leygardagur 29. oktober 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 207 - 29. oktober 2005
23
redaktionellu ábyrgdina, og
góðkenni alt tilfar" sigur Elin.
Ein sniðgevi er knýttur at
blaðnum, Hesin gevur góð ráð
um, hvussu tú kanst gera títt
klædnaskáp meira spennandi fyri
lítið og einki. Sniðgevin fær ikki
pening fyri at skriva, men fær
ógvusliga marknaðarføring
burtur úr hesum.
Góð heimaráð
Lesarin luttekur eisini beinleiðis
tildømis við at senda góð heima-
ráð til blaðið. Í nýggjastu útgáv-
uni, greiðir ein lesari frá um,
hvussu man lætt kann vaska ein
mikroovn: Tú setir eina skál við
vatni í og eini sitrón, sum er
skorin í helvt, inn í ovnin.Síðan
tendrar tú ovnin á hægstu orku í
tveir minuttir, hetta loysir alt tað
skitna, og so ber til at turka tað
av. Ein kvinna skrivar inn og
sigur, at til ber at binda dukku-
klæði burtur úr avlops tógvi,
osfrv. Fyri ómakin kappast
lesarin um eitt gávukort til eina
ferð fyri tvey áljóðandi 5.000 kr.
Eisini ber til at skriva inn og
spyrja psykoterapeutin Ingrid
Ann Watson um ymiskt, í einum
blaði skrivar ein mamma inn og
spyr um ráð viðvíkjandi síni
snarsintu dóttir, ein annar skriva.
Skuld í hjúnarskilnaði
Síðan 6. oktober 2003, tá fyrsta
útgávan av KIWI kom út, hevur
blaðið fingið yvir 1000 brøv, har
lesarin takkar og rósar, og einans
seks klagur. Elin greiður frá, at
tann eina av klagunum var í
byrjanini av hesum árinum. "Um
jóltíðir høvdu vit eitt tema um
ótrúskap. Í blaðnum var ein
spurnarkanning, har tú kundi
kanna, um tú vart í vandabólkin-
um fyri at verða ótrúgvur. Ein
maður hevði ikki vilja luttikið í
kanningini, tá konan spurdi
hann. Hon gjørdist vís í, at
orsøkin til vantandi hugin at
luttaka var, at hann ivaleyst
hevði verið ótrúgvur. Hon gav
honum tí durðarfjórðingin.
Maðurin skrivaði til mín og gav
blaðnum skuldina. Hann bað
okkum um at vera meira ansin
viðvíkjandi tílíkum kanningum í
framtíðini."
Ikki trælir av
lesarakanningum
Nøgdsemi við blaðið er stórt, og
hetta sæst aftur í lesaratølunum,
hvørt hálva ár verða lesarakann-
ingar gjørdar, og sambært nýggj-
astu kanningini er talið av lesar-
um farið upp við 43.000 seinasta
hálva árið. "Um árskiftið varð
ein nýggjur grafikari settur í
starv, og blaðið fekk í hesum
sambandi eitt andlitslyft, og
eisini innihaldið í blaðnum var
broytt smávegis soleiðis, at dent-
ur varð lagdur á tað innihaldið,
ið var væl dámt millum lesarar-
nar. Hetta hevur eftir øllum at
døma hjálpt." sigur Elin, men
heldur fram, at tað er týdningar-
mikið at brúka lesarakanningar
rætt og ikki gerast trælur av
teimum. "Tú noyðist eisini at
hava eitt ávíst feel, og tora at
royna okkurt annað, ella steðgar
tú allari menning"
Høg góðskukrøv
Elin heldur at orsøkin til at blað-
ið er vorðið ein sovorðin sólskin-
søga er eitt høgt góðskukrav.
Blaðið leggur seg eftir, at góðsk-
an skal vera eins høg sum í teim-
um bløðunum, ið fólk gjalda
pening fyri. Nú blaðið hevur
verið til í 2 ár, kenna fólk blaðið,
og vita at her er talan um
góðsku, tí taka tey tað við sær, tá
tey eru í NETTO. "Í byrjanini
var ein ávis skepsis, tí at talan
var um eitt ókeypis blað, fólk
væntar ikki góðsku ókeypis, og
samstundis krevur modernaði
brúkarin góðsku", sigur Elin.
Fjøllbroytt yrkisleið
Í Føroyum er Elin fyrst og fremst
kend sum kvinnuliga røddin í
Nalja. Men partar av hennara
yrkislívið hevur hon verið í
Føroyum. Hon var eitt skifti
marknaðarfólk í SMS, hevur
arbeitt fyri Føroya Tele og hevur
klipt og staðið fyri tónleikinum í
sjónvarpfilmunum, sum Gulla
Øregaard hevur gjørdi um pápa
Elina, rithøvundin Jens Paula
Heinesen. Hon hevur eisini
arbeitt við heimasíðum, fyri
Menningarstovuna, Vinnumála-
ráðið og Oljumálaráðið. Elin
hevur fleiri ferðir verið í Føroy-
um í styttri tíðarskeið, eitt nú í
ár, meðan mamma hennara lá
sjúk. Men síðan fyrst í 80’árun-
um, hevur Elin mest verið í Dan-
mark.
