Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. oktober 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 207 - 29. oktober 2005 27 km frá Vaglinum. Símun helt fyri, at um Inn- landsísurin allur smeltar, kann tað verða, at Norðasta Horn á 150 metra hædd eigur einasta graslíkisvøllin í Føroyum. Røra seg ov lítið Símun sigur, at ein av høvuðs- orsøkunum til, at hann hevur stríðst so nógv fyri at fáa vøllin, er nógvu vælferðarsjúkurnar, ið raka fólk. Yvirvekt og sukur- sjúka gerst ein alsamt vaksandi trupulleiki eisini millum børn, og tí er týdningarmikið at gera umstøðurnar fyri kropsligum virksemi so góðar sum gjørligt. Jóannes Jakobsen fyrrverandi liðskipari á landsliðnum og núverandi venjari hjá AB er samdur. Hann sigur, at eingin ivi er um at vælferðarsjúkur verða størsti heilsutrupulleikin í fram- tíðini, og tí er tað positivt at kommunan ger karmarnir fyri rørslu betur. Báðir siga teir seg gleðast um, í hvussu stóran mun vøllirnir á verður brúktur. Bæði børn og vaksin spæla á vøllunum langt út á kvøldarnar. Símun greiður frá, at fýra stórar ljósmastrar gera at fólk kunnu spæla á vøllinum eis- ini tá tað er myrkt. Hetta er sera gott, serliga nú myrka tíðin byrjar. Vøllurin á Norðasta Horni liggur upp at Býlingshúsinum á Norðasta Horni, og er sostatt eisini til nógv gleði fyri børnini verða ansaði á stovninum. Onkrir spenningar Símum Absalonsen sigur, at tað ikki bert eru fólk á Norðast Horni, ið brúka vøllin. Tað hendir seg meira enn so, at bilar koma úr øðrum býarpartum út á Norðasta Horn, við fólki at sparka á vøllinum, og onkuntíð sleppa tey lokalu ikki framat fyri fremmandum. Hetta hevur onkuntíð skapt nakað av spenn- ingi millum partarnar, fortelur hann. Men sum heild er vøllurin ein sólskinssøga. Símun sigur seg gleðast um hetta stigið hjá Tórshavnar kommunu. Tí neyðugt er at tað almenna ger góðar karmar fyri kropsliga rørslu. Ein sovorðin vøllur kann jú brúkast til nógv annað enn fótbólt. Týdningarmikið fyri menningina Jóannes Jakobsen sigur, at tað er sera týdninarmikið bæði fyri áhugan og fyri menningina av fótbóltinum, at karmarnir eru góðir. Tann skipaða venjingin í feløgunum er góð, men kann somuleiðis virka køvandi. Á hesum vøllunum fáa tey ungu frælsið, til at royna sínu egnu ting, og menna sítt egna talent. Hetta heldur hann vera sera positivt. Karmarnir eru jú góðir við sløttum og góðum undirlagi. Hann sigur, at nógv av teimum økjunum, har hann t.d. spældi, tá hann var barn, eitt nú á Skálatrø og í Brúna skúla eru vorðin parkeringspláss, so gott er at nýggir møguleikar verða gjørdir. Hann ivast tó eitt sindur í, um í hvønn mun hetta fer at síggjast aftur í menningini av føroyskum fótbólti. Negativu rákini, við einum MTV ættarliði sum etur Taffel Chips frammanfyri sjón- varpstólinum og ikki týmir at røra seg, eru so ring. Neyðugt er at foreldrini eisini taka ábyrgd og fara út at spæla við børnunum ella senda børnini út at spæla, um galin endin ikki skal verða galin. Eitt nú í Eystur Evropa og í Suður Amerika, har umstøðurnar og fíggjarliga orkan er lítil, er ein rúgva av góðum fótbólts- leikarum, og hetta vísir at karmarnir ikki eru tað mest týdningarmikla. Fyri at gerast ein góður leikari, skal innara drívmegin vera til staðar. Men tað er sjálvandi gott, at karmar- nir eru góðir at menna drívmeg- ina, sigur Jóannes Jakobsen.. Símun sigur at børn á Norð- asta Horni spæla í løtuni í havnarfeløgunum. So hóast Norðasta Horn ikki hevur egið fótbóltslið, kann hesin vøllurin hjálpa við menningini av spælarum, ið um nøkur ár spæla í fyrstu deild. Tað var ein stórhending fyri allan býlingin, tá vøllurin varð tikin í nýtslu At hava aktiv børn er ein av tryggastu verjunum móti nógvu vælferðarsjúkunum, sum hótta dagsins samfelag