Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. oktober 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 207 - 29. oktober 2005 SEYÐAHALD OG MENNING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Mikudagin vóru hvalbingar í Lítlu Dímun eftir seyði. Tað er onki nýtt í sær sjálvum, tí tað eru teir hvørt heyst. Men tað, sum gjørdi hendan heystardagin til nakað heilt serligt, var, at hesuferð høvdu hvalbingar tikið nýggjastu tøkn- ina í brúk fyri at gera tað so nógv lættari. Tað eydnaðist teimum at fáa fatur á Tyrluni hjá Atlantsflogi og hon varð so bæði brúkt til at flyta rakstrarmenninar út í Oynna, sum hvalbingar kalla Lítlu Dìmun og í dagligari talu. Og eftir raksturin, vóru bæði seyður og menn fluttir inn aftur við tyrluni. Hetta er fyrstu ferð, at teir royna hetta, men tað kann næstan sigast fyri vist, at tað verður ikki seinastu ferð. – Hetta stytti okkum um dagin við fleiri tímum, umframt at tað var nógv lættari, sigur Signar Olsen, sum var ein av fyriskipar- unum. Hann sigur, at allir mans vóru samdir um, at hetta er framtíðin og ein eldri maður, sum hevur verið óteljandi ferðir í Lítlu Dímun helt fyri, at hetta var størsta kollvelting í søguni hjá Lítlu Dímun. – Høvdu vit ikki havt tyrluna, hevði ongin møgueliki verið at sloppið í oynna mikudagin. Og nú er so langt útliðið, at hetta var síðsta útkall í ár. Og tað hevði verið ómetaliga óheppið, skuldi tað miseydnast at sloppið í oynna eftir seyði. Spardu fleiri tímar Vanliga fara teir úr Hvalba við báti um seks tíðina á morgni, áðrenn tað lýsir og so skulu teir leypa í land og ganga upp á Oynna. Tá ið raksturin er liðugur, skal seyðurin stjórast niður av helluni, í bátarnar aftur og soskal hann førast til lands. Og tað plaga at verða myrkt, tá ið teir komu aftur og onkuntíð hevur verið heilt seint á kvøldi, so tað eru mangan ógvuliga langir og sera strævnir dagar. Mikudagin fóru teir í oynna við tyrluni tá klokkan var farin av níggju um morgunin og klokkan 18.30 var allir seyðurin og teir síðstu menninir aftur á landi. – Høvdu vit farið heilt tíðliga um morgunin, sum vit plagdu, høvdu vit sum onki verið aftur á landið klokkan trý ella fýra seinnapartin við øllum seyðin- um, heldur Signar Olsen. Tá ið Tyrlan fleyg menninar út, setti hon teir av í trimum ymsum plássum í oynni og tað stytti munandi um gongdina. Annars var veðrið ikki av tí besta hjá tyrluni, tí nakað av vindi var, men tað gekk alt sum tað skuldi. Umframt at dagurin var lættari hjá monnunum, fór hetta eisini væl betri við seyðinum, tí nú slapst undan art stjóra hann útav helluni við vanda fyri at meisðla hann og yvirhøvur skuldi hann handlast nógv minni enn vanligt. Av tí at teir fóru so seint hesuferð, varð dagurin nakað stuttur. Tað myrkir skjótt og fyri at fáa alt av oynni áðrenn tað varð myrkt, vóru nakrir menn settir av á Mjóvanesi og so gingu teir heim. Og teir seinastu menn- inir vórðu settir av á tyrlupallin- um í Froðba. Tyrlan fleyg allan seyðin inn i einum búri, har 15-20 seyðir Ein kollvelting fyri Lítlu Dímun Hvalbingar tóku nýggja tøkni í brúk, tá ið teir mikudagin vóru í Lítlu Dìmun eftir seyði. Tað eydnaðist væl og eg rokni við, at hetta verður framtíðin, sigur Signar Olsen Frá vinstru sita Evald Norðberg, Ørvur Norðberg, Fróði Tausen, Allan Sveinbjørnsson og Johan Eli Poulsen