leygardagur 29. oktober 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 207 - 29. oktober 2005
11
VIÐMERKINGAR
Arbeiðssteðgur og eftirlønir v.m.
Er hetta støðið í føroyskum politikki, Kaj Leo?
Jógvan Sundstein
At sita í frástøðu og eyg-
leiða gongdina í føroyska
samfelagnum seinastu tíð-
ina gevur einum rættiliga
nógv at hugsa um. Frá-
støðan ger, at ein fær meiri
tíð og frið at hugsa, sam-
stundis sum ein helst er
nøgdur við, at avgerðar-
rætturin og avgerðarskyld-
an liggur á øðrum enn
einum sjálvum.
Men sum fyrrverandi
politikkari og fyrrverandi
semingsmaður kann eg
kortini ikki lata vera við at
koma við nøkrum viðmerk-
ingum, sum bæði hava
samband
við
arbeiðs-
marknaðarviðurskiftini
í
Føroyum og eisini við tað,
sum seinast hevur verið
frammi um skattalættar og
samhaldsføstu eftirlønar-
skipanina.
Arbeiðsmarknaðurin
Tað er eygsýnt, at vantandi
høvuðsavtalur, vantandi ar-
beiðsrættur og tann alt ov
spjadda fakfelagsrørslan er
til stóran bága fyri arbeiðs-
friðin í Føroyum. Tað er púra
greitt, at slík viðurskifti, sum
lemja samfelagsvirksemið
við verkføllum bæði tíðliga
og seint, eru ótolandi. Tey
hoyra ikki heima í einum
nútíðar samfelag og gera, at
Føroyar sum frálíður verða
minni og minni áhugaverdar
fyri vanligan vinnuligan
aktivitet. Hetta er galdandi
bæði fyri landsins egnu
íbúgvar og fyri útlendsk
vinnulig áhugamál. Tað at
stuttir
arbeiðssáttmálar
verða gjørdir, og at ongar
samráðingar og justeringar
verða gjørdar millum avtalu-
terminirnar er negativt. Tað
at nógv fakfelag hava sínar
sjálvstøðugu sáttmálar, og
ofta við ymiskum terminum,
er eisini sera ørkymlandi, tí
tað hevur við sær vanda fyri
fleiri ymiskum "smáverk-
føllum", sum kunnu hava
skaðiligar fylgjur. Eisini er
rættarstøðan
á
arbeiðs-
marknaðinum ótrygg, tí
eingin lógar- ella avtalu-
ásettur
arbeiðsrættur
er
virkin.
Eisini síggja vit ávísa
kapping millum fakfeløgini.
Ein kapping, sum bæði er til
skaða fyri løntakarnar sjálv-
ar og fyri alt samfelagið. Til
dømis gjørdu partarnir á
privata arbeiðsmarknaðinum
ein ógvuliga sámuligan
sáttmála fyrr í ár við eini
sokallaðari null loysn. Nú
kemur almenni arbeiðsm-
arknaðurin, og hesir vilja
ikki góðtaka null loysnina,
og so hava vit verkfallið. Eg
ivist ikki í, at ein partur av
orsøkini til, at ein ódram-
atisk loysn varð funnin í vár,
var, at vónir vóru um skatta-
lætta, og at umframt avtalað-
ar eftirlønarbatar eisini vónir
vóru um, at samhaldsfasti
grunnurin fór at hækka.
Men hetta var ikki nóg
mikið fyri Starvsmannafel-
agið, og tí fekst ein loysn nú
í oktober, sum helst skapar
ónøgd hjá arbeiðarafeløgun-
um. Tað hevur so aftur við
sær trupulleikar næstu ferð
samráðingar skulu vera. Og
um ongar kontaktir eru mill-
um partarnar í millumtíðar-
bilunum, so hava vit aftur
eina spenta støðu tá næstu
samráðingar vera.
So skulu aftur semings-
fólk inn í myndina, og tá
kasta samráðingarpartarnir
ofta ábyrgdina frá sær og
leggja hana á semingsmenn-
inar. Síðani verður bæði av
pørtunum og fjølmiðlunum
bíða eftir og rópt eftir
semingsuppskotum.
Í
parantes skal eg viðmerkja,
at mangan havi undrast yvir
at hoyra í tíðindafluttningin-
um, at sagt verður: "enn er
einki semingsuppskot lagt
fyri partarnar" ella "sem-
ingsmennininir
siga,
at
semingsuppskot kemur ikki
enn" ella okkurt líknandi.
Tá samráðingar eru, og
semingsfólk eru við, skal
helst einki semingsuppskot
koma.
Samráðingarnar
skulu mýkjast so nógv og
leingi, at partarnir til síðst
semjast uttan nakað formelt
semingsuppskot.
Skattalætti og
samhaldsfasti
Eg hvakk við, tá eg sá á
netinum í gjár, at fólkapen-
sionistar í Føroyum missa
1.000 kr. um mánaðin. Tá ið
eg hevði lisið greinina fataði
eg, at so galið var tað kortini
ikki. Tað snúði seg um, at
vandi var fyri, at komandi
hækking av gjaldinum frá
samhaldsfasta ikki fór at
vera framd. Men hetta er í
sjálvum sær eisini nóg
galið.
