leygardagur 29. oktober 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 207 - 29. oktober 2005
U-21 er ávegis
Eitt av málunum, sum
Jógvan Martin Olsen
fleiri ferðir áður hevur
nortið við, er, at Før-
oyar skulu hava eitt U-
21 landslið.
Og á tíðindafund-
inum í FSF-húsinum
staðfesti Óli Holm,
formaður í FSF, at
hetta er nakað, sum
arbeitt verður við.
- Tað er avgjørt ein
av fortreytunum fyri,
at vit kunnu seta enn
meira ferð á menning-
ina av føroyskum fót-
bólti. Og tí er hetta
heilt givið nakað, sum
vit vóna kann koma
upp á pláss skjótt.
- Men tað er givið, at
hetta setir stór pen-
ingalig krøv, og tí er
tað ikki ein avgerð,
sum bara verður tikin
uttan víðari. Men sum
sagt, so arbeiða vit við
hesum spurninginum í
løtuni, og vónin er, at
hetta kann verða greitt
til komandi undan-
kapping, staðfesti Óli
Holm.
Og hetta seinasta
bendir á, at støða verð-
ur tikin til spurningin
rættiliga skjótt. Tí tað
er ikki long tíð, áðrenn
lutakastið til kapping-
ina verður, og innan ta
tíð má spurningurin
vera greiddur.
-mørk
Sylla til B36
Beint fyri døgurða
fríggjadagin
boðaði
B36 frá, at teir hava
gjørt
sáttmála
við
Sylla D. Amed, sum
seinasta hálva annað
árið hevur spælt við ÍF.
Á heimasíðuni verð-
ur sagt, at hetta er ein
roynd hjá felagnum at
styrkja um álopspartin,
ið helst var veikasti
parturin á liðnum í ár.
Sylla hevur seinastu
18 mánaðirnar sýnt
stórum pørtum av før-
oyskum fótbóltsáskoð-
arum, at hann er ein
framúr tekniskt sterkur
spælari. Hann hevur
eisini ferð og gjøg-
numbrotsstyrki, og tí
er lítið at ivast í, at
hann er ætlaður at
spæla ein týðandi leik-
lut, tá B36 komandi ár
skal royna at verja
meistaraheitið.
-mørk
Studentarnir í 1964
A.f.v.: Eyðun Andreassen, Mikkjal Arne Poulsen (Porkeri), Kristian Ludvig Rasmussen (Søldarfjørður), Andreas Sverre Lamhauge (Fuglafjørður),
Joen Thomas Poulsen (Sandur), Bogi Hansen, Johannes Martin Eliasen (Fuglafjørður), Steintór Larsen (Fuglafjørður), Símun av Skarði, Trygvi Per
Juul Thomsen, Jegvan Zacharias Bæk, Erik Haraldsen, Jon Waagstein Rasmussen, Kári Mikkjalsson Helmsdal, Tórstein Holm og Bjarni Johannesen
(Vestmanna).
M.f.v.: Kaj Theodor Larsen (Porkeri), Ivy Grethe Guttesen, Eyðbjørg H. Berthelsen (Fuglafjørður), Tina Jórun Holmstrøm Johansen, Turið
Sigurðsdóttir Joensen, Sára Hervør Isaksen og Jógvan Kristin Joensen.
F.f.v.: Elin Jóhanna Mortensen, Hanna Saloma Absalonsen (Vágur), Kristianna K. Eliasen (Leirvík) og Hjørdis Højgaard. Hanus Sørensen (Húsavík)
er ikki við á myndini.
Studentarnir 1942
A.f.v.: Daniel Magnussen
(Kvívík), Thomas
Nygaard, lærari, Peter
Petersen (Klaksvík), Eli
Nolsøe (Vágur), Poul Fritz
Jacobsen (Tvøroyri), Peter
Arne Rein, Eyðun Sjúrður
Winther (Sandur), Mortan
Vilhelm Nolsøe (Vágur),
Daniel Jacob Bærentsen
(Kvívík), Arnbjørn Marne
Mortensen (Tvøroyri),
Demmus Hentze (Sandur)
og Jens E. Bergstedt,
lærari.
F.f.v.: Inga Juul, Chr
Haraldsen, lærari, Niels
Ladegaard-Pedersen,
lærari og Jonna Kristine
Hansen.
Tórshavnar alfrøði:
Fyrstu studentarnir í føroyskum búna
Í dag er vanligt at studentar eru í føroyskum búna, tá próvtøkan fer fram.
Men nær var fyrsta ferðin at studentarnir vóru í føroyskum búna í hesum
sambandi?
Teir fyrstu studentarnir vóru í 1942: Eyðun Sjúrður Winther (Sand) og
Daniel Jacob Bærentsen (Kvívík).
Tann fyrsta studinan var í 1964: Tina Jórun Holmstrøm Johansen (Havn).
Tey, ið hava okkurt at viðmerkja í hesum sambandi, kunnu venda sær til
Birgar Johannessen á tel. 314647 ella 214647.