Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. oktober 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 207 - 29. oktober 2005 VIÐMERKINGAR Hvussu fer landsstýrismaðurin at tryggja førleikan á landssjúkrahúsinum nú serlæknar verða sagdir úr starv Annita á Fríðriksmørk framsøgufólk hjá Tjóðveld- isflokkinum í Heilsumálum Tá eg ikki kenni orsøkina til uppsøgnina av leiðandi yvirlæknanum, fari eg ikki at leggja meg útí, um tað var rætt ella skeivt at siga hann úr starvi. Tað, sum er komið alment fram, kann neyvan verða grundarlag fyri uppsøgn, og er møgu- liga heldur ikki allur sann- leikin? Vit vita ikki. Vit lesa. Vit lurta. Og vit gita… Heldur landsstýrismað- urin, at tað sum leiðandi yvirlæknina hevur gjørt ikki kundi forsvarast við eini nøs ella við eini ávar- ing, men bara við eini upp- søgn, so hevur evsti mynd- ugleiki tala, og harvið verður tað! Men tá ið landsstýris- maðurin í Heilsumálum ikki vil gera nakra við- merking til málið, við tí grundgeving, at talan er um eitt persónsmál, so er hetta ein sannleiki við motifika- tiónum. At siga ein leiðandi yvirlækna úr starvi, er ikki bara eitt persónsmál. Slík atgerð nervar fyrst og fremst alt landssjúkrahúsið, og loypir hvøkk á øll tey, sum varða av hesum øki. Fyri okkum, sum uttanfyri standa er talan í veruleikan- um líka nógv um eitt heilsumál sum eitt persóns- mál. Og tað er tað heilsu- málsliga, sum fær meg at taka pennin. Hetta fyri at reisa spurningin, um før- leikin á landssjúkrahúsin- um ikki hevur fingið ein undir vangan? Og táið eg seti spurning við førleikan, so er tað tí, at er tað nakað, vit ikki hava ov nógv av í Føroyum, so eru tað serfrøðingar innan læknavísind. Og er tað nak- að sum er grundarlagið undir okkara vælferðar- skipan, so er tað eitt væl- virkandi heilsuverk, sum m.a. skal verða innbjóðandi fyri serfrøðingar at koma til. Tí vóni eg, at ovasti politiski myndugleikin hev- ur hugsað plan B, tá ið slík álvarslig stig verða tikin. Og góðtikin! Og plan B má m.a. verða at tryggja, at førleikin sum leiðandi yvir- læknin á landssjúkrahúsin- um Jóhan Petur Davidsen hevur, verður tryggjaður á landssjúkrahúsinum. Spurningurin til Hans Paula Strøm er tí, um hann hevur tryggjað, at lands- sjúkrahúsið varðveitir før- leikan innan økið hjá upp- sagda yvirlæknanum, nú hesin er sagdur úr starvið? P.S. Sum skilst á Út- varpið Føroya og á før- oysku bløðunum, so er or- søkin til uppsagnina, at JPD hevur lagt sjúklingar undir skurð, meðan verk- fallið var. Skurðviðgerðir, sum leiðslan ikki helt verða bráðneyðugar, og sum hon tí hevði útsett til verkfallið var av, men tó uttan at siga JPD frá. Er hetta so, kann eg ikki lata verða við at vísa á tann paradoksala hugburðin, sum valdar. Sami lands- stýrismaður, sum undir lóg- ligum verkfallli mælir til at lóggeva part av verkfalls- rakta økinum til arbeiðis, sigur í sama mánaði leið- andi yvirlækna úr starvi, tí hesin um somu tíð var til arbeiðis og legði sjúklingar undir skurð. Er hetta so, verður í øll- um førum skorið út í papp, hvussu nógv týdningar- miklari samgongan heldur, at Smyril er enn Lands- sjúkrahúsið. Onkur vaknaði við kaldan dreym,tá tað vísti seg, at landið ikki vil gjalda sín part av barnaverndar- økinum Finnleif Guttesen Tvøroyri Tað er okkurt heilt galið, tá ið ein vanligur kommunal- politikari kann góðtaka, at tey, sum hava tí minstu inntøkuna, skulu bløða fyri, at landið blakar ábyrgdina frá sær og at nakrir borgarstjórar, ið sýnast at verða fongdir við stórlætisørskapi, vilja yvirtaka bæði eitt og annað frá landinum, uttan bindandi avtalur. Ein fíggjarlig bumba Vit mugu vóna, at fólka- valdu kommunalpolitikar- ar, sum hava ligið í fasta svøvni, eru greiðir yvir, at landið hevur og ætlar, at turka hesar útreiðslur av uppá kommunurnar. • Barnavernd • Eldraøki • Botnfrádrátt í kommunuskatti • FAS • Bókasøvn • Skúlabarnaflutning • Næmingagjaldi í musikkskúlunum • O.s.v Hetta er ein fíggjarlig bumba, ið kommunurnar fara at merkja svian av, tá ið hon brestur. At løgtings- og landsstýrismenn siga, at pengar fylgja við, er føgur orð uttan innihald, tað er jú ein almennur sannleiki. Hvør skal gjalda Sjálvsagt skal borgarin gjalda, ætlanin er at kommunuskatturin skal hækka, og við núverandi skattaskipan er tað Palleba og Marsanna, sum tjena minst, ið verða harðast rakt. Tað liggur í kortinum, at hvørja fer útreiðslurnar hækka so hækkar komm- unuskatturin og tey lág- løntu merkja svian. Vón- andi sita arbeiðarafeløgini ikki hendur í