Tað skilst, at landsstýrið
og samgongan tvinnar sam-
an lyftini um skattalætta og
hækking av gjaldinum til og
frá samhaldsfasta. Tað er
rætt at lækka persónsskattin,
men sjálvandi skal tað
gerast við skili, soleiðis at
tað fremur arbeiðshug og
harvið búskaparligan vøkst-
ur. Tí eigur hetta at verða
gjørt, men tað er samstundis
ein politisk meting nær og í
hvussu stóran mun.
Hinvegin er lyfti um
hækking av inntøkuni hjá
teim eldru við einum gjaldi
frá samhaldsfasta eftirløn-
argrunninum eitt lyfti, sum
eigur at vera hildið. Tað
hevur við sær, at inngjaldið
til grunnin eisini hækkar.
Men inngjaldið er býtt út á
nógv fleiri herðar, og merk-
ist tí ikki so ógvisligt.
Eg skal viðganga, at tá
samhaldsfasti frá fyrstu tíð
kom, var eg ímóti skipanini.
Men sum tíðin er liðin, og
eg havi sæð skipanir aðra-
staðni, eri eg komin á aðrar
tankar. Eisini trúgvi eg, at
tað vandamál, sum nógv
verður talað um, til dømis
her í Danmark, um vælferð-
arsamfelagið í framtíðini
klárar lutfallið millum færri
vinnufør og fleiri eftirlønt,
betur verður loyst við før-
oysku skipanini.
Føroyska skipanin við
eini lutfallsligari lágari
fólkapensións grundupp-
hædd, sum er skattafrí, og
síðani einum hækkandi
samhaldsføstum gjaldi, vil
sum frálíður virka betur
enn til dømis tann danska.
Í Danmark hevur tú eina
nakað hægri fólkapensión,
men hon er øll skattskyld-
ug. Síðani fært tú bert ATP,
um tú hevur goldið inn til
skipanina, og eftir hvat eg
skilji er upphæddin ikki
serliga stór.
Fólkapensionistar í Før-
oyum hava tað tí minst líka
so gott sum í Danmark.
Í báðum londum kunnu
fólk, og tað gera tey væl
meira í framtíðini, sjálv-
andi eisini hava sínar egnu
eftirlønarskipanir.
Grundvøllurin undir eini
tryggari skipan fyri fólk, tá
tey eldast, er sostatt eftir
mínari uppfatan, at fólka-
pensiónsupphæddin verður
varveitt við líðandi hækk-
ing, og at skattfrælsið fyri
grundupphæddina verður
varveitt. Harafturat kemur
so gjaldið frá samhalds-
fasta, sum um nøkur fá ár
kann koma uppá nakrar tús-
und krónur um mánaðan.
Tann lovaða økingin av
samhaldsfasta
eigur
tí
fremjast, sjálvt um skatta-
lættin ikki fulltút kann
fremjast.
Høgni Hoydal
Formaður Sambandsfloks-
ins hevur javnan gjørt seg
til talsmann fyri, at per-
sónsálop ikki skulu mynda
føroyskan politikk. Har eru
vit rørandi samdir.
Hví Kaj Leo Johannesen
hevur slept hesum máli og
er dottin í somu grøv sum
samgongufelagar hansara,
er mær ókunnugt.
Í lesarabrævi í bløðunum
í gjár, svarar Kaj Leo Jo-
hannesen einum fyrispurn-
ingi frá Jógvani Jacobsen,
ið reisir ein prinsippiellan
spurning um rættin at hava
egnar meiningar og at bera
tær fram. Hann vísir til eina
yvirlýsing frá Norðoya
Sambandsfelag.
Men Kaj Leo Johannesen
svarar ikki spurninginum.
Ístaðin fer hann beint í
somu grøv, sum vit kenna
so væl í føroyskum polit-
ikki: Hann leggur eftir
manninum og eftir Tjóð-
veldisflokkinum við grov-
um ósannindum.
Koyr í bás og sig eina
lygn
Jógvan Jacobsen er eisini
formaður í Unga Tjóðveld-
inum, sum er eitt sjálvstøð-
ugt felag, ið ikki er bundið
av Tjóðveldisflokkinum.
Kortini koyrir Kaj Leo Jo-
hannesen
beinanvegin
Jógvan Jacobsen í bás og
gevur honum ábyrgdina
fyri tí, ið Tjóðveldisflokk-
urin ger. Síðani sleingir Kaj
Leo Johannesen fordómar
og ósannindi út um Tjóð-
veldisflokkin.
Formaður
Sambands-
floksins skrivar: "Sam-
bandsflokkurin hevur onga
samtykt av tí slagnum, sum
hana hjá tingbólki Tjóð-
veldisfloksins, um at ting-
limur, sum alment finst at
formanninum, hevur sett
seg uttanfyri tingbólkin. Í
okkara flokki røkkur talu-
frælsið nógv longri enn so."
