Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. oktober 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 207 • Vikuskiftið 29.–30. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Føroyar 2015 skal verða tjóðskaparlig semja! Tinghellan s. 34–35 TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Plúmm uttan síðsta M’ið. Magn- us er ikki við í júst hesi saman- setingini, men ein nýggj trio hevur sæð dagsins ljós. Leivur Thomsen, Arnold Ludvig og Rógvi á Rógvu, allir við rót í Plúmm, hava stovnað nýggja jazztrio, sum verður at hoyra á Café Kheops annaðhvørt vikuskifti. Keopps verður jazzmiðdepil í Havn. Veteranarnir í hesi nýggju trio seta hol á fríggjakvøldið 4. november og spæla ætlandi annaðhvørt vikuskifti. At hesir duga sítt kramm er óneyðugt at fara at brúka blað- rúmd til her, men við sær í nýggju samansetingina hava teir hvør í sínum lag nýggj og spenn- andi tónleikaverk. Men vikuskiftini ímillum verða heldur ikki keðilig. Yngri og evnarík nøvn eru á lepanum. Fríggjadagin eftir, 11. november, er ungur og evnaríkur maður á skránni. Ein ungur harri, ið er á veg fram. 17 ára gamli Benjamin Petersen fer á pallin og við sær hevur hann tveir aðrar blásarar, nevniliga Trónd Olsen og Dáva Juul Magnussen. Øll sløg Rópini um spælistað, ella støð, hava longi ljómað í Havn. Nú er so ein pallur komin til jazzin. Keopps verður ætlandi nýggjur jazzdepil í Havn og talan verður um allan jazz, alt frá standard til latin og tað, sum er harímillum. Eisini guitarúrmælingurin á spanskan guitar, Ragnar, ið er tónleikalærari, verður at hoyra regluliga á Kheops. Eitt stað við livandi tónleiki, har blaðað verður upp á jazz í gomlum sum nýggjum nótaørk- um og har talan er um allan jazz, kanska eisini tað slagið av jazzi, ið ikki er fest á blað, tí hann er enn er ov livandi. Ein livandi pallur, har nýggj og eldri, roynd nøvn skiftast at føra fram. Fløga Um eitt hálvt ár, ella so, fara Rógvi, Arnold og Leivur í upp- tøkuhølini at taka upp fyrstu fløguna, ið henda nýggja jazztrio spælir inn. Tá fløgan er komin á marknað- in einaferð í vár, er ætlanin at fara á ymsar festivalar í útlond- um at spæla. Jú, hóast síðsti Plúmmarin, Leivur, júst er komin aftur á klettarnar, eftir at teir allir hava verið burtur í útlegd longri og styttri, so tykist, sum kennist "J" bókstavurin í orðinum Jazz ikki sum eitt akker, ið bindur teir niður. Heldur er hetta tað, ið heldur teir á felags grund, men sum hevur nóg langa ketu, so tað hevur loyvt teimum at royna seg í longri áramál á øðrum beitum, men altíð finna teir heimaftur og saman. Í vár, tá fløgan er komin, fara teir ætlandi í felag at vitja útlendskar festivalar og at hoyra, hvat teir hava at bjóða. Og ikki minst vísa, hvat føroyskur jazzur hevur til kræsin oyru. Føroyskir lurtarar hava tó møguleikan í vetur at hoyra nýgju jazzsamansetingina og fyrstuferð verður á Keopps 4. november. Leivur Thomsen, Arnold Ludvig og Rógvi á Rógvu, allir við rót í Plúmm, hava stovnað nýggja jazztrio, sum verður at hoyra á Café Kheops annaðhvørt vikuskifti. Kheops verður jazzdepil og veteranarnir byrja Leivur, Arnold og Rógvi. Fá ivast í hvørjir teir eru og eftirnøvn eru óneyðug. Í felag hava teir í hvussu er Plúmm. Café Kheops verður nýggjur jazzmiðdepil í Havn og teir, ið leggja fyri fríggjadagin 4. november, eru júst nevndu úrmælingarnir, ið eisini hava ætlanir um fløgu. Teir spæla annaðhvørt vikuskifti á Kheops, men ímillum eru nýggj og evnarík nøvn at hoyra