favn. At vanligir kommunal- politikarar lata hesar oman- fyri nevndu borgarstjórar, draga seg eftir hárinum og koma kommunurnar í fíggjarligt óføri, er óhoyrt. Tí vóni eg, at tey vakna og gera vart við seg, tí tann fíggjarligi avtalan millum land og kommunu er yvir- høvur ikki komin uppá pláss. Noreg, ríkasta land í verðini Tað er eingin bindandi avtala millum land og kommunur um fíggjarliga leistin og er tað ein dára- gerð móti borgarunum í kommununum, at yvirtaka nakað sum helst, áðrenn ein 110 prosent greið av- tala er komin upp á pláss. At landið nú sigur, at 60 milliónir í skattalætta skal verða endurgjald fyri yvir- tøkur er at fullspotta borg- aran, og halda, at hann er býttur. Hyggi at Noreg, ríkasta land í verðini og kommun- urnar har hava ikki ráð, at geva nøktandi tilboð til eldraøki, tí landið vil ikki stuðla nóg nógv. Helgi Abrahamsen Góði Høgni Hoydal Eg síggi, at tú í bløðun- um í dag leggur eftir lima- blaðnum, sum Sambands- flokkurin hevur sent út í hesi vikuni. Tú vísir til eina grein, sum viðgerð ætlaðu fólkaatkvøðuna í 2001, og kallar tað sum har stendur fyri ósannindi. Greinin í limablaðnum vísti annars til tína grein í bløðunum tann 16. septem- ber í ár, har tú skrivar soleið- is: "Tað var í hesum upp- skoti, at blokkstuðulsniður- skurðurin varð settur til 300 - 400 mió. kr. og gjørt varð av at yvirtaka alt, so ONKI FÍGGJARLIGT OG UM- SITINGARLIGT TRÝST SKULDI VERA Á FÓLKI, TÁ TEY Á FÓLKAAT- KVØÐU SKULU TAKA STØÐU TIL AT SKIPA FØROYAR SUM SJÁLV- STØÐUGT RÍKI." Nú kallar tú hetta fyri ósannindi og vísir á, at í uppskotinum, sum skuldi til fólkaatkvøðu, varð týði- liga greitt frá, hvat hetta fór at kosta og hvussu nógv blokkstuðulin minkaði hvørt árið. Eg fari tí at spyrja teg, hvat tú so meinti við, tá tú tann 16. september skrivaði, at einki fíggjarligt trýst skuldi vera á teimum føroy- ingum, sum fóru á fólka- atkvøðu? - Hví var tað so umráðandi, at fólkið ikki skuldi merkja tað fíggjarliga trýstið? Og hvussu ber tað til, at yvirtøkurnar, sum vórðu framdar í 2001, kostaðu eina upphædd, sum júst svaraði til gjaldførisav- lopið hjá landskassanum (tað vil siga, at tað bleiv akkurát ikki neyðugt at leggja nakað eykagjald á fólkið, sum skuldi á fólka- atkvøðu)? Og hvar í upp- skotinum finni eg ta týðu- ligu frágreiðingina um, hvat uppskotið fór at kosta? PS! Hvar bleiv hasin veðrurin av? Høgni Hoydal sum ummælari av limablaði Sambandsfloksins Klaksvíkar HF-skeið flytast ella samskipan á staðnum? Kommunalpolitikar- ar snorksova Eyðgunn Samuelsen Nú er komið fram, at lands- stýrismaðurin í Mentamál- um ætlar at leggja HF- skeiðini í Eysturoy og Klaksvík saman. Grund- gevingin er, at nú koyrandi verður ímillum Klaksvík og Eysturoy má samskipast, so tilboðini eru so bílig sum til ber. Sjálvandi skal tað al- menna altíð rekast so bíligt og væl sum til ber. Hetta kann gerast á fleiri mátar, hvat við at kanna, um tað ikki kann gerast bæði bí- ligari og ikki minst betur við at samskipa HF við skúlarnir, ið eru á staðnum - í Klaksvík? Sum er, er Klaksvíkar HF skeið tað HF skeiðið, ið hevur virkað mest sambært sínum endamáli, nevniliga at vera ein eftirútbúgving- armøguleiki fyri tilkomin fólk, serliga ungar kvinnur við børnum. Um HF-skeið- ið verður flutt, kann ein ikki vænta, at hesin bólkur í sama mun fer at hava møguleika at útbúgva seg. So vítt eg veit eru væl fleiri næmingar á HF-skeiðnum í Klaksvík enn í Eysturoy, og tað kemur óivað av, at í Eysturoy eru fleiri onnur tilboð, bæði studenta- og handilsskúli. Eisini búgva flestu lærarnir, sum í dag undirvísa á Klaksvíkar HF- skeiði í Klaksvík, verður skeiðið flutt, skulu hesir hava løn fyri at ferðast til arbeiðis. Vil landstýrismaðurin av- taka møguleikan hjá til- komnum kvinnum at út- búgva seg samstundis sum visión 2015 setir sær sum mál, at øll skulu hava eina miðnámsútbúgving ella líknandi? Hví skal ein broyta tað, ið virkar væl. Klaksvíkin hevur fleiri vælvirkandi skúlar, ið liggja »spjaddir« runt í Klaksvík og tí, hvør í sín- um lagi eru smáar eindir, ið lættliga kunnu rationaliser- ast til Eysturoy og Havnar. Skal útbúgvingarpolitikk- urin við Visión 2015 eisini galda fyri Norðoyggjar, so eigur landsstýrismaðurin at hyggja at skúlunum í Klaksvík sum eini heild og kanna, hvussu hesir saman kunnu virka bíligari og betur í Klaksvík. Rational- iseringar kunnu, sum øllum kunnugt, eisini gerast á staðnum. Latið okkum varðveita eitt fjøltáttað útbúgvingar- tilboð til øll í Føroyum - eisini í Norðoyggjum!