leygardagur 29. oktober 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 207 - 29. oktober 2005
Orð: Niels Uni Dam,
nielsuni@sosialurin.fo
Myndir: Símun J. Hansen
Elin Heinesen er blaðstjóri á
danski tíðarritinum KIWI, ið
kemur út eina ferð um mánan og
hevur 430.000 lesarar. Blaðið er
ein av teimum heilt stóru sól-
skinsøgunum í danska blaðheim-
inum, og Elin eigur høvuðs-
ábyrgdina fyri stóru undirtøkuna.
Hon hevur ment konseptið, valt
málbólk og sitið sum blaðstjóri
frá fyrsta degi.
Elin er 47 ára gomul, eigur
eina 15 ára gamla dóttir við fyrr-
verandi manninum, Elin býr
saman við sjeikinum í eini íbúð
mitt í Keypmannahavn, annað
hvørt vikuskifti eru børnini hjá
honum hjá teimum. Hann eigur
ein drong, sum er 15 og eina
dóttur, sum er 8. Dóttur Elina
býr somuleiðis hjá teimum, men
er í løtuni á eftirskúla í Lange-
land.
Eg havi hitt Elina í íbúðini, ið
liggur eitt hanagleiv frá
Amalienborg, og meðan glóð-
heita kaffi úr nýggju senseo
maskinini, kitlar lukti- og
smakksansirnar, spyrji eg hana
um, hvussu ein føroysk kvinna
gerst blaðstjóri á einum so
stórum blaði?
Tíðarrit í NETTO
Søgan um KIWI byrjar í 2003, tá
Elin sá lýsing eftir blaðstjóra til
eitt ókeypis tíðarrit, sum stóra
útgávufelagið Chili Group gav
út. Blaðið skuldi liggja frammi í
teimum 368 handlunum í
NETTO ketuni. Handlarnir hava
umleið tvær milliónir viðskifta-
fólk um vikuna, og blaðið skuldi
venda sær til so nógv av hesum
sum møguligt. Elin greiðir frá
"At hetta, at samstarva við t.d.
eina handilsketu og geva hesi
ketu einkarrætt til útbreiðslu av
einum blaði, er eitt rættuliga nýtt
konsept í Danmark, men verður
eisini brúkt í Bretlandi.
Ein av 400
Elin var tá júst liðug í tíðarav-
markaðum starvi hjá Føroya
Tele, har hon kannaði møguleik-
arnar fyri at seta á stovn Rás 1.
Hon og 400 onnur søktu starvið.
Men Elin varð tann, ið fekk tað.
Tey fóru beinanvegin undir at
kanna, hvørji fólk keypa í
NETTO, og hóast talan er um
nógv ymisk fólk, so var ein
yvirvág í kvinnum. Við støði í
kanningunum, var konseptið
aftan fyri KIWI skapt: Eitt blað
sum vendir sær til nútímans
kvinnuna. Undir herrópinum
"Råd til mere" verður dentur
lagdur á, at gera lívið hjá lesar-
anum eitt sindur lættari. "Her er í
botn og grund talan um góð ráð
um, hvussu lesarin kann spara
pening, gera ymiskt sjálvur og
fáa betri tíð í gerandisdegnum."
sigur Elin.
Blaðið er í stóran mun óheft av
NETTO, umframt eina síðu í
blaðnum, sum NETTO hevur til
lýsingar og eina avtalu um, at
aðrar matvøru handilsketur ikki
lýsa í blaðnum, er blaðið óheft.
Fíggja av lýsingum
KIWI verður fíggjað av lýsing-
um, og umleið helvtin av blað-
num er lýsingar. Hin helvtin er
tilfar, sum Elin skrivar sjálv, sum
freelancarar skriva og tilfar, sum
verður latið av feløgum og ein-
staklingum, ið skriva ókeypis til
blaðið. "Seks om dagen, ið er ein
herferð fyri at fáa danir at eta
grønmeti og frukt, hevur tildømis
eina síðu í blaðnum. Kunningar-
deildin aftan fyri herferðina
skrivar greinarnar beinleiðis til
KIWI, men eg havi sjálvandi
Elin er ráðgevi
hjá 430 túsund dønum
Út ímóti eini hálvari millión lesa við, tá Elin skrivar greinar í
blaðnum, ið hon sjálv hevur skapt. Konseptið aftan fyri blaðið er
einfalt: eitt ynski um at gera gerandisdagin lættari hjá lesaranum.
Søgan um KIWI byrjar í 2003, tá Elin sá lýsing eftir blaðstjóra til eitt ókeypis tíðarrit, sum stóra útgávufelagið Chili Group gav út. Blaðið skuldi liggja frammi í teimum 368 handlunum í NETTO
ketuni. Handlarnir hava umleið tvær milliónir viðskiftafólk um vikuna, og blaðið skuldi venda sær til so nógv av hesum sum møguligt