Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. oktober 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 207 - 29. oktober 2005 9 í Urðini. Og soleiðis er støðan eisini í dag, so mong árini seinni. Einasti munurin tá og nú er, at tá kundi ein ganga frá eggini og oman í brattlend- ið. Tað ber ikki til í dag, tí har hevur omanlop verið. So tey seinastu 15 árini eru teir altíð farnir við báti, tá Urða-seyðurin skuldi fáast til hús. Og tað er júst tað, sum teir eru farnir eftir henda týsdagin, nú klokkan er farin at nærkast 1. Trý óløgi Allir mans eru nú til reiðar - 11 mans eru í landi og hinir seks umborð á seks- æringinum. Teir staðfesta enn eina- ferð at teir 12 seyðirnir eru har og síggja bara gott út. Og tað gongur minni enn ein tími, so eru teir allir riknir saman í eitt rættar- skapilsi, sum er har niðri við sjóvarmálan. Menn eru fegnir nú hesin parturin er fingin frá hond í øllum góðum. Seyðurin verður nú leiddur oman móti sjóvarmálanum, og verða beinini síðani heft, sum teir nevna tað. Jolluna hava teir drigið á land, og tað er tí høgligt hjá teimum at leggja tríggjar og tríggjar seyðir í bátin hvørja ferð, nú seyður og menn skulu stjórast umborð aftur á seksæringin, sum liggur einar 70 metrar úr landi. Teir vita av royndum, hvussu sjógvurin skikkar sær. Teir hyggja eftir aldun- um fyri at passa sær løgir, tí gamalt er, at tað koma trý óløgi og so er slætt eina løtu, til trý tey næstu óløg- ini koma. Hetta vita teir, og tí er mannagongdin hon, at tá tað triðja og seinasta óløgið er komið í landi, skal jollan flotast. Tá trýsta teir á landi jolluna út saman við óløg- inum, samstundis sum teir á bátinum toga í línuna, sum er spent fast í jolluna. Tað ræður um at fáa jolluna einar 10 metrar út frá landi, tí har er slættari. Eftir lítlari løtu eru tríggir teir fyrstu seyðirnir fingnir til høldar umborð á bátin- um, eins og tann fyrsti mað- urin er fingin innanborða. Jollan verður nú togað inn aftur móti landi. Henda fyrsta ferðin gekk sum hon skuldi, og menn halda tí fram við góðum treysti. Nú skulu tveir seyðir flytast og tríggir mans somu ferðina. Teirra millum eru 13 ára gamli Tórður. Hevði tað gingið væl fyrru ferðina, so riggaði hendan onnur ferðin ikki so væl. Tað hendi stutt sagt tað, sum ikki eigur at henda: Tað kom eitt fjórða óløgi! Long løta í fá sekund Tórður hevur roynt hetta áður. Hann og hinir báðir fara í bjargingarvestarnar, fara umborð á jolluna, har tveir seyðir longu liggja bundnir. Teir á landi telja óløgini. Fyrst eitt, síðani nummar tvey og at enda tað triðja óløgið. Men hvat hendir: Í tí at teir skumpa bátin frá landi, nú kemur púra óvæntað eitt fjórða óløgi. Hetta brotið rakar sera meint. Stýriborðssíðan á bátinum er hægst uppi og tí gerst flatan, har brotið rak- ar so stór. Eingin veit rætti- liga hvat síðani hendi, tí alt gekk so ómetaliga skjótt fyri seg: 1-2-3 so vendi botnurin á jolluni upp í loft. Teir hava hoyrt frásagnir um líknandi hendingar áður, har alt spældi væl av. Júst hesa løtuna hevur eingin stundir at hugsa um slíkt: Her ræður bert um at bjarga teimum trimum monnunum. Teir bóru skjótt at. Onkur leyp beinanvegin á bláman, og fekk fatur á tveimum monnum, sum komu undan kavi innanfyri jolluna. Men hvar í víðu verð var triði maðurin? Hvar var Tórð- ur??? Eingin sá hann! Eing- in visti