leygardagur 29. oktober 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 207 - 29. oktober 2005
FØROYINGUR
UTTANLANDS
Inna Törnroos
Guðrið tekur ímóti mær í tí
nýggju loftíbúðini mitt í Stock-
holm. Hon og maðurin Bjørn
hava stórar byggiætlanir fyri
íbúðina, men í løtuni tekur
arbeiðið tað mesta av tíðini hjá
Guðrið.
Klokkan er 19.30 og Guðrið er
akkurát komin frá arbeiði, hon
hevur havt fund við eitt reklamu-
virki. Hon letur seg skjótt úr tí
formellu skjúrtuni og blakar seg
í sofuna í t-shirt og flesakjóla.
Guðrið er uppvaksin í Rituvík
og er nummar sjey av átta syskj-
um. Hon fór fyrstu ferð úr Før-
oyum longu sum 16 ára gomul.
Tá bar leiðin til Spania sum
AFS-ari.
– Tað árið var tað týdningar-
miklasta í mínum lívi, eg lærdi
meg spanskt og víðkaði mín
sjónarring.
Eitt ár seinni kom hon aftur og
byrjaði á HF í Eysturoynni.
Aftan á tvey ár og eitt flott prógv
bar leiðin fyrst til Onglands sum
au pair og seinni til Handilshá-
skúlan í Keypmannahavn.
Guðrið byrjaði at lesa inter-
nationella marknaðarføring
saman við enskum og sponskum.
Maðurin Bjørn, sum er svensk-
ari, arbeiddi tá fyri stóru fyritøk-
una Ericsson í Keypmannahavn.
Síðsta árið á tí fimm ára longu
útbúgvingini vildi Guðrið gjarna
taka uttanlands, og bar tí leiðin
til Stockholm 1998.
Tað var í Stockholm, Guðrið
byrjaði at arbeiða við ferðavinnu.
Hon fekk eitt lestrararbeiði á
Danska Turistráðnum í Stock-
holm og bleiv so væl dámd, at
eftir lokna útbúgving bleiv hon
boðin fast arbeiði við ábyrgd fyri
tí strategisku marknaðarføringini
av Danmark í Svøríki.
– Eg var heppin at fáa mítt
fyrsta arbeiði so lætt, tað er
annars ofta ringt at fáa fyrsta
starvið, tá tú ikki hevur nakrar
royndir, sigur Guðrið.
Hon arbeiddi í fimm ár á Dan-
marks Turistråd og fekk støðugt
meira ábyrgd. Hetta var um tað
mundið, tá Oyrasundsbrúgvin
bleiv upplatin, og tí var áhugin
fyri Danmark í Svøríki sera
stórur.
Tað var eisini á tí arbeiðspláss-
inum, har Guðrið møtti sínum
sokallaða mentor, Martin Ros-
borg. Han var tá leiðari á Dan-
marks Turistråd, og Guðrið bleiv
skjótt hansara høgra hond.
Tá hann fekk tilboð um at taka
við róðrinum á Stockholm
Visitors Board, sum er organisa-
tiónin fyri alla ferðavinnu í
Stockholm, var hann ikki seinur
at lokka nøkur av sínum bestu
starvsfólkum við til nýggja
arbeiðið. Og har var sjálvandi
Guðrið Højgaard ein.
– Eg innsá, at tað var ein
»once in a lifetime« møguleiki
Rituvíksgenta lokkar fe
Guðrið Højgaard
er komin longur
enn hon nakran-
tíð kundi droyma
um. 33 ára gomul
er hon blivin
marknaðarstjóri
fyri allari privatu
ferðavinnuni í
Stockholm. - Eg
havi fingið mítt
absolutta dreyma-
arbeiði, nú eru
allir pusslu-
bitarnir fallnir
upp á pláss, sigur
hon
Navn: Guðrið Højgaard
Aldur: 33 ár
Býr: Stockholm
Ættað úr: Rituvík
Familja: Maðurin Bjørn +
foreldur og sjey systkin í
Føroyum og Danmark
Arbeiði: Marknaðarstjóri fyri tí
privatu ferðavinnuni í
Stockholm
FAKTA