leygardagur 29. oktober 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 207 - 29. oktober 2005
Suðuroyarleiðin:
- Tað er ov seint at »vakna«, tá ið tokið er farið
Ingeborg Vinther, sum
regluliga hevur ferðast
um Suðuroyarfjørð í
meira enn 25 ár,
ávarðar ímóti líkasælu
um Suðuroyarleiðina
og vísir á, at enn er
vón fyri stavn hjá okk-
ara syðstu og mest
fjarskotnu oyggj. -
Men hetta krevur
forstáilsi og vælvild,
og tað krevur, at
myndugleikarnir
framhaldandi síggja
Suðuroynna sum ein
part av føroyska sam-
felagnum. Tað er ov
seint at "vakna", tá ið
tokið er farið. Nú vit
fáa ein nýggjan Smyr-
il, er møguleikin góð-
ur at draga Suður-
oynna nærri miðstað-
arøkinum, sigur hon
PRÁT
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein av teimum, sum hevur
siglt um Suðuroyarfjørð við
Smyrli í mong ár, er Inge-
borg Vinther, sum er vág-
bingur og formaður í Før-
oya Arbeiðarafelag.
Hon hevur verið í leiðslu
FA’s í samfull 28 ár, og 27.
apríl í ár hevði hon 25-ára
"jubileum" sum formaður í
størsta fakfelagnum hjá
teimum, sum eitt nú stríðast
á fiskavirkisgólvunum, á
bryggjuni og við vegjaðaran.
Ingeborg býr í Vági, og
øll hesi ár hevur hon siglt
um Suðuroyarfjørð at kalla
hvørt vikuskifti við Smyrli.
- Longu tey fyrstu árini,
tá ið eg gjørdist stjórnar-
limur í FA, byrjaði eg at
ferðast norður um fjørðin
til fundar, men tá vóru túr-
arnir ikki so nógvir, sum tá
ið eg gjørdist formaður.
Hon sigur, at starvið sum
formaður í Føroya Arbeið-
arafelag hevur kravt, at hon
hevur verið á skrivstovu
felagsins gjøgnum vikuna.
- Eg fari vanliga norður
til Havnar mánadag og suð-
ur aftur um fjørðin fríggja-
dag. Alt eftir, hvat er á
skránni á skrivstovuni og í
felagnum annars, avgeri eg,
hvørja tíð á degnum eg fari
um fjørðin, bæði mánadag
og fríggjadag.
Ógvuliga spent
Sosialurin hitti Ingeborg, tá
ið hon var á veg suður um
fjørðin hetta seinasta viku-
skftið, sum gamli Smyril er
í regluligari sigling.
- Jú, eg eri ógvuliga spent
upp á nýggja og snotuliga
skipið, sum nú fer í sigling
komandi mánakvøld – og
eg gleði meg ómetaliga
nógv til hesar nýggju um-
støðurnar, sigur hon.
Ingeborg sigur, at hon
hevur avgjørt at fara norður
um Suðuroyarfjørð á sein-
astu ferðini hjá gamla
Smyrli, sum verður mána-
dagin klokkan 15.30 av
Drelnesi.
- Sjálvandi verður hetta
við blandaðum kenslum, nú
hetta verður seinasti túrurin
eftir so mong ár, men frøin
um nýggja skipið er so
mikið størri enn harmurin
um, at gamli Smyrli nú
verður lagdur.
Hevur tænt væl
Hon heldur, at gamla skipið
hevur roynst ógvuliga væl
hesi árini, tað hevur verið
álitið hjá suðuroyingum og
øðrum, sum hava ferðast
um fjørðin.
- Skipið hevur mangan
brattan farið øll hesi mongu
ár. Eg eri ikki bangin at
sigla, og eg fái vanliga ikki
sjóverk. Flestu túrarnir
hava verið góðir, men tað
eru eisini teir, sum hava
verið rættiliga buldrasligir.
Ingeborg minnist tann
eina túrin norður um fjørð-
in eftir eitt landsynnings-
brim fyri fleiri árum síðan,
sum eitt nú gjørdi skaða á
molan í Havn.
- Í Skopunarfirði legði
Smyril seg so langt einar
tvær ferðir, at tú ivaðist í,
um hann yvirhøvur mundi
fara at reisa seg aftur. Hend-
an dagin endaðu vit inni á
Skálafjørðinum og sluppu
ikki inn á Havnina fyrr enn
langt út á seinnapartin.
Hon heldur, at gamli
Smyril hevur verið eitt
óføra gott skip – og hevur
øll árini havt eina serstak-
liga lagaliga og fryntliga
manning, sum hevur dugað
ógvuliga væl við ferðafólk-
inum.
- Eg havi bara gott at bera
teimum øllum – heilt úr
maskinrúminum og upp á
brúnna. Øll hava tey gjørt
sítt besta fyri, at ferðafólk
kundu føla seg væl um-
borð. Tey hava verið hjálp-
som og fyrikomandi. Hetta
hevur heilt avgjørt sett sín
dám á hesa Føroya longstu
farleið og hevur verið við
til at gjørt, at alt hevur
gingið so ótrúliga væl, sum
tað nú einaferð hevur.
