leygardagur 29. oktober 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Súni Olsen skal á
miðvøllin. Ungu úti-
setarnir í Onglandi
skulu slúsast inn í
hópin. Og uppspæl og
gjøgnumbrot skulu
hava hægri raðfest-
ing, er millum annað
tað, sum Jógvan
Martin Olsen fer at
leggja dent á
LANDSLIÐSVENJARI
Jákup Mørk
Spenningurin var kanska
farin úr ballónini undan tíð-
indafundinum, skilt á tann
hátt, at navnið á venjar-
unum var komið út. Men
fyri tað var tað ein rættiliga
errin Jógvan Martin Olsen,
sum kundi seta undirskrift-
ina á sáttmálan. Ein sátt-
máli, sum í tvey ár ger hann
til høvuðsvenjara hjá før-
oyska fótbóltslandsliðnum,
eins og hann er maðurin,
sum kemur at standa við
ítróttarligu ábyrgdini av U-
landsliðsarbeiðinum
og
verður knýttur at føroysku
venjaraútbúgvingini.
Greiður boðskapur
Og tá tosað varð um ar-
beiðssetningin, sum nýggi
venjarin hevur sett sær, var
talan um ein óvanliga
greiðan boðskap.
- Fyrst og fremst, so má
eg siga, at eg eri errin
vegna samlaðu føroysku
venjararnar, nú FSF hevur
valt eina føroyska loysn til
fótbóltslandsliðið. Og per-
sónliga eri eg eisini fegin
og errin, legði hann fyri.
Og kanska fyri at fara
beint í krovið á kritakarum
sínum, so staðfesti venjarin
alt fyri eitt, at hann helt seg
hava møguleikar at tilføra
liðnum nakað nýtt, eins og
hann alt fyri eitt staðfesti,
at tað var hansara ynski, at
John Petersen varð knýttur
at landsliðnum,.
- Eg havi arbeitt saman
við John í nógv ár. Eg var
sjálvur á Skála eftir honum
í 1993, fyri at fáa hann inn
á Toftir at spæla í fyrstu
deild, og gjøgnum árini
hava vit havt eitt hampuliga
tætt samband. Hartil haldi
eg, at hann hevur nakrar
framúr góðar menninskj-
ansligar eginleikar, eins og
hann hevur eitt sera gott
eyga fyri spælinum. Og
hetta er nakað, sum vit vón-
andi kunnu fáa gleði av,
ljóðaði
skoðsmálið
til
nýggja hjálparvenjaran.
Broytingarnar
Tá tosið síðani snúi seg um
nýggja
høvuðsvenjaran,
tóktist Jógvan Martin eisini
vera rættiliga greiður um,
hvørjar broytingar hann
fyrst og fremst fer at leggja
seg eftir.
- Við tað, at talan nú er
um ein føroyskan venjara,
er væl ikki annað enn
náttúrligt, at eg komi at
hava eitt tættari samband
við venjararnar í ymsu fel-
øgunum. Tað skuldi givið
okkum størri møguleikar
fyri at fylgja venjingini og
menningini av einstøku
spælarunum betri.
- Hartil er so eisini ætl-
anin, at vit skulu fáa eitt so-
nevnt
analysu-program,
sum kann gerast eitt amboð
í eftirmetingum okkara.
Og eisini viðvíkjandi
spælihátti og spælaratilfari
er líkt til, at broytingar
verða nevndar. Hetta var
nevnliga eisini millum tað,
sum Jógvan Martin førdi
fram á tíðindafundinum.
Eisini hóast hann legði dent
á, at hetta heilt avgjørt
verður gjørt sum framhand
av tí arbeiði, sum er gjørt
seinnu árini. Millum broyt-
ingarnar, sum itøkiliga
vórðu nevndar á tíðinda-
fundinum, kunnu nevnast:
At Súni Olsen verður flutt-
ur á miðvøllin, og at nýggj-
ur vinstri bakkur tí skal
finnast. At Johan Troest
Davidsen og Christian Re-
storff Mouritsen verða slús-
aðir inn í landsliðshópin. At
servenjingar í størri mun
verða partur av landsliðs-
venjingunum. Og at gjøgn-
umbrots- og umstillings-
spælið hjá føroyska liðnum
skal betrast.