Hon hevur eina útbúgving sum
Cand. Mag. í estetikki og ment-
an, hevur lisið norðurlendskar
bókmentir á Fróðskaparsetrinum,
umframt at hon hevur lisið á
filmskúlanum í Keypmannahavn.
Hennara CV er bæði langt og
spennandi, og umfatar starv sum
alnetblaðstjóri á kvinnuportal-
inum www.kvindeportalen.dk,
marknaðarfólk í mentanarbýnum
1996, redaktiónsstjóri hjá Komi-
teen for Sunhedsoplysning.
Varð headhuntað til
kvinnuportalin
Meðan Elin gekk á filmskúlan-
um hevði hon egið felag Heine-
sen Kommunikation. "Eg hevði
longu brúkt mítt SU, so eg lív-
bjargaði mær við egnum felagið,
har eg millum annað gjørdi
heimasíðir. Tá eg var liðug í
skúlanum, fekk eg boðið starv
hjá World Online, sum skuldu
gera eina heimasíðu fyri kvinnir.
Eg var alnetblaðstjóri á hesi síðu,
ið fekk heitið
www.kvindeportalen.dk. Henda
síða og allir hinir World Online
portalarnir vórðu niðurlagdir, tá
Tiscali keypti World Online, og
alnet kreppan samstundis gjørdi
um seg. Tá vóru vit seks fólk á
redaktíonini, og vit høvdu ikki
færri enn 40 freelancarar knýttar
at okkum.Hetta er jú øgiliga
nógv fyri ein alnetportal." sigur
Elin. Hon er sannførd um, at tað
vóru royndirnar og kunnleikin til
marknaðin, sum gjørdi, at tað var
hon, sum fekk starvið, sum blað-
stjóri á KIWI.
Filmarnir lokka
Elin er nøgd við sín gerandisdag
men sigur, at hon fegin hevði
vilja arbeitt við filmgerð. "Eg
kundi hugsa- mær at skrivað
handrit til film, tað var høvuðs-
orsøkin til, at eg fór á filmskúla,
men man má hava løn fyri at
liva, og eg havi jú eitt fantastisk
starv, sum mær dámar væl, so eg
klagi ikki, men kanska sleppi eg
at starvast við filmgerð onkuntíð
seinni."
Tónleikurin er enn á
skránni
Elin var í summar í upptøku-
hølunum hjá Útvarpi Føroya,
saman við Svenn Brimheim, og
spældi 8 løg inn. Hetta er eitt
samstarv, sum tey hava havt
ætlanir um leingi. "Svenn er ein
fantastikur gittarleikari, so
knasandi musikalskur. Hann
hevur sítt heilt egna ljóð og stíl.
Gittarin, sum hann brúkar, er
sami jassgittari, sum hann brúkti
í 50’árunum", sigur Elin og
greiður frá, at í summar avgjørdu
tey, nú skuldu tey gera álvara av
samstarvinum. Afturat sær høvdu
tey Ad Libitum, eins og Svenn
Brimheim hevur Ad Libitum
arbeitt nógv við Hermanni
Jacobsen.
Tey tóku átta løg upp beinleið-
is og uppá sera stutta tíð, og
sjálvt um upptøkurnar, sum hon
spælir fyri mær eru ráar og live,
so ljóðar hesin easy listening
tónleikurin avbera væl. Elin
sigur, at hetta alt er løg hjá
øðrum, sum tey tolka. "Nógv eru
løg, sum Svenn dámar serliga
væl, so eru nøkur Ad Libitum
løg, og okkurt sum eg havi valt,
t.d. ein gamal norskur sálmur.
Hetta er langt frá glaða poppin-
um hjá Nalju. Men Elin sigur, at
hetta als ikki kennist løgið fyri
hana at syngja. Henni hevur altíð
dámt væl slíkan tónleik. Pápi
hennara plagdi at lurta eftir Evert
Taube og øðrum tílíkum, tá hon
var barn. Hon sigur, at hon ætlar,
at hon og Svenn fara í okkurt
upptøkuhøli í næstum, og spæla
4 løg afturat inn, so eru tólv løg,
og tað er ein heil fløga.
Elin hevur skrivað nógv løg
sjálv og ætlar heilt víst at gera
okkurt við tey. So fløgan við
Svenn Brimheim verður ivaleyst
ikki tann síðsta hjá Elini
Heinesen.
Elin heldur at orsøkin til at blaðið er vorðið ein sovorðin sólskinsøga er eitt høgt góðskukrav. Blaðið leggur seg eftir,
at góðskan skal vera eins høg sum í teimum bløðunum, ið fólk gjalda pening fyri