leygardagur 29. oktober 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað tykist sum um
embætisverkið í høv-
uðsstaðnum við
Norðoyatunnlinum
sær ein gyltan møgu-
leika at niðurleggja
almennar stovnar í
Klaksvík
John William Joensen
Norðoya Sambandsfelag
Í Sosialinum tann 28. okto-
ber 2005 verður fólkafloks-
tingmaðurin og landsstýris-
maðurin
í
Mentanarmálum, Jógvan á
Lakjuni, siteraður fyri at
siga, at hann metir tað vera
mest
nátúrligt
at
Klaksvíkar HF-skeið verð-
ur flutt úr Klaksvík og inn í
hansara egna valdømi.
Ráðharrin úr Fuglafirði
sigur víðari í somu grein, at
tað er hansara skylda at rati-
onalisera raksturin av skúla-
verkinum, og tá tað einans
tekur 10 minuttir hjá Klaks-
víkingum at koyra við bussi
inn til hansara kommunu,
so er tað náttúrligt at flyta
skúlan úr Klaksvík.
Sum
Norðoya
Sam-
bandsfelag skilir, so søkja
munandi fleiri næmingar á
HF í Klaksvík, enn tað
søkja til HF á Kambsdali.
Vit fara at stuðla landsstýr-
ismanninum í at rationali-
sera skúlaverkið, men við-
víkjandi Klaksvíkar HF-
skeiði hevði tað sambært
næmingagrundarlagnum
verið rættast at flutt HF-
skeiðið á Kambsdali til
Klaksvíkar.
Havandi í huga útbygg-
ingarnar á Tekniska Skúla í
Klaksvík, sum eftir ætlan
verða lidnar í 2007, eru
góðir
møguleikar
fyri
framtíðar
samstarvið
millum hesar skúlar.
Vit fara at minna lands-
stýrismannin í Mentanar-
málum á, at hann sum
landsstýrismaður
eisini
hevur ábyrgd av at menna
skúlaverkið í Norðoyggjum
og ikki einans í hansara
egna valdømi.
10
Nr. 207 - 29. oktober 2005
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Føroyska loysnin
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Svar til spurningar frá Jógvani Jacobsen
Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Formaðurin í Unga Tjóð-
veldinum, Jógvan Jacob-
sen, spyr í einum lesara-
brævi
Sambandsflokkin
nakrar spurningar, sum
taka støði í einum mót-
mælisskrivi frá Norðoya
Sambandsfelag viðvíkjandi
arbeiðssteðginum, sum var
fyrr í hesum mánaðnum.
Eg vil fegin svara spurn-
ingunum sum frægast.
Jógvan hevur tíverri mis-
skilt skrivið og fær tað til,
at felagið mótmælir, at ein
tinglimur "slapp at hava
egna meining". Tað sum
Norðoya Sambandsfelag
mótmælti var ikki, at ting-
maðurin hevði eina mein-
ing, men at Norðoyggjar
vóru avbyrgdar undir verk-
fallinum. Tað er ikki heilt
tað sama.
Endurgevingarnar sum
Jógvan tekur úr mótmælis-
skrivinum hjá Norðoya
Sambandsfelag eru heldur
ikki rættar. Til dømis skriv-
ar hann: "Orðingar í skriv-
inum siga, at felagið mót-
mælir,
at
tinglimurin
"slapp" at hava egna mein-
ing, og "hetta kann avgjørt
ikki
loyvast"".
Orðið
"slapp" er her tikið úr fyrsta
reglubroti, orðini "at hava
egna meining" standa als
ikki í skrivinum, meðan
orðini "hetta kann avgjørt
ikki loyvast", eru tikin úr
fjórða reglubroti. Soleiðis
ber ikki til at endurgeva.
Millum annað út frá hes-
um spyr Jógvan Sambands-
flokkin hesar spurningar:
Tekur Sambandsflokkurin
undir við hesum skrivi
Norðoya Sambandsfelags?
Er
Sambandsflokkurin
ímóti rætti hins einstaka at
hava egnar meiningar og
virka eftir teimum?
Svar: Sambandsflokkurin
virðir, at øll skulu hava rætt
til at hava sínar meiningar,
og rætt til at boða frá sínum
meiningum. Hetta er eisini
galdandi
fyri
Norðoya
Sambandsfelag. Um vit
altíð eru samd, er ein heilt
annar spurningur.
Sambandsflokkurin hevur
onga samtykt, av tí slagn-
um, sum hana hjá tingbólki
Tjóðveldisfloksins, um at
tinglimur sum alment finst
at formanninum, hevur sett
seg uttanfyri tingbólkin. Í
okkara flokki røkkur talu-
frælsið nógv longri enn so.
