leygardagur 29. oktober 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 207 - 29. oktober 2005
19
Hósdagin skrivaðu
HB og Jákup á Borg
undir nýggjan tvey-
ára sáttmála
SÁTTMÁLI
Jákup Mørk
Flestu
fótbóltsfeløgini
kring landið eru langt
síðani farin í holt við at
brynja seg út til komandi
kappingarár.
Ein av spælarunum,
sum nakað av tosið hevur
verið um, er Jákup á Borg,
sum fyri tveimum árum
síðani kom til HB úr B36.
Og nú er so eisini greitt,
at Jákup eisini tey bæði
komandi árini heldur fram
í HB.
Á heimsíðu síni fegnast
leiðslan í HB um, at tað
hevur eydnast at fáa tvey-
ára sáttmála við HB. Ikki
minst nú felagið eftir
lokna kapping hevur mist
tríggjar av sínum roynd-
astu spælarunum, hevur
tað alstóran týdning, at
halda fast í teimum, sum
verða roknaðir sum ber-
andi spælarar. Og tað má
Jákup sigast at vera.
Hóast hann júst er vorðin
26 ár, so er talan um ein
av drúgvastu spælarunum
á føroyska landsliðnum,
har hann higartil er skrá-
settur fyri 43 landsdystir.
Sjálvur tykist Jákup
eisini vera væl nøgdur
um, at alt er komið upp á
pláss viðvíkjandi sáttmál-
anum.
Aðrir styrkir ávegis
Tað hevur eisini ljóðað, at
fleiri aðrir spælarar eru
ávegis til HB, og hetta
verður ikki avvíst av for-
manninum, Birgir Eng-
hamar.
- Nú mistu vit jú tríggj-
ar av teimum royndu
spælarunum eftir kapp-
ingarárið. Og sjálvt um
vit hava hópin av ungum
og evnaríkum spælarun-
um, so er tað helst í meira
lagi at krevja, at hesir alt
fyri eitt skulu fylla holini.
Tí sigur tað seg sjálvt, at
vit eisini hyggja aðrar
vegir, sigur formaðurin,
sum tó ikki vil seta navn
á, hvørjir spælarar eru
ávegis.
Tað eru tó fleiri nøvn,
sum seinastu tíðina hava
verið sett í samband við
HB. Eitt nú sigst Mortan
úr Hørg at vera heilt nær
felagnum. Milan Kulic
sigst vera maðurin, sum
skal avloysa Rúna Nolsøe,
tó at Skála eisini sigst
hava sýnt honum áhuga.
Og endaliga hevur so
eisini ljóðað, at teir báðir,
Símun og Hanus Eliasen,
eisini skulu koma til
felagið. Men enn ber so
ikki til at staðfesta, hvørt
nakað er um hetta tosið,
ella um talan bara er um
leysasøgur.
Jákup heldur fram í HB
og liðfelagarnir í dag
skuldu hava møguleika at
vinna meistaraskapin.
- Nógv pressa hevur ver-
ið til allar venjingarnar í
hesi
vikuni.
Hósdagin
vandu vit fyri síðstu ferð,
og tá vóru tað eins nógv
pressufólk, sum tað plagdu
at vera, tá ið vit í FCK
løgdu síðstu hondina á
fyrireikingarnar at spæla
móti Brøndby, staðfestir
Todi Jónsson, sum í gjár
hevði frí.
Síðani venjingina í fyrra-
dagin hevur hann verið lítl-
an rennitúr. Annars hevur
hann - soleiðis sum venjar-
in gav boð um hósdagin -
hildið seg innandurða.
- Tað ber ikki til at ganga
í býnum fyri fótbóltspráti.
Venjarin hevur givið okk-
um boð um at halda okkum
við hús og at hugsa um alt
annað enn 4-3-3 og at lesa
alt annað enn tað, sum
pressan skrivar um okkum.
Hvussu hitar tú so upp til
avgerandi dystin um NM?
- Eg eri einsamallur, so
eg fari kanska ikki upp
fyrrenn klokkan tíggju.
Dysturin verður klokkan
seks, og vit skulu møta
tveir tímar frammanundan.
Mær dámar væl at vera við
hús í staðin fyri at fara á
gistingarhús soleiðis, sum
tað ofta verður gjørt, og í so
máta er tað fyrimunur, at
vit skulu spæla á heima-
vølli. Men dagurin fer við
at fokusera upp á stóru
uppgávuna. Tað ræður um
sinniliga at vera trimmaður
til avbjóðingina.
Hjá Toda kennist tað eitt
sindur undarligt, at avger-
andi uppgerðin um NM
skal vera móti Fredrikstad,
har Bora Zivkovic, sum
hann kennir væl frá FCK
tíðini, er í miðverjuni og
harvið ein av beinleiðis
mótstøðumonnunum
hjá
føroyinginum. Fyrsta sam-
bandið hjá Toda til norskan
fótbólt var júst Fredrikstad,
men eftir at hann hevði
hugsað seg um, varð sátt-
máli skrivaður við felagið í
Kristiansand.