Talan var í øllum førum
um stór orð, sum vónandi
eisini verða framd í verki.
Um tað fer at eydnast, er so
ein spurningur, sum tað enn
ikki ber til at svara. Men
tað hava nýggju venjararnir
tey bæði komandi árini til
at prógva.
Nr. 207 • leygardagur • 29. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Greiðar útmeldingar
So varð tað heilt alment. Jógvan Martin Olsen er nýggjur høvuðsvenjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum. Her sæst hann saman
við formanninum í landsliðsnevndini, Jens Erik Magnussen, og FSF-bossinum, Óla Holm
Mynd: Álvur Haraldsen
John Petersen sigur, at hann
var eitt sindur bilsin, tá
honum brádliga stóð í boði
at gerast hjálparvenjari hjá
føroyska
fótbóltslands-
liðnum.
- Eg var tó alt fyri eitt
áhugaður, og eftir eina
stutta umhugsunartíð segði
eg eisini ja. Tað er jú ein
møguleiki, sum tú ikki fært
hvønn dag, og sjálvur vóni
eg eisini, at eg kann tilføra
liðnum nakað við teimum
royndum, sum eg havi.
Men tú hevur ongan tíð
áður roynt teg sum venjara?
- Tað havi eg eisini hoyrt
summi siga. Men hinvegin
havi eg oftani hugsað tann
vegin. Og í so máta haldi eg
hetta vera eitt framúr høvi
at fáa gongd á tann partin.
Ikki minst, at eg her sleppi
at arbeiða saman við einum
so
fakliga
dugnaligum
venjara. Í løtuni verður
kannað, hvørt eg kann fáa
góðskrivað nakað í venjara-
útbúgvingini. Her hava
danskir superligu-spælarar
møguleika at koma bein-
leiðis inn á seinasta stigan í
útbúgvingini, og so er
spurningurin, um eg kann
fáa líknandi góðskriving,
staðfestir John at enda.
Og hann leggur afturat, at
í útgangsstøðinum verður
tað so, at hjálparvenjarin
framhaldandi fer at búgva í
Danmark. Í blaðnum í gjár
róðu vit annars uppundir, at
tað
kundi
hugsast,
at
familjan flutti til Føroyar,
men tann partin sigur John
ikki vera aktuellan í løtuni.
-mørk
Nýtt
og
nýtt
Tíðin var búgvin til
eina føroyska loysn,
har vit eisini vísa
væl útbúnum før-
oyskum venjarum
álit og ábyrgd, held-
ur Óli Holm, for-
maður í FSF
LANDSLIÐSVENJARI
Jákup Mørk
Tá Henrik Larsen fekk at
vita, at FSF hevði tikið
støðu um, at sáttmálin
við hann ikki varð longd-
ur, var ein av grundgev-
ingunum, at Fótbóltssam-
bandið fegið vildi royna
nýtt.
Tí hongur tað ikki heilt
saman,
tá
»nýggja«
loysnin er ein venjari,
sum hevur verið hjálpar-
venjari í níggju ár. Ein
spælari, sum hevur spælt
10 ár á landsliðnum. Og
ein spælari, sum hevur
spælt í 17 ár á føroyska
fótbóltslandsliðnum.
Men Óli Holm, formað-
ur í FSF, tóktist tó á ong-
an hátt skakaður, tá
spurningurin varð settur.
- Alt annað líka, so er
talan um eitt nýtt kon-
sept, sum als ikki kann
sammetast við tað, sum
vit hava havt. Við hesum
hava vit sett ein føroysk-
an venjara, sum hevur
allar fakligar førleikar.
Og vit hava ein hjálpar-
venjara, sum kennir før-
oyskan landsliðsfótbólt í
odd og egg. Og tað haldi
eg avgjørt hevur stórt
virði.
- Annars eri eg ikki ein
av teimum, sum haldi, at
bara venjarin er út-
lendskur, so er alt gott. Í
mínum hugaheimi er tað
fult so týdningarmikið, at
okkara venjaraverð - sum
við árunum er vorðin
sera væl útbúgvin - eisini
fær álit. Vit hava í 11 ár
havt útlendskan venjara,
og vit í nevndini vóru all-
ir samdir um, at nú var
tíðin komin til eina før-
oyska loysn, staðfesti Óli
Holm.
John ivaðist ikki