leygardagur 29. oktober 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 207 - 29. oktober 2005
25
hjá mær, sigur Guðrið, men sigur
eisini at tað ikki var uttan iva
hon tók av.
– Tað var ein sera stór avbjóð-
ing at taka yvir marknaðar- og
PR-deildina upp á 10 fólk og at
fáa so stóra ábyrgd.
Guðrið var tá einans 32 ár, og
tey flestu, hon skuldi vera stjóri
hjá, vóru væl eldri enn hon sjálv
og høvdu arbeitt leingi á Stock-
holm Visitors Board.
Hevur tú møtt nakrari mót-
støðu eftirsum tú ert so ung og
haraftrat kvinna?
– Nei eg eri sera væl móttikin
og havi onga negativa uppliving
havt enn - heldur hinvegin at
kommentarirnir hava verið
positivir til mín aldur og at eg eri
fyrsta kvinnan sum hevur hetta
starvið. Sjálvandi er tað kanska
eitt sindur løgið viðhvørt, tá míni
starvsfólk, sum eru um 50 ára
aldur presentera meg fyri vin-
fólkum og siga, at eg eri teirra
stjóri - tá síggja tey ofta eitt
sindur yvirraskaði út.
Krevst tað meira av tær sum er
ung?
– Ja, eg má fyrireika meg betur
enn onnur, tí eg havi enn nógv at
læra. Tað er týðningarmikið at
seta seg í respekt, tí eg verði
granskað harðari enn teir menn
um 40-50 ár, sum vanligtvís eru
við á okkara fundum. Fyrstu ferð
eg var á leiðslufundi fyri Dan-
marks Turistråd í Keypmanna-
havn, var eg bert 27 ár.
Guðrið tosar títt og engagerað,
tá tosið kemur inn á hennara
núverandi starv. Tíðuligt er at
hon brennur fyri sítt arbeiði. Hon
nevnur øll fantastisk ting sum
eru at síggja í Stockholm og
heldur, at hon hevur eitt takk-
nemligt arbeiði at marknaðarføra
eitt so flott produkt.
Heldur tú, at føroyingar burdu
brúkt ein túsundlepa aftrat upp á
sína ferð og komið til Stockholm
ístaðin fyri at altíð enda í
Keypmannahavn?
– Ja so avgjørt. Stockholm er
verðins vakrasti høvuðstaður
sum er bygdur á 14 oyggjar.
Nattúran er fantastiska vøkur,
mentanarlívið er spennandi, tón-
leikalívið er ríkt og ikki at for-
gloyma allar teir lekru handl-
arnar.
– Og tann lága svenska krónan
ger tað bíligt at keypa hjá føroy-
ingum, sigur Guðrið.
Hóast at hon hevur búð uttan-
lands helvtina av sínum lívi, so
er hon ofta heima og vitjar sína
stóru familju. Tey merkja sera
nógv fyri hana og hava verið
hennara stóru stuðlar í øllum tí
hon hevur fingist við.
– Foreldur míni hava altíð
stuðlað mær í mínum lívsvalum.
Størsta fyrimyndin hjá Guðrið
er fasturin Nikolina Højgaard
Simonsen, sum stovnaði Barna-
heimið í Tórshavn.
– Hon gjørdi eitt stórt sosialt
arbeiði í samfelagnum og gav
sera nógv av sær sjálvari. Hon
var eitt framúrskarandi dømi
uppá »girlpower«.
Uppá spurningin um hon hevði
hugsað sær at flutt heimaftur til
Føroyar svarar Guðrið bæði ja og
nei.
– Ja, tí eg gjarna hevði viljað
arbeitt fyri tað land, har eg havi
slitið mínar barnaskógvar og nei
tí eg veit ikki, um eg trívist í
Føroyum longur. Aftaná nakrar
dagar blívi eg stressað av lítlum
bygdum har alt er friðarligt - eg
vil at tað skal henda nógv rundan
um meg, sigur hon.
Uppvaksin í Rituvík fær
Guðrið onkuntíð spurningin,
hvussu tað ber til, at hon er kom-
in so langt í einum stórbýi. Tá
hevur hon altíð svar uppá tal.
– At koma frá eini lítlari før-
oyskari bygd er ikki nakað hind-
ur fyri at fáa altjóða framgongd.
Eg haldi, at tað er ein stór lívs-
lygn at halda, at eins framgongd
er proportionell við størrilsi av
eins heimbýi. Tað er meira
spurningurin um breiddina á eins
mentala sjónarringi, sum er av-
gerandi fyri, hvat man uppnær í
lívinum og ikki hvussu nógvar
nábúgvar man hevur.
Guðrið trýr nógv upp á ta
føroysku ferðavinnuna. Men
hóast at ferðavinnan er nógv
ment tey seinastu árini, so
meinar hon at nógv er at gera
enn.
– Latið vera við at fokusera
upp á veðrið - vit búgva í
Norðanlondum og ikki á
Bahamas. Royn heldur at taka
tað positiva fram í teimum fýra
árstíðunum, sum vit hava her
norðuri og forlongið upp á tann
mátan sæsongina. Ikki minst
kann nógv gerast innan fyri
forrætningsferðir, har tað uttan
iva ber til at finna eina góða
balansu millum arbeiðskon-
ferensur kombinerað við spenn-
andi aktivitetum í føroysku
náttúruni.
Tann stutta sæsongin er ikki
tann størsti trupulleikin fyri
føroyska ferðavinnu heldur
Guðrið uttan tað eru tey longu
verkføllini.
– Verkføllini fær ein ikki at
hugsa um Føroyar sum eitt fram-
komið land uttan heldur um eitt
bóndasamfelag, sum verður lam-
sligið í heilum og ikki er til at
líta á.
Eisini heldur Guðrið, at ferða-
vinnan í Føroyum hevur brúk
fyri fleiri stórum íleggjarum fyri
at fáa onkra stóra attraktión sum
ger Føroyar til eitt land har man
bara má fara.
– Føroyar hevur brúk fyri
einari »Blue Lagoon ella
Legoland effekt«
Arbeiðið hjá Guðrið ger, at
hon ferðast nógv runt allan
heimin við sínum starvsfelagum
í royndini at selja Stockholm. Í
síðstu viku var hon í Russlandi
og í novembur skal hon til Kina
at royna at fáa fleiri flogfeløg at
byrja at flúgva til Stockholm.
Um tað verður ein ferð heim til
Føroyar á jólum hevur hon ikki
avgjørt enn. Men maður hennara
er vísur í síni søk - tá tað nærk-
ast jólum, vil hon altíð heim til
Rituvíkar.
rðafólk til Stockholm
Umsetur 20 miljardir um árið
8 miljónir yvirnáttningar
18 000 arbeiðspláss
2005 er besta árið nakrantíð hjá ferðavinnuni í Stockholm
Ferðavinna í Stockholm
– Latið vera við at fokusera upp á veðrið - vit búgva í
Norðanlondum og ikki á Bahamas. Royn heldur at taka tað
positiva fram í teimum fýra árstíðunum, sum vit hava her
norðuri og forlongið upp á tann mátan sæsongina. Ikki minst
kann nógv gerast innan fyri forrætningsferðir, har tað uttan iva
ber til at finna eina góða balansu millum arbeiðskonferensur
kombinerað við spennandi aktivitetum í føroysku náttúruni, eru
ráðini frá Guðrið til teirra, ið skipa føroysku ferðavinnuni