leygardagur 29. oktober 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 207 - 29. oktober 2005
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tórshavnar kommuna gjørdi í
summar graslíkisvøll á Norðasta
Hornið og í samstarvi við UEFA
vøll Hamrinum á Argjum, í fjør
varð graslíki lagt á vøllirnar við
skúlarnar í Kaldbak og Hoyvík.
Hetta eru fyrstu stigini hjá
kommununi við at gera vøllir
kring alla kommununa.
Á seinasta býráðsfundi, vórðu
játtaðar 2,6 milliónir til arbeiðið
við at gera eini 10 verandi grús-
vøllir til graslíkisvøllir. Hetta eru
vøllir við graslíki av niðara vølli
í Gundadali. Somuleiðis verður
vøllur gjørdur í Folagerði við
stuðli frá UEFA.
Sambært heimasíðuni hjá
kommununi verður tann næsti
UEFA-vøllurin vónandi gjørdur
Millum Gilja komandi ár.
Kommunan fær tillutaðan ein av
10 vøllum, sum fótbóltsamband-
ið letur í 2005, og skal kommun-
an m.a. bera kostnaðin av planer-
ing, vatnburturveiting, asfalter-
ing, stoyping av kantum og ljósi.
Einasti graslíkisvøllur
í Føroyum
Á samkomuni tá vøllurin á
Norðasta Horni varð tikin í brúk,
helt Símun Absalonsen røðu.
Símun hevur sitið í eigarafelag-
num á Norðasta Horni í nógv ár,
og hevur verður primus motor í
arbeiðinum við at fáa ein gras-
líkisvøll í hesi bygdini, ið ikki er
ein bygd.
Símun tók ikki við afturvali,
seinastu ferð nevndarval var í
eigarafelagnum. Men sitandi
nevnd, helt at hansara stríð fyri
at fáa vøllin, hevði verið so
mikið hart, at hann var rætti
maður at halda røðu.
Símun sigur, at Norðasta Horn
er í eini serstøðu. Talan er um
ein part av Havnini, men millum
Norðasta Horn og hinar partar-
nar av býnum er óbygt økið, á
vegnum er loyvt at koyra 80
km/t, og økið annars er hagi. So
hetta er sum ein egin bygd, við
sínum egna bygdarlívið. Ein
vøllur er ein sosialur savningar-
depil, ið mennir felagslívið í
býarpartinum.
Norðasta Horn er hægst
liggjandi bygda økið í landinum,
hetta hóast tað bara liggur 3,5
Graslíkisvøllir heldur enn
Taffel Chips og MTV
Fyrr í summar vóru graslíkisvøllir tiknir í brúk á Norðasta Horni og
á Hamrinum á Argjum. Hetta er øgiliga positivt heldur royndur
fótbóltsvenjari, sum ræðist gongdina við MTV ættarliði, ið heldur vil
hyggja at sjónvarpi og eta Taffel Chips, enn røra seg
Tað var ein fegin Símun Absalonsen, sum vegna
eigarafelagið kundi taka ímóti vøllinum