: -
Teir yngru vóru so spentir
og so grammir at sleppa í
land, at eg bleiv mestsum
avtroðkaður hesa ferð, sig-
ur hann við einum brosi.
Hinvegin
so
ásannar
hann bara, at hetta er lívs-
ins gongd: Teir yngru vilja
sleppa í land at royna seg.
Tað eru jú teir sum skulu
halda hesum siðinum uppi í
framtíðini. Soleiðis var eis-
ini støðan, tá Wensil sum
13 ára gamal var fyrstu ferð
- Eg trúði bara at eg druknaði
- Gott, at alt endaði so væl sum tað gjørdi. Tað var eitt Guds undur at allir komu aftur á lívi! Vinstrumegin Wensil Nattestad,
sum átti bátin; Kári á Presttrøðni sum átti sonin sum koppaði við jolluni, og Tórður sum átti eydnuna henda dagin
- Eg legði dagin og okkum
allar í Harrans hendur. Og
Hann hoyrdi mína bøn, sigur
Wensil Nattestad
Teir fóru av Oyrargjógv eftir seyði norðuri í Urðini. 17 hugagóðir
vágamenn.
Men lítið vistu teir tá, at hesin dagurin eins væl kundi endað sum
ein feigdardagur, har ein ungur maður mundið sjólátist.
Eitt óvæntað óløgi koppaði jolluni, sum tríggir mans sótu í. Tveir
teirra komu undan beinanvegin, men tann triði maðurin var helst
kleimdur undir jolluni.
Støðan var so vónleys, at hann ta einu løtuna helt at hansara síðsta
løta var komin.
Men við skjótum atburði og góðum sjómansskapi vórðu kortini
allir menninir bjargaðir.
- Hetta var eitt Guds undur, sigur ein teirra sum var við henda
týsdagin í farnu viku.
Lesið spennandi frásagnina um 13 ára gamla miðvágsdrongin,
Tórður á Presttrøðni sum var umborð á jolluni, tá hon koppaði.