Ingeborg vísir á,
hvussu Stóran ómak
stóran ómak teir, sum
starvast á dekkinum, hava
gjørt sær við eitt nú at fáa
allar bilarnar umborð, tá ið
nógvur flutningur hevur
verið.
- Her ræður eingin tilvild.
Alt plássið verður brúkt,
soleiðis at eingin óneyðuga
stendur eftir á bryggjuni, tá
ið loyst verður.
Hon heldur fyri, at hesir
menn kortini hava fingið
manga skoluna, tá ið fult
var, og allir bilarnir ikki
sluppu við.
- Men teir vóru púrasta
ósekir. Teir gjørdu sítt
besta, og síðan fingu teir
ikki gjørt meira. Men so-
leiðis er lívið nú einaferð,
leggur hon aftrat.
Nú nýggi Smyril fer í sigl-
ing komandi mánakvøld,
fegnast Ingeborg um, at
Suðuroyggin endiliga fær
lut í menningini, sum verið
hevur á samferðsluøkinum í
Føroyum seinastu árini.
- Tað er bara harmiligt at
hoyra menn í dag tosa um,
at nýggja skipið er ov stórt.
Hetta ljóðar undarligt í
mínum oyrum, tí skipið,
sum vit nú hava fingið, er
ikki størri enn tað, teir
sjálvir hava biðið um.
Hon ivast onga løtu í, at
ferðafólkastreymurin
og
flutningurin annars verður
væl størri við nýggja skip-
inum enn við tí gamla.
- Tað vísir seg allastaðni,
at har tú veitir eina betri
tænastu, fara fólk at ferðast
meira, og soleiðis verður
eisini á farleiðini um Suð-
uroyarfjørð. Kanska fara vit
ikki at síggja hetta bein-
anvegin, men sum várið og
summarið aftur fara at
nærkast, ivist eg onga løtu
í, at nýggja skipið onkuntíð
kemur at standa sína roynd.
Ingeborg vísir á, at hóast
Smyrli ikki hevur so stóran
"belegning" gjøgnum alla
vikuna, er hann mangan ov
lítil í vikuskiftinum, og tá
ið serlig tiltøk eru sum
gera, at fólk ferðast meira.
Hon heldur, at túratalið
hjá nýggja skipinum av-
gjørt eigur at verða økt, so-
leiðis at skipið fleiri dagar í
vikuni – um ikki endiliga
allar, ger tríggjar túrar.
Umsitingin
- Farleiðin um Suðuroyar-
fjørð er lívæðrin – ella sum
onkur hevur sagt, "koyri-
vegurin" hjá suðuroyingum,
og tí haldi eg avgjørt, at øll
umsitingin av hesi farleið
eigur at liggja í Suðuroy.
Hon heldur, at politisku
umboðini á løgtingi og í
landsstýri, sum Suðuroygg-
in hevur, hava gjørt alt ov
lítið við at ávirka og fremja
hetta mál, soleiðis at umsit-
ingin av Suðuroyarleiðini
kann liggja í Suðuroy.
- Sjálvsagt vita suðuroy-
ingar best, hvør tørvurin er,
og hvat tænir oynni best.
Støðan í oynni er soleiðis
vorðin, at vit hava einki at
missa, men alt at vinna, og
tí er ongantíð ov skjótt, at
øll umsitingin av siglingini
um Suðuroyarfjørð verður
løgd í Suðuroy.
Ingeborg vísir á, at so-
leiðis, sum landið er vorðið
geografiskt, er neyðugt, at
Suðuroyggin fær tað, hon
hevur uppiborið.
- Sum partur av samfel-
agnum liggur Suðuroyggin
longur burtur enn hinar
oyggjarnar, og tí mugu vit
rokna við, at hendan farleið-
in verður dýrari enn aðrar at
reka.
Men
her
verður
neyðugt at gjalda tað, sum
tað kostar framhaldandi at
hava Suðuroynna við sum
partur av samfelagnum.
Líkasæla
Hon ávarðar ímóti líkasælu
og vísir á, at enn er vón fyri
stavn hjá okkara syðstu og
mest fjarskotnu oyggj.
- Men tað krevur forstá-
ilsi og vælvild, og tað krev-
ur,
at
myndugleikarnir
framhaldandi síggja Suður-
oynna sum ein part av før-
oyska samfelagnum. Tað er
ov seint at "vakna", tá ið
tokið er farið. Betur er at
binda um heilan fingur, og
nú vit fáa ein nýggjan
Smyril, er møguleikin góð-
ur at draga Suðuroynna
nærri
miðstaðarøkinum,
sigur Ingeborg Vinther.
- Sum partur av samfelagnum liggur Suðuroyggin longur burtur enn hinar oyggjarnar, og tí
mugu vit rokna við, at hendan farleiðin verður dýrari enn aðrar at reka. Men her verður
neyðugt at gjalda tað, sum tað kostar framhaldandi at hava Suðuroynna við sum partur av
samfelagnum, sigur Ingeborg Vinther
Mynd: Vilmund Jacobsen