Hetta eru grov ósannindi
frá formanni Sambands-
floksins. Tingbólkur Tjóð-
veldisfloksins hevur ongan-
tíð samtykt, at ikki skal
finnast at formanninum.
Tvørturímóti. Hevur Kaj
Leo
Johannesen
nakað
dømi, at tað ikki er loyvt al-
ment at finnast at formann-
inum í Tjóðveldisflokkin-
um? Kennir Kaj Leo Jo-
hannesen nakað dømi um, at
formenn í øðrum flokkum
hava fingið tær atfinningar
alment, sum verið hava í
Tjóðveldisflokkinum?
Veruleikin er tann, at
tingbólkur Tjóðveldisfloks-
ins hevur samtykt, at ting-
limur, ið fremur persóns-
álop, setur seg uttanfyri
tingbólkin.
Tað átti at hóvað Kaj Leo
Johannesen í mun til tað,
sum hann sjálvur førir fram
alment.
Limablað Sambands-
floksins sama støði
Men hann velur persóns-
álopið og fordómarnar til
tess at sleppa undan orða-
skiftinum um prinsippiell
mál. Harmiligt er tað, at ein
so nýggjur formaður sum
Kaj Leo Johannesen longu
er farin at leggja hetta støð-
ið í føroyskum politikki.
Tað ger tað ikki frægari,
at Sambandsflokkurin í
hesi vikuni hevur sent eitt
limablað út, har eisini
beinleiðis ósanndindi verða
førd fram um Tjóðveld-
isflokkin. Í einari grein í
limablaðnum verður tað
lagt fram sum ein gøla og
eitt slag av avdúking, at for-
maðurin í Tjóðveldisflokk-
inum skal hava roynt at
fjala
avleiðingarnar
av
blokkstuðulsniðurskurðinu
m, innan ætlaðu fólka-
atkvøðuna í 2001.
Aftur her verða grov
ósannindi
førd
fram.
Ætlaða fólkaatkvøðan í
2001 snúði seg um at taka
undir við ella vraka upp-
skotið um sjálvstýri Føroya
fólks. Í hesum uppskoti
varð greitt ásett, at øll
málsøki skuldu á føroyskar
hendur og blokkstuðulin
minkast burtur innan ávíst
áramál. Og í uppskotinum,
sum skuldi til fólkaat-
kvøðu, varð eisini týðiliga
greitt frá, hvat hetta fór at
kosta og hvussu nógv
blokkstuðulin
minkaði
hvørt árið.
Eg fari tí at spyrja Kaj
Leo Johannesen, um hann
ætlar, at hetta skal verða
støðið í føroyskum politikki
frameftir? At flokkarnir,
heldur enn at leggja síni
egnu sjónarmið og grund-
gevingar fram, varpa út
ósannindi um Tjóðveldis-
flokkin?
Man tað ikki vera
skemt?
Hinvegin, so rokni eg við,
at Kaj Leo Johannesen í
veruleikanum hevur skriv-
að eina skemtigrein, sum
ikki skal takast í álvara. Tí í
somu grein skrivar Kaj Leo
Johannesen eisini:
"Styrkin við eini breiðari
samgongu er, at hon forðar
fyri, at lægsti felagsnevn-
ari, ella ein absoluttur
minniluti, rekur føroyskan
politkk. Tær fylgjurnar
kenna vit alt ov væl til í
Føroyum."
Hetta prógvar, at Kaj Leo
Johannesen í veruleikanum
er ein stórur humoristur, og
at hann megnar ta torføru
dygdina at leggja fram
sjálvspei.
Tí hetta er í veruleikan-
um ein framúr speisom lýs-
ing av gongdini í sitandi
samgongu. Tann lægsti fel-
agsnevnarin rekur politikk-
in. Ongar avgerðir verða
tiknar og ongar grundgev-
ingar lagdar fram. Einasti
felagsnevnari er at leggja
eftir andstøðuni og at fremja
persónsálop móti teimum,
ið loyva sær at finnast at.
Seinasta dømið sóu vit í
tinginum seinasta mikudag.
Tá viðgjørdi tingið eitt
uppskot frá Miðflokkinum
um at steingja Norðskála-
tunnilin og lata gamla Smyr-
il sigla á Skálafjørðin, með-
an tunnilin verður umvæld-
ur. Men tinglimir úr Sam-
bandsflokkinum og Javnað-
arflokkinum megnaðu at
brúka alla sína talutíð til at
leggja eftir Tjóðveldisflokk-
inum og geva honum og
minkaða blokkstuðuðlinum
skyldina fyri standin í
Norðskálatunlinum.
Skemtiligt er tað at fáa
skyldina fyri alt millum
himmal og jørð. Ja, vit
kunnu bara viðganga tað
beinanvegin, at Tjóðveldis-
flokkurin hevur skyldina í,
at heystið hevur verið so
vátt í ár.
Men fyri støðið og fram-
tíðina í føroyskum politikki
er verri at bera eygað við
tað skemtiliga.