hvar hann var! Var hann ....? - Hetta var ein sera óbehagilig løta, skal eg siga tær, greiðir Wensil frá. Hann lá 70 metrar úr landi, og kundi bert eygleiða tað sum fór fram har inni við land úr 70 metrar fjarstøðu. - Alt gekk so skjótt fyri seg. Tað virkaði sum ein long løta, men kanska vardi alt bara nøkur fá sekund! Men Tórður var tíbetur ikki farin so langt. Hann lá tryggur í bjargingarvesti sínum undir jolluni. - Helt eg druknaði Tórður greiðir frá, at teir tríggir fóru umborð á joll- una, tá menn vóru til reiðar at trýsta hana á sjógv. Hann heldur tó, at teir kanska trýstu hana ov stutt út fyrstu ferðina, og góvu henni tí eitt skump aftrat. Og tað var júst tá, at tað fjórða og óvæntaða óløgið kom. Báturin holvdist og síð- ani er ilt at siga, hvat so hendi. Tórður kom at sita í somu síðu sum seyðirnir, og tí er ikki óhugsandi at hann á einhvønn hátt er komin ímillum teir og slapp tí ikki leysur beinanvegin. Hinir báðir komu at liggja við síðuna av jolluni. - Eg kláraði so ikki at hála meg upp. Tað var sum um eg var fastur í onkrum. Men eg merkti tó, at ein hond helt í arminum á mær alla tíðina. - Men hinvegin, so náddi eg ikki at reagera uppá nak- að, tí at alt gekk so skjótt fyri seg. Eg haldi eisini, at eg svímaði eina løtu, sigur Tórður. Aftaná hava menn stað- fest, at hann helst ikki er komin undan jolluni beinan- vegin, tí uppdriftin í tí upp- blásta bjargingarvestinum var so mikið stór, at hann hevur havt trupult við at sleppa út um stokkin á joll- uni. Hóast alt gekk skjótt fyri seg, og hóast Tórður ikki megnaði at skráseta alt sum gekk fyri seg rundan um, so var tað kortini ein tanki, sum kom í huga hansara: - Eg helt, at eg skuldi drukna. Men eg veit ikki, - tá slíkt hendir, so nær man ikki at hugsa um nakað sum helst. Alt gongur so skjótt, men eg helt at eg skuldi drukna! Góður sjómansskapur Lukkutíð fyri Tórður so bóru menn skjótt at. Tann eini maðurin, Árni Dals- gaard, sum sjálvur var við jolluni, hevði fatur á armi hansara, og soleiðis fingu teir umsíðir hálað hann und- an jolluni og trygt upp á land. Hann helt so mikið fast í Tórða, at Tórður óttað- ist fyri, at hann fór at bróta armin! Rennvátur og skelkaður stóð hann nú har. Hann spýði nakað av sjógvi upp, samstundis sum hann varð latin úr klæðum sínum og í klæðir, sum teir á landi lótu honum. Eftir lítlari løtu var hann til reiðar at fara um- borð aftur á hesa somu joll- una, á hesa somu ferðina út til bátin. Við samskiftisútgerðini høvdu teir boðað bátinum frá tí sum var farið fram. Umborð á bátinum setti Wensil nú hitan í lugarinum for frá, soleiðis at Tórður og hinir menninir kundu hita seg, nú teir komu at borði aftur. Glaðir og við tøkk í hjarta og við øllum monn- um og øllum seyðinum um- borð sigldu teir nú suður- aftur móti Oyrargjógv. Hetta hevði verið ein minniligur dagur. Ein dagur sum kundi gjørst ein feigd- ardagur, men sum við Guds hjálp endaði gott. Tórður var sjálvandi skelkaður eftir hendingina, men hann hevur tó ætlanir um at fara við aftur norður í Urðina komandi ár. Tá hann og pápin komu at húsum henda dagin, greiddu teir sjálvandi hús- fólkinum frá tí, sum var far- ið fram norðuri í Urðum. Seinni um kvøldið settist hann frammanfyri sjón- varpið at hyggja eftir einum dysti, har favorittlið hans- ara spældi - Manchester United! - Eg bleiv við