leygardagur 29. oktober 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 207 - 29. oktober 2005
Eftir Hanus Kamban
Ert tú staddur í London, og verð-
ur tú móður av bríkslandi fartele-
fonum ella vappandi mappu-
prinsum, so far tær niður í
dýpisins katakombur og lat tokið
føra teg eftir Central Line til
støðina Bethnal Green í East
End.
Fert tú út her, og gongur tú tær
í ein norðan, kemur tú til eitt
umráði so ruðuleikakent, órøkt
og troystarleyst, at tú næstan
verður væl til passar. Bygningar,
um at detta, við blindum vind-
eygum og morknandi múrstein-
um, urtagarðar avvaksnir við
hømilium og rótfrekum dáa,
skeivar brýr og stinkandi kanalir
gálva ímóti tær í hesi oyðimørk,
ið fyri tað kundi verið droymd av
Poe, Victor Hugo ella H.P.
Lovecraft.
Tá ið tú hevur gingið í ein
slakan tíma, kemur tú, ikki langt
frá har áin Lea fer streymandi
makliga á síni leið móti Thems-
ánni, til eina gøtu, sum ber
navnið Thistlewaite Road. Her er
vert at steðga á. Tí í einum av
múrsteinshúsunum í hesi gøtu,
neyvari sagt nr. 19, vaks í tríati-
árunum í farnu øld upp ein
drongur, sum bar navnið Harold
Pinter. Og fyri trimum vikum
síðani varð kunngjørt úr Stock-
holm, at hesin sami Pinter hevði
fingið nobelvirðislønina í bók-
mentum.
BECKETT OG KAFKA
Harold Pinter er av jødiskari ætt.
Hansara forfedrar og formøður,
við eftirnøvnum sum Pinter og
Moskowitz, komu til London, úr
Póllandi og Odessa, um aldar-
skiftið fyrra og megnaðu at
skapa sær eina útkomu sum
skraddarar og klædnahandlarar.
Pinter, sum var føddur í 1930,
vaks upp í Hackney, kom frá
ungum árum at kenna ta anti-
semitismu, sum tá livdi við sítt
fríska lív í hesum arbeiðara-
býlingi, styrknaði í hesum harð-
føra umhvørvi og lærdi at svara
aftur, um hann varð álopin.
Pinter tók studentsprógv í
1948 á Hackney Downs
Grammar School. Hesin ung-
lingi, sum heimanífrá í skjáttuni
hevði við sær áhuga fyri list, las
dúgliga og varð tíðliga hugtikin
av høvundum sum T.S. Eliot,
Dostojevskij, Rimbaud, Beckett
og Kafka. Hann legði seg serliga
eftir at dyrka modernismuna og
loypti hvøkk á foreldrini, tá ið
hann fimtan ára gamal ognaði
sær eitt eintak av skaldsøguni
Ulysses eftir James Joyce.
Men hansara høvuðsáhugi var
sjónleikur. Eftir lokið students-
prógv livdi hann av at vera sjón-
leikari og var við í ferðandi sjón-
leikarbólkum, sum førdu fram
bæði í Írlandi og ymsastaðni í
Onglandi. Líkasum Shakespeare
lærdi Pinter soleiðis kunstin at
skriva leikrit við í mong ár
sjálvur at standa á pallinum, bera
replikkirnar fram og síggja og
sjálvur uppliva, hvørt høvundsins
dramatiska gonguverk stóð, ella
ikki stóð, sína roynd.
HØVUÐSVERKINI
Pinter hevur latið úr hondum
stuttsøgur, yrkingar og politiskar
viðmerkingar. Men hann er fyrst
og fremst sjónleikahøvundur, og
hann hevur loyst úr lagdi til-
samans o.u. 30 leikrit. Hansara
mest kendu leikir - sum av
teimum flestu verða hildnir at
vera hansara høvuðsverk - eru
The Birthday Party (Føðingar-
dagsveitslan), 1958, The Care-
taker (Húsavørðurin), 1960 og
The Homecoming (Heimkoman),
1964. Seinni komu tveir aðrir
høvuðsleikir: Old Times (Gamlir
dagar), 1971 og No Man´s Land
(Ongamannaland), 1975.
Men eisini seinni leikir, eitt nú
Ashes to Ashes, 1996, og polit-
iskir leikir sum One For The
Road, 1984 og Mountain
Language (Fjallamál), 1988,
hava vakt ans. Pinter hevur eisini
skrivað ein hóp av filmsleikrit-
um, sum øll bera dám av hansara
úrlíka kræsna og virtuosa
replikkhegni. Dømir um hetta
eru filmir sum The Servant
(Tænarin), eftir skaldsøgu hjá
Robin Maugham, The Go-
Between (Sendiboðið) eftir
skaldsøgu hjá L.P. Hartley, The
French Lieutenant´s Woman
(høvundur: John Fowles) og
Rættarmálið eftir meistaraverkið
hjá Kafka.
STOKKUT VIST Í
HIMMIRÍKI
Við leikinum Húsavørðurin var
greitt, at nú hoyrdist ein rødd á
enskum leikpallum, sum bæði
áskoðarar og ummælarar áttu at
geva gætur. Høvuðspersónurin í
hesum leiki, Davis, er eitt gam-
alt, lurvut landastrok, sum eina
stutta tíð fær innivist í einum
rúmi í einum húsum í Vestur-
london, har brøðurnir Mick og
Aston halda til. Tann góðvarni,
seini og lítið vitugi Aston vísir
hesum fremmanda beinasemi og
býður honum at fáa starv sum
húsavørður.
Men tá ið tann meira gløggi og
at sær komni Mick kemur upp í
leikin, fellur Davis fyri tí freist-
ing at svíkja sín fyrsta vælgerara.