- Start var oddalið tá, og
eg kann ikki vera annað
enn nøgdur við, at sáttmál-
in varð skrivaður við teir.
Fredrikstad er í niðurflyt-
ingarvanda, og tí verður
talan um sera torføra
avbjóðing. Um vit skulu
hugsa um NM, so er
treytin, at vit fáa fulla
úrtøku, og tað eiga vit at
hava førleika at fáa. Men
talan verður neyvan um
nógv mál. Eg vænti eisini,
at Vålerenga fer at vinna í
Skien. Spurningurin er
bara, hvussu nógv teir fara
at vinna.
Tá ið Jákup Mikkelsen
var í Molde, eydnaðist tað
teimum at vinna silvur-
krónur. Tað er møguleiki
fyri, at Start og Todi Jóns-
son eisini fara at standa við
silvurkrónum um hálsin í
kvøld. Um tað eydnast at
vinna gull, so verður tað
fyrsta ferðin, at føroyskur
spælari fer at vinna NM.
Millum teir berandi
43 ára gamli og karismat-
iski Start venjarin, Tom
Nordlie, metir Toda Jóns-
son vera ein av týdningar-
mestu spælarunum, nú alt
skal avgerast.
- Todi er avgjørt møgu-
ligur matchvinnari. Hann
hevur verið átta ár í FCK,
so hann veit, hvat tað snýr
seg um, tá ið dystir og um-
før av hesum slagnum eru á
skránni. Fleiri av hinum
spælarunum hava ikki hes-
ar royndirnar, staðfestir
Start venjarin.
Í norskum fjølmiðlum
hevur í vikuni ikki so lítið
verið gjørt við at sammeta
tey bæði feløgini, sum
kappast um NM - Våler-
enga úr Oslo og Start úr
Kristiansand. Tað er skjótt
at staðfesta, at upphæddir-
nar, sum Vålerenga hevur
goldið fyri spælararnar, og
lønirnar, sum teir rinda
spælarunum,
eru
væl
hægri, enn tær eru í Start.
Umstøðurnar í Vålerenga
tykjast minna um tær í
FCK, og tá ið Todi í norsku
pressuni sammetir Start og
FCK, so ger hann tað so-
leiðis:
- Uttan fyri vøllin er
munurin sum millum Krist-
iansand og New York. Hetta
skal kortini ikki skiljast
negativt. Í FCK hava teir
ráð til at keypa seg til teir
spælararnar, sum teir vilja
hava. Tað er ikki neyðugt
hjá teimum at hugsa um,
um spælararnir eru leysir
av sáttmálum ella ikki.
Start leitar spælarar upp,
sum eru leysir av sáttmál-
um, og so verða spælararnir
myndaðir soleiðis, sum teir
vilja hava teir at vera tað.
Hetta er positivt, og at tað
kann røkka langt, ber
støðutalvan boð um.
Dagin eftir 26 ára
føðingardagin skrivaði
Jákup á Borg undir tvey-
ára sáttmála við HB
Eftir at arbeiðssteðgurin í
fyrstu atløgu útsetti kapp-
ingina,
verður
stóra
simultan-kappingin
í
bridge spæld nú leygar-
dagin. Byrjað verður kl.
10.00.
Kappingin
er
tann
størsta einstaka kapping-
in, ið Føroya Bridge Sam-
band skipar fyri. Í fjørð
luttóku áleið 120 spælar-
ar, og tá gjørdust Bogi
Simonsen
og
Jákup
Hjaltalin vinnarar.
Kappingin er soleiðis
skipað, at spælt verður
kring alt landið um somu
tíð.
Vinnarar verða fyrst
funnir á teimum einkultu
spælistøðinum,
síðani
verður ein samlaður vinn-
ari funnin fyri alt landið.
Spælt verður í Klaks-
vík, Eysturoynni, Tvør-
oyri og í Havn.
Tilmelding á teimum
ymsu spælistøðinum.
-mørk
v
t
d
v
-
j -
t
mál
mál
+/-
stig
1
Start
25
13
-
6 -
6
46
32
14
45
2
Våleranga
25
13
-
6 -
6
38
25
13
45
3
Lyn Oslo
25
11
-
8 -
6
31
21
10
41
4
Lillestrøm
25
12
-
5 -
8
35
29
6
41
5
Viking
25
11
-
5 -
9
34
32
2
38
6
Brann
25
10
-
6 -
9
42
31
11
36
7
Rosenborg
25
10
-
3 - 12
49
41
8
33
8
Tromsø
25
8
-
9 -
8
30
29
1
33
9
Odd Grenland
25
9
-
5 - 11
26
49
-23
32
10 HamarKam
25
8
-
6 - 11
30
36
-6
30
11 Molde
25
8
-
5 - 12
38
44
-6
29
12 Fredrikstad
25
7
-
7 - 11
32
43
-11
28
13 Aalesund
25
6
-
9 - 10
30
39
-9
27
14 Bodø/Glimt
25
6
-
6 - 13
29
39
-10
24
Føroyskir leikarar:Todi Jónsson (Start)
Nú verður Føroya Bjór Simultan
Norska Tippeligan