leygardagur 29. oktober 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 207 - 29. oktober 2005
31
sínum viti, síni viljastyrki og síni
tungusnild vinnur á Lenny.
HERFERÐ MÓTI
STAKMENNINUM
Tann triði høvuðsleikurin hjá
Pinter, Føðingardagsveitslan,
sum varð frumsýndur í 1958,
men ikki fekk viðurkenning fyrr
enn nøkur ár seinni, varð
umrøddur og ummældur í
Sosialinum tann 11. juni í ár.
Evnið í hesum leiki er indivi-
dualisma ella tað, sum Heðin
Brú einaferð rópti at vera sær.
Samstundis lýsir skaldið við
hesum bæði eksistentiella og
politiska leiki nútíðar yvirgang.
Í sekvensum, sum kunnu fáa
blóðið á áskoðaranum at stirðna
ella hár hansara rísna sum tindar
á einum igulkeri, vísir Pinter
okkum í hesum leiki, hvussu eitt
menniskja, sum er stakmenni
ella konformitetsrýmingur, verð-
ur "viðgjørt" av tveimum anda-
ligum terroristum. Ávirkanin frá
Kafka er týðilig, og eins og Jósef
K verður Stanley, eftir tógvið
stríð, við undirlutan. So løgið tað
kann ljóða er samstundis ikki
sørt av komikki í hesum svarta
og ræðuliga leiki. Í sínum um-
mæli av leikinum tók kritikarin
Harold Hobson soleiðis til í
Sunday Times:
Okkurt er í tíni fortíð - sama ger
hvat - sum fer at fáa teg aftur.
Hóast tú rýmir út í heimsins
fjarastu avkrókar og krógvar teg
í tí ókendasta høli í tí mest
burturgloymda býi, so er ein
dagin møguleiki fyri, at tveir
menn fara at koma. Teir fara at
leita eftir tær, og tú sleppir ikki
burtur. Og onkur fer eisini at
leita eftir teimum. Ræðsla er
allastaðni.
PINTER OG USA
Tá ið hjúnalagið hjá Harold
Pinter í 1975 syndraðist, og hann
kastaði saman við rithøvundinum
Antoniu Fraser (sum hann seinni
giftist við), tók eisini eitt nýtt
kapittul við í hansara tilveru sum
skapandi listamaður. Antonia
Fraser er søgufrøðingur og hevur
skrivað ein hóp av drúgvum
dygdarverkum um m.a. Mariu
Stewart, Cromwell, Karl II og
Mariu Antoinette. Við tað at hon,
sum vitiligt er, eisini hevur
politiskt forvitni, var hon við til
at menna tann politiska áhuga,
sum síðani hevur sett sín dám á
greinskrivaran Pinter og á partar
av hansara ritverki.
Pinter hevur serstakliga lagt
seg eftir at tala og skriva ímóti
píning, og hann hevur gjøgnum
felagsskapin PEN virkað fyri at
fáa m.a. fongslaðar rithøvundar í
totaliterum londum, eitt nú í
Afrika, latnar leysar. Hann hevur,
kanska serliga í leikinum One
For The Road, lýst, hvussu eitt
blóðugt, eirindaleyst einaræði
kúgar, pínir og eyðmýkir tann
einstaka, í hesum føri ein lítlan
drong og foreldur hansara.
Hóast Pinter í hesum leiki eins
væl kann sipa til Ceausescu sum
til Pinochet, hevur hann serliga
lagt seg eftir at avdúka tann
yvirgang, sum USA, beinleiðis
ella óbeinleiðis, fremur í heim-
inum. Eitt nú er eingin ivi um, at
leikurin Mountain Language
sipar til tann blóðuga yvirgangin,
sum Turkaland, stuðlað av USA,
framdi móti kurdum, og serