leygardagur 29. oktober 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 207 - 29. oktober 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar-
pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í
Vikuskiftis Sosialin í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar
myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag
kl. 12.00
Sosialurin
Litmyndir av
brúðarpørum í
Marianna Mortensen
ættað av Tvøroyri, bú-
sitandi
í
Vanløse,
andaðist á Bisbebjerg
Hospital mikudagin 26.
Oktober, 85 ára gomul.
Anna Nora Winther,
fødd Gray, búsitandi í
Helsingør, andaðist týs-
kvøldið 25. oktober, 61
ára gomul.
Jarðarferðin verður úr
Stenhs kirke Vapna-
gaard, Helsingør, mána-
dagin 31. oktober kl.
13.
Peter Christian Jo-
hannesen,
vanliga
nevndur Petir hjá Frit-
leif, úr Havn, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
mikudagin 26. oktober,
79 ára gamal.
Bønarhald verður í
Landssjúkrahúskapellin
um fríggjakvøldið kl.
18.00.
Jarðarferðin verður úr
Vesturkirkjuni leygar-
dagin klokkan 14.00.
(Jonn)John Johansen,
Tórshavn, ættaður úr
Miðvági, andaðist tý-
skvøldið, 76 ára gamal.
Jarðarferðin
verður
kunngjørd seinni.
Magni Nolsøe, Vágur,
andaðist 27. oktober, 17
ára gamal. Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Jarðarferðin verður
kunngjørd seinni.
Andlát og jarðarferðir
Sunnudagin 30. november
verður Magnus S. Olsen í
Runavík 85 ár.
Magnus er ættaður úr
Rituvík, elstur av teimum
12 børnunum hjá Elspu og
Magnusi Olsen, á Líðini.
Øll systkini eru á lívi, og
eru 5 av teimum yvir 80 ár.
Í fjør var øll familjan savn-
að til hátíðarhald, tá ið
systkini kundu halda at tey
vóru 900 ár tilsamans.
Magnus fór, sum flestu
dreingir tá í tíðini, ungur til
skips. Í 1936 fór hann við
"Yvonnu", sum pápi hans-
ara førdi. Var síðani við
"Silverbelle" og "Phebee".
Hana førdi pápi hansara, til
hann doyði av sjúku í de-
sember 1940. Tá var Magn-
us 20 ára gamal, og yngsti
bróðurin bara 2 ára gamal,
og soleiðis sum sosiala
skipanin var tá, so lá ein
stór ábyrgd á honum, og
hinum eldru systkjunum,
øll hansara ungdómsár. Tó
sá hann ongantíð hetta sum
nakra byrðu.
Magnus sigldi øll krígs-
árini. Í 1944 tók hann setu-
skiparaprógv. Eftir kríggið
sigldi hann mest við trolar-
um, og var við "Hjørdis",
eini skonnart sum var um-
bygd til trolara, tá eldur
kom í hana, og hon sakk í
Godthåbsfjørðinum í Grøn-
landi í 1954. Manningin
var øll bjargað.
Seinnu helvt av 50’unum
var Magnus við íslendsku
trolarunum "Goðanes" og
"Gerpi". Var síðani við
"Fiskanes" í 60-61, við
"Morning Star" og "Okn-
ini", til hann mitt í 60-un-
um legðist upp á land.
Magnus giftist við Birthu
Justinussen úr Leirvík,
dóttir Elspu og Tummas á
Garði. Tey giftust inn á
Líðini í Rituvík, og búðu
har í 10 ár. Tá fluttu tey til
Runavíkar har tey høvdu
bygt sær hús.
Magnus og Birtha fingu
4 børn, Regin, Marjun,
Tórhild og Eilen, og barna-
børnini eru 11 í tali. Birtha
doyði í 2002.