Aston hevur avdúkað, at hann
einaferð hevur fingið elektro-
sjokk og er skaddur av hesi við-
gerð, og Davis brúkar hesa vitan
til at fáa fyrimunir hjá Mick.
Hetta kostar honum hansara
einasta møguleika at koma
burtur úr síni oyðimørk. Tá ið
leikurin endar, er hann aftur úti á
gøtuni - heimleysur.
Húsavørðurin er uttaná ein
neyvt naturalistiskur leikur við
eyðkendum London-dámi, sum
sæst m.a. bæði av staðanøvnum
og orðalagi. Men hóast høvund-
urin ikki, ella næstan ikki, brúkar
ímyndir, er leikurin samstundis
metafora, eitt bílæt av einum
ævinligum menniskjansligum
drama. Á gáttini til endan á sín-
um andaliga og handaliga troyst-
arloysi letur Davis seg føra av
leið av teirri vælkendu freisting-
arrødd, sum grikkar róptu hubris,
og noyðist at rinda fyri hetta.
Tá ið undirritaði einaferð var
so heppin at síggja henda leikin
framførdan, við fyrimyndarligum
hegni, í London, tað mundi vera
mitt í sjeytiárunum, var tann
uppliving, ein fekk, týðiliga bíb-
ilsk. Hetta var einki minni enn
sjálvt syndafallið, framført í
ónossligum og vesælum stór-
býarhami, við Mick sum Vár-
harra og Davis sum Ádam.
SAMANSTÚGVAÐIR
MENN
Tá ið tann næsti høvuðsleikurin
hjá Pinter - Heimkoman - varð
frumsýndur í London í 1964,
høvdu tíðarinnar leikstjórar sett
nýggja dagsskrá í kvøldlandin-
um. The Beatles og Bob Dylan
dagaðu á pallinum, Marcuse,
Watts og Paul Goodman gjørdu
vart við seg, úr Kalifornia seyr-
aði angin av zen, og í Fraklandi
og USA høvdu lesarar langt
síðani vant seg við orðalagið hjá
Jean Genet og Henry Miller.
Kortini megnaði Pinter við
hesum leiki at skelka bæði
hyggjarar og ummælarar. Vit eru
stødd í einum húsum í Norður-
london. Her búgva Max, sum er
slaktari og einkjumaður, synir
hansara Joey og Lenny, og beiggi
hansara Sam, sum koyrir hýru-
vogn. Joey, sum droymir um at
gera brøgd sum nevaleikari, er
nakað av einum drumbi, Lenny
er hinvegin bæði gløggur og
skarpur, við eini tungu, sum
bæði kann vera slokt, fúl og
órein. Hvat hesin garpur ger, vita
vit ikki enn.
Inn í hetta umhvørvi, har orða-
lagið er bonskt og kvettut, og
kenslan av mannligari klaustro-
fobi rom, koma eitt kvøldið seint
tvey fólk: Teddy og kona hansara
Ruth. Tað vísir seg, at Teddy er
tann triði sonurin hjá Maxi.
Hann býr nú við sínum húski í
Kalifornia, har hann undirvísir í
heimspeki. Hjúnini hava verið
eina ferð í Italia og vilja nú á
heimvegnum støkka inn á gólvið
í faðirlonini.
KVINNAN SUM VERU-
LEIKI - ELLA DREYMUR
Tann vakra, eleganta og sexuta
Ruth verður skjótt miðdepil í
hesum mannliga trongrúmi, har
óndskapur og ónøktaður gessur
seyra úr hvørjari rivu. Ein orða-
dráttur tekur seg upp millum
Ruth og Lenny, har Ruth sum
einki er við yvirlutan. Tá ið tað
samstundis verður greitt, at
hjúnalagið millum Ruth og
Teddy stendur fyri falli, at tann
hálv-intellektuelli Lenny livir av
at vera alfonsur, og at eisini Ruth
hevur eina ivasama fortíð,
klárnar fyri hyggjaranum.
Ruth stendur nú í boði at velja
burtur úr hesum skara av áhuga-
verdum heiðursmonnum. Hon
velur Joey, sum hon fær í lag eitt
samband við, ið er av greidliga
holdligum slag. Seinni í leiki-
num skjýtur Lenny upp, at hon
kann fáa starv hjá familjuni sum
yrkis-gleðigenta. Ruth tekur av,
men leggur samstundis treytir
við, m.a. at sáttmáli verður skriv-
aður, og at hon fær eina íbúð við
trimum kømrum, baðirúmi og
arbeiðskonu.
Henda gongd kann tykjast lítið
sannlík, men lesarin eigur at
hava í huga, bæði at tað um-
hvørvið, høvundurin her lýsir, er
meira ógagnsasligt og kriminelt,
enn tað tykist, og at leikirnir hjá
Pinter altíð virka á ymiskum
hjallum samstundis, á veruleik-
ans, dreymsins ella metaforunnar
stigi í senn.
Ruth, sum er lýst við neyvum
strikum, kann samstundis vera
dreymahugmynd ella persóns-
gerð í einum rúmi, har ein
ødipalur uppreistur fer fram.
Onkur ummælari hevur enntá
hildið leikin verið feministiskan.
Ruth fer við síggjandi eygum inn
í eina tilveru sum yrkisprostitu-
erað, men tað er hon, sum setir
treytirnar, og tað er hon, sum við
Tann myrki skjálvtin
Portrett av skaldinum Harold Pinter sum fekk Nobelvirðislønina í 2005
Leikurin Mountain Language, framførdur á Lyttelton í 1988, sipar til Turkalands blóðugu herferð móti kurdum. Á
myndini sæst Miranda Richardson sum ung kvinna