at rópa: Hvar er Tórður? Hvar er Tórður? Eg hugsaði bara, at nú misti eg sonin, sigur Kári á Presttrøðni um henda minniliga dagin, 18. oktober 2005 ÓHAPP Snorri Brend Fyri Kára var henda ferðin norður í Urðina sum so mangar av teimum undan- farnu. Hann hevði verið her so mangar ferðir áður, og tí var hann fegin um boðini hann fekk henda dagin. Hann skuldi tó sanna, at hetta gjørdist honum ein minnilig ferð. Ein ferð, sum veruliga vísti honum, hvussu stutt kann vera millum lív og deyða. Men samstundis varð hetta ein ferð, sum veru- liga vísti, hvussu nógv kann koma burtur úr, um skjótt verður borið at. Ræðuligt - Eg veit ikki, hvussu alt hendi. Tað gekk simpelt- hen bara so skjótt og so óvæntað, sigur Kári. Saman við 10 øðrum monnum var hann fyrr um dagin stjóraður í land. Og hann var tí eisini vitni til tað sum hendi, tá ta fjórða óløgið brádliga kom. - Tað tók kanska ikki meiri enn eini 15 sekund, frá tí at báturin koppaði, til teir fingu fatur á Tórður. Men hjá mær stóð alt púra stilt. - Eg var snøgt bara í sjokk, greiðir hann frá. - Eg rópti og geylaði bara eftir soninum. Eg sá hann ikki hesa løtuna. Hann var bara burtur! - Eg kláraði ikki at hugsa um nakað enn um sonin. Hvar var hann? Eg sá fakt- iskt deyðan í eyguni hesa løtuna. Tað var ræðuligt! Fá sekund seinni skilti hann, at teir høvdu sæð Tórður undir jolluni. Men hetta var ikki nóg mikið fyri pápan. Tí, hvat nú um jollan kom inn móti urðini og kanska knústtist. Hvat hevði so hent við soninum? Teir fingu nú fyrst teir báðar menninar á land, og síðani Tórða. Her á landi kundi faðir og sonur nú hálsfevnast, kanska sum sjáldan áður. - Eg var bara so glaður, tá eg hoyrdi at Tórður græt. So visti eg, at hann var á lívi, hóast hann eisini var sjokeraður og illa fyri. - Puha, hetta var ein minniligur dagur! Uttan at taka nakað frá nøkrum, so ivast pápi Tórða ikki í at siga, at hesin áðurnevndi Árni Dalsgaard er maðurin sum eigur heiðurin fyri at alt spældi so væl av. - Hann sýndi eitt ótruligt dirvi og ein ótrúligan vilja til at bjarga soni mínum. Hann helt jolluni uppi, so hon ikki knústist móti klettinum. - Við sínum góða kunn- leika til sjógvin, er hann maðurin sum eigur lívið í Tórða í dag, sigur ein takk- samur Kári. Tømdi stivlarnar Teir bíðaðu nú einar 15 minuttir aftrat í landi fyri líkasum at summa seg eitt sindur. Síðani varð jollan flotað aftur, og hesaferð fóru bæði Tórður og Kári ísenn til bátin. Hendingin skelkaði hann so mikið, at hann gjørdist nærum í ørviti. Á heimleið- ini reypaði hann av at vera einasti maður, sum ikki var vorðin vátur. Men tá hann kom aftur til húsa, kundi hann tøma báðar stivlarnar, sum vóru fullir í sjógvi! - Tú, so undarligt kann tað vera. Men tað ringasta av øllum var kortini tað, at vit ikki sóu Tórður hesa einu løtuna. Hinir báðir menninir komu beinanveg- in undan jolluni, men Tórða sóu vit altso ikki. - Tað var hetta sum skelkaði meg allarmest. Og tí eri eg ógvuliga fegin um, at eg enn í dag eigi seks børn, sigur 47 ára gamli Kári. - Eg eldist 15 ár eftir 15 sekundum Hann situr so róligur her í kantinuni á flakavirkinum. Men týsdagin í farnu viku óttaðist Kári á Presttrøðni fyri at hann misti sonin. – Eg sá deyðan í eyguni, sigur hann Hóast Tórður koppaði runt við jolluni, so ætlar hann sær við aftur, tá menn fara norður í Urðina komandi ár