Tað
er
av
stórum
týdningi fyri ein og hvønn
flokk,
at
tað
ræður
floksdisiplin innanfloks, og
at
floksins
stevnuskrá
verður
fylgd.
Tað
er
ongantíð nøktandi at ting-
limir fara í sjálvdrátt uttan
at flokkurin veit av. Tá er jú
ikki grund til at melda seg
inn í politiskan flokk.
Styrkin við eini breiðari
samgongu er, at hon forðar
fyri,
at
lægsti
fel-
agsnevnari,
ella
ein
absoluttur minniluti, rekur
føroyskan politkk. Tær
fylgjurnar kenna vit alt ov
væl til í Føroyum.
Annars vil eg nýta høvi
at takka bæði Jógvani og
Norðoyar Sambandsfelag
fyri at seta fokus á aktuellar
politiskar spurningar.
Ein sonn
hending
Hanna Kristiansen
Ein dagin eg gekk ein túr,
kom eg fram á eitt tjaldur
við unga, bæði innviklað
í ein og sama bummuls-
tráð um beinini og kundu
tí ikki flúgva. Fyrst tók
eg tjaldrið og síðan ungan
og fekk bummulstráðin
av beinunum uttan at tey
høvdu fingið skaða av
tránum.
Fyrst slepti eg tjaldrin-
um og síðan tjaldursung-
anum, tað var sum um
tjaldrið segði takk, tí tað
fleyg fleiri ferðir runt tætt
uppi yvir mær og síðan
fleyg niður til sín unga,
sum ikki var flúgvi førur.
Eg eygleiddi tey eina
løtu, síðan havi eg ofta
tonkt upp á hesa hending,
sum eg haldi er verd at
onnur gerast kunnug um.
Fólkaflokkurin og skúlaverkið
í Klaksvík
Fríggjadagin vóru boðini um nýggja landsliðsvenj-
araparið endaliga staðfest. Einki er at ivast í, at
nýggja samansetingin við Jógvan Martin Olsen,
John Petersen og Jens Martin Knudsen fer at verða
vigað bæði væl og virðiliga komandi dagarnar. Og
líka lítið er at ivast í, at fleiri spurningar verða
reistir hesum viðvíkjandi. Tað er einki at ivast í,
at við nýggja venjaranum hevur
Fótbóltssambandið lagt seg eftir einum
venjara, sum hevur allar tær útbúgvingar, sum
verða settar sum krav til eitt nú føroyskar
fyrstudeildarvenjarar.
Og við føroysku loysnini hevur FSF eisini
svarað teimum aftur, sum í nógv ár hava funn-
ist at, at landsliðsvenjarin hevur verið búsit-
andi uttanlands. Og tí vil nýggi venjarin alt
annað líka í størri mun hava fingurin á pulsi-
num við tí, sum fyriferst í føroyska fótbólts-
heiminum. Hartil tykist tað eisini vera um eina
greiða linju, har hildið verður fast um venjar-
an, sum í drúgt áramál hevur verið knýttur at
arbeiðinum við yngru landsliðnum. Og sum tí
- alt annað líka - eigur at vera førur fyri at
byggja víðari á tað arbeiðið, sum er gjørt á
hesum landsliðum. Hinvegin kann væl vera,
at talan ikki er um nakað nýbrot, tá nýggi
venjarin er sami maður, sum í níggju ár hevur
verið hjálparvenjari. Og spurningurin kann
helst eisini setast, hvørt hesin er førur fyri at
geva landsliðnum nýggja íblásturin, sum ofta
er ein fortreyt fyri støðugari menning.
Hartil er talan nú um ein hjálparvenjara, sum
ikki hevur nakrar royndir sum venjari yvirhøv-
ur, tó at royndir hansara sum spælari í føroysk-
um og altjóða høpi eru sera drúgvar.
Og talan er heldur ikki um ein profil á sama
hátt, sum vit áður hava havt í sessinum. Uttan-
lands hava nøvn sum Allan Simonsen og Hen-
rik Larsen ofta verið við til at taka trýstið av
føroysku spælarunum, samstundis sum hesir
hava skapt ein ávísan goodwill í útlendsku
pressuni. Og tann parturin verður neyvan tann
sami, nú talan er um ein fyrrverandi B68-
spælara.
Hinvegin er talan um eitt konsept, sum FSF
hevur valt at roynt. At vit hava ein tann best
útbúna og royndasta føroyska venjaran, sum
saman við tveimum av royndastu føroysku
landsliðsspælarunum skal hava ábyrgd av lið-
num. Hvussu hetta fer at hilnast, er so ein ann-
ar spurningur. Og tann spurningin fær eingin
svarað, fyrr enn føroyska loysnin hevur staðið
sína roynd.