Magnus er náttúrumenn-
iskja burturav. Tá ið hann
legðist upp á land, fór hann
at arbeiða á flakavirkinum
Lynfrost í Runavík. Men
ikki treivst hann innanfyri 4
veggir soleiðis dag um dag,
so hann søkti sær annað ar-
beiði. Hann kom so í ar-
beiði hjá Landsbyggifelag-
num og síðani E.Pihl &
Søn, og arbeiddi hann har,
til hann var um 70 ára
aldur, burtursæð frá 3 árum
umborð á "Magnusi í Ritu-
vík". Umleið 1990 vóru
niðurgangstíðir í landinum,
og tá helt hann at onkur
yngri maður hevði meira
brúk fyri arbeiðinum enn
hann, og gavst.
Magnus er at síggja til
gongu dagliga, og er hann
sera áhugaður í øllum sum
gongur fyri seg á staðnum,
og í samfelagnum yvirhøv-
ur.
Føðingardagurin verður
hildin saman við børnun-
um.
Magnus S. Olsen 85 ár
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at kæri pápi,
verfaðir, abbi og langabbi okkara
John S. Johansen
ættaður úr Miðvági
búsitandi í Tórshavn, andaðist týsdagin 25. oktober,
76 ára gamal
Jarðarferðin verður úr Dómkirkjuni
sunnudagin 30. oktober, kl. 13.30.
Familjunnar vegna
Eileen, Jógvan, Katrin, Inga og Thyra
Fríggjadagin 28. oktober
fylti Signhild Margretha
Mouritsen í Havn, vanliga
nevnd Gigga, 90 ár.
Gigga er serliga kend frá
Kaffivogninum, sum hon
saman við manninum Carl
Mouritsen rak í 40 ár
Eystaru bryggju í Havn.
Gigga og Carl skaptu eitt
sera hugnaligt umhvørvi í
Kaffivogninum, har nógv
arbeiðsfólk í Havn høvdu
sína føstu gongd.
Gigga er ættað úr Sør-
vági, er næstelst av einum
systkinaflokki upp á 7, har
6 teirra eru á lívi í dag.
Foreldrini vóru Kristina og
Johannes Joensen, úti á Lið
í Sørvági.
Hini systkini eru: Louis
Joensen í Sørvági, sum
doyði í 1975, 61 ára gamal,
Luffa Mouritsen og Poul
Arni Joensen, sum búgva í
Havn, Kristoffur Joensen,
sum býr á Argjum, Karla
Hansen, sum býr í Runavík,
og Lea Hansen, sum býr í
Sørvági.
Gigga giftist við Carl
Karbech Mouritsen, prent-
ara, í Havn í 1935. Tey hitt-
ust sum ung í Sørvági, tá
Carl vitjaði systrina Mar-
grethu (Giggu), sum var
gift Jákupi av Skarði, sum
var lærari í Sørvági um tað
mundið.
Gigga og Carl fingu til-
samans 12 børn, harav 9
eru á lívi. Tey eru: Gunn-
leivur og Eydna (Viderø),
sum búgva í Havn, Poula
Margretha (Keldorff) og
Arndis (Davidsen), sum
búgva í Danmark, Jákup
(Aggo), sum býr i Havn,
Kris og Johannes, tvíburar
sum doyðu í 1941, hálvt ára
gamlir av lungnabruna,
Karin, Kári, Rógvi og Elin,
sum øll búgva í Havn.
Yngstur var Bogi, sum
brádliga doyði av sjúka í
1960, 11 ára gamal.
Gigga hevur verið einkja
síðan Carl doyði í 1989, 78
ára gamal.
Gigga hevur eitt sjald-
sama positivt og ljóst lyndi,
og skapir gleði har hon
kemur. Líkamikið hvat ið
hendir, sær hon fram um
alt, og sigur at tað nokk fera
at blíva betri. Hóast høga
aldurin klárar hon alt tað
vanliga arbeiði í heiminum
uttan nakra hjálp.
Gigga eigur 18 ommu-
børn og 30 langommubørn.
Føðingardagurin
varð
hildin saman við familjuni.
Gigga Mouritsen 90 ár