Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. oktober 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 207 - 29. oktober 2005 29 vóru bundnir niður í, alt eftir, hvussu stórur seyðurin var. Tilsamans tóku teir 180 seyðir so tað vóru nakrir túrar hjá Tyrluni aftur og fram. Teir tóku seks seyðir uppa á gyllinina og tað er miðal. Annars var nógvur góður seyður uppi í, men nakað av smáum var eisini. Men tá ið teir vóru komnir aftur, seldu teir nakrar seyðir og Signar Olsen væntar, at tá ið alt verður gjørt upp, fer tað at standa upp og niður. Tilsamans seldu teir einar 20 seyðir og fyri teir fingu teir 45.000 krónur tilsamans. Tann dýrasti veðrurin fór fyri 6.200 krónur. Signar Olsen sigur, at næsta ár er at ætlanin at fáa enn meiri tøkni inn í seyðaraksturin í Lítlu Dímun. Hann hevur fingið at vita, at aðrastaðni í Føroyum verður seyðurin býttur ímillum eigarnar á teldu og tað ætla teir at fáa í lag í Hvalba, tá ið teir fara til Dìmunar eftir slaki næsta ár. – Eisini tað hevði spart okkum fyri fleiri tímar, sigur hann. Hetta verður framtíðin Sjálvur ivast hann ikki tí, at hetta verður framtíðin hjá Lítlu Dímun. – Hesuferð vóru vit 39 mans uppi í oynni og tað man vera langt síðani, at vit hava verið so væl mannaðir. – Menn, sum hava verið nógv ár í Oynni minnast ikki, at teir hava verið so væl mannaðir í Oynni. Signar Olsen ivast ikki í, at orøkin til tað var so nógv fólk, er, at tað varð so høgligt at sleppa upp út í oynna. – Tað hevur stóran týdning, at tað verður gjørt so høgligt sum gjørligt, tí at sleppa upp á oynna úr báti og at sleppa av henni aftur í bát, er ikki altíð líka vandaleyst. Umstøðurnar eru alt annað enn góðar og tað er ikki yvir at dylja, at onkuntíð hevur tað spælt meiri enn væl av. – Tað hevur eisini stóran týdning fyri at varðveita áhugan fyri at røkja oynna, tí sum er, hevur tað verið so stríggi, at vandi er fyri, at nógv missa áhugan fyri at røkja oynna og tað er mangan torført at fáa nokk av fólki at reka. Tí Heldur hann, at tað er sjálvsagt, at brúka tað tøknina, sum er til taks fyri at lætta so nógv um so gjørligt. Sostatt væntar hann, at hetta verður framtíðin, serliga um heystið. – Men í ullaroyting um summarið er veðrið betri og tá verður tað kansa upp á gamlan máta, men um heysti haldi eg, at tyrlan fer at vera okkum eitt hent amboð í framtíðini. Sleppa av við varg Tá ið teir reka í Oynni, sleppur altíð nakað og Signar Olsen sigur, at hesuferð slapp eisini nakað av seyði, onkur segði, at einir 100 seyðir gingu eftir. Ein stórur trupulleiki er, at tað er so nógvur vargur, sum ikki er til at hava við at gera og sum ikki rekst. Hann heldur, at tað verður neyðugt at rudda vargin út fyri at fáa rættiligt skil á raksturin. – Vit hava tikið varg av, so hvørt vit hava fingið hendur á honum. Men nógv gongur eftir og vit mugu fara at umhugsa, hvussu vit best fáa tikið hann av. Sjálvur væntar Signar Olsen ikki, at tað er annað at gera enn at skjóta vargin niður fyri at sleppa av við tað. Hann heldur at teir eisini eiga at gera umstøðurnar á rættini í Oynni betri. – Har er ógvuliga illgongt og vit eiga at umhugsa at gera umstøðurnar betri og helst skulu tær gerast soleiðis, at tyrlan kann seta seg við rættina, tí tað hevði verið nummar eitt, sigur Signar Olsen. Tað hevur stóran áhuga, bæði hjá stórum og smáum, tá ið seyður úr Oynni verður seldur á uppboði. Hesuferð seldur teir 20 seyðir og fyri tað fingu teir 45.000 krónur.Ytst høgrumegin gongur uppboðshaldarin, Signar Olsen, við einum seyði, sum onkur hevur keypt Tyrlan er størsta kollvelting í sambandi við seyðahaldið í Lítlu Dìmum. Her sveimar hon yvir keiini í Hvalba. Hon er júst komin úr Oynni við einum slingi av seyði, sum liggur bundin í búrinum undir tyrluni. Tyrlan gjørdi rakstrardagin bæði munandi lættar og munandi stytti enn hvalbingar eru vanir við, so tað var ein heilt onnur verð Tá ið seyðurin var loystur úr búrinum, varð hann settur í eina stikrætt, sum teir høvdu riggað til á keiini. Tað var nógvur stórur seyður ímillum. Fjallmenn standa klárir og bíða eftir tyrluni. Hetta eru spildurnýggjar tíðir hjá hvalbingum og er enn eitt dømi um, hvussu ómetaliga hent amboð, hesar tyrlurnar eru Tað tekur nakrar tímar at býta seyðin. Næsta ár ætla teir at býta seyðin á teldu fyri at fáa tað at ganga skjótari