Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. oktober 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórshavnar alfrøði: Konfirmantar í 1910 Tey sum blivu fermd í Havnar kirkju tann 3. apríl 1910 vóru: Nancy Svendsen (Havn), Olga Severia Marie Mikkelsen (Havn), Sigrid Petra Egholm (Havn), Jesine Nybo (Hvítanes), Svanhilda Trondina Katrina Hansen (Havn), Sigrid Else Louise Poulsen (Havn), Ludvika Elvire Pouline Thomassen (Havn), Lars Peter Johannessen (Havn), Poul Dion Poulsen (Velbastað), Peter Elias Sofus Hansen (Havn), Hans Andreas Sofus Andreasen (Havn), Ole Jacob Joensen (Argjaboða), Peter Ferdinand Christiansen (Havn), Johan Erik Niclasen (Velbastað), Albert Sofus Samuelsen (Havn), Poul Severin Johannesen (Havn), Joen Zacharias Marius Mikkelsen (Havn), Ole Hansen (Havn), Erik Mohr (Havn), Björn Finsen (Havn), Hans Ingvard Johansen (Argjaboða), Simon William Askam (Havn), Sigurd Pauli Johan Erik Niclasen (Havn), Georg Rubeksen (Havn), Hugo Øster (Havn), Rubek Rubeksen (Havn), Harald Frederik Klement Klementsen (Havn) og Sigurd Martin Ramussen (Havn). Tann einasta konfirmantin vit kenna á myndini er Olga Severia Marie Mikkelsen, hon situr sum nr. 1 f.v. í miðraðnum. Vit biðja tí lesararnar hjálpa okkum við at fáa sett røttu nøvnini á røttu persónarnar. Vinarliga ringið til Birgar Johannessen á tlf. 314647 ella 214647. Brúdleyp 27. oktober giftust í Havn Poula Debes og Finn Clementsen, Tórshavn. Í dag, 29. oktober kl. 13.00 giftast í Vest- manna kirkju Heidi Johannesen og Jó- hannus Jacobsen. Op- ið hús verður á Ovara vegi nr. 50 frá kl. 14.30 til 18.00. Silvurbrúdleyp 31. oktober hava Mar- git og Preben Ander- sen, Toftir, verið gift í 25 ár. Tey eru burtur- stødd. 75 ára føðingardagur Í dag, 29. oktober fyll- ir Sofus Foldbo í Leir- vík, 75 ár. Opið hús verður í LÍF-húsinum kl. 19.00. Prógv 26. oktober á Køben- havns Maskin-mester- skole og el-installatør hevur Rúni P. Jacob- sen, Søldarfjørður, lokið prógv sum el- installatør. Dagurin 29. oktober. Narciss- us, deyður ár 222. Hevur helst verið av grikskari ætt og gjørd- ist biskupur í Jeruse- lem. Hann segðist at vera 116 ár, tá hann doyði. 30. oktober. Absalon. Er navnið á soni Da- vids (2. Sám. kap. 13- 18). Bíbilska navnið merkir faðir at friðin- um. 31. oktober. Upphav trúbótar Luthers. Eftir trúbótina koma, sum vera man, eingi nýggj halgimenni upp í álmanakkarnar, men luthersku álmanakk- arnir varðveita tey gomlu nøvnini og taka eisini við tey nýggju katólsku nøvnini. So verða eisini ymiskar søguligar hendingar nevndar. Til dømis verður 31. oktober eisini hildin til minnis um at Martin Luther setti 95 setningar upp á slotskirkjudyrnar í Wittenberg. Nr. 207 - 29. oktober 2005 15 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Í blaðnum "Fagbladet 3F" í teiginum "Mennesker i arbejde" var herfyri ein mynd av Birgit Mikladal í Hjørring sum í fjør, sum fyrsti føroyingur, tók prógv sum djórapassari við zoo- djórum sum sergrein. Birgit er 27 ára gomul og úr Havn. Hon hevur búð fæst í Danmark síðan 1998. Eftir at hon hevði tikið HF-prógv í Keypmanna- havn í 2000, fór hon í læru sum djórapassari. Umframt skúlagongdina var hon í praktikk á Knuthenborg Safaripark og á Ebeltoft Zoo Safari. Hon slapp veruliga at royna seg í lærutíðini, har hon m.a. passaði geopardar, tikarar, nasahorn, giraffar, apur, og giftigar slangur og eitur- koppar. Lærutíðin var til- samans umleið fýra ár. Birgit arbeiðir í dag á Nordjyllands Beskyttede Værksteder, ið er ein vard- ur stovnur fyri menn- ingartarnað, har hon hevur dagliga ábyrgdina av øllum djórunum á stovninum og er við í arbeiðinum at menna djóradeildina, sum hevur nógv ymisk sløg av eksotiskum djórum. Birgit er dóttir Marin Mikladal í Århus og Hanus Heinesen í Havn. Foto: Per Daugaard Birgit Mikladal: Fyrsti føroyski zoo-djórapassari