Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. oktober 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 207 - 29. oktober 2005 Undan NM finaluni heldur føroyski álops- spælarin seg ongantíð hava verið betri fyri, enn hann er í løtuni, og hann ásannar, at tað er fantastiskt, at tað, sum fyri hálvum ári síðani tóktist vera lítið veruleika kendur dreymur, nú er so spennandi veruleiki, sum tað ber til at hugsa sær NM FINALA Í FÓTBÓLTI Jóannes Hansen Tað er úr dalinum og upp á kambin. Klokkan fimm seinnapartin í dag fer Todi Jónsson saman við liðfe- løgunum í Start at stríðast fyri at vinna NM í fótbólti. Tá ið danska kappingin fór í summarfrí í juni, var hann sáttmálaleysur, og 33 ára gamli veteranurin stóð fyri valinum at gevast at spæla á hægsta støði og at royna seg í vinnulívinum ella at royna á hægsta støði í eini 2-3 ár afturat. - Síðsta árið í FCK var vónbrot. Tað var kanska størsta orsøkin til, at eg gjørdi av at geva fótbóltin- um fyrsta prioritet eina ferð afturat. Eg ynskti ikki at enda sum ringvrak, og eg var heppin at fáa góða avbjóðing í Noregi, stað- festir Todi Jónsson úr Krist- iansand. Hóast tað hevur verið tor- ført at samantvinna fam- iljulívið og arbeiðið, so iðr- ar Todi seg ikki eina løtu um, at hann valdi at spæla í Start. - Hvør tann einasti dagur her í Kristiansand hevur kenst sum próvtøka. Vit venja tveir tímar hvørja ferð, og eg havi ongantíð áður vant so hart, sum vit gera her. Eg haldi heldur ikki, at eg nakrantíð havi kent meg at vera betri fyri, enn eg geri í løtuni. Síðstu tíðina í Lyngby, áðrenn eg fekk brokkin í lærkrikanum at dragast við, var venjing- arstøðan góð, og tá var eg meiri enn átta ár yngri enn nú. Men nú havi eg væl fleiri royndir, og mótsatt tíðini í FCK, so fái eg høvi at spæla alla tíðina nú. Tað fekk eg sjáldan í FCK. Heldur ikki tá ið eg var væl fyri. Har vóru so nógvir um boðið. Hvat er orsøkin til, at lív er komið í aftur spælið hjá tær? - Ein orsøk er, at venjing- in hevur passað væl til mín. Ein onnur er, at eg - og nú vóni eg ikki, at eg taki munnin ov fullan - ikki hava verið skaðaplágaður, og so hevur tað havt stóran týdning, at venjarin hevur víst og vísir mær álit. Eg gleði meg at venja, og eg gleði meg at spæla dystir og serliga tann í síðsta umfar- inum. Tað er fantastiska spennandi, og tað kennist eins hugaligt, sum tað var, tá ið vit í FCK stríddust um DM og í steypafinalum. Todi Jónsson og Start hava tosað um møguleikan fyri at leingja samstarvið, og tí er Todi hugaður fyri. - Eg havi givið teimum tað tilboðið, at eg kann halda fram, um tað fer at bera mær til at vera 2-3 dagar um vikuna saman við familjuni í Keypmanna- havn. Tað ganga tveir og ein hálvur tími frá tí, at eg fari frá húsum her í Krist- iansand, og inntil eg eri inni hjá mær sjálvum í Keyp- mannahavn, og eg kenni tað ikki sum byrðu at ferðast ímillum. Nú verður ikki hugsað um so nógv annað enn NM finaluna, men eg vóni, at tað fer at bera til at halda fram við samstarvin- um. Venjarin og liðfelagar- nir eru fínir. Tað er greitt, at Todi skal halda fram í hvussu so er inntil 11. desember. Tá fer Start í vetrarfrí. Í november og fyrst í desember skulu teir saman við øðrum norskum og donskum og svenskum feløgum spæla í Royalu kappingini. Fokus Alla hesa vikuna hevur Kristiansand verið propp- aður við fótbóltsrómi. Start hevur ikki vunnið NM síð- ani í 1980, og tá ið teir fyri einum ári síðani fluttu upp í Tippuliguna, var tað eingin, sum ímyndaði sær, at Todi Todi er hvønn dag til próvtøku Karismatsiki Tom Nordlie heldur, at Todi avgjørt er ein av spælarunum, sum kunnu avgera norska meistaraheitið Tað ræður um at vera væl fyri sinniliga, sigur Todi, sum í tímunum upp til dystin roynir at venda bakið móti rumblinum og fokus móti uppgávuni Mynd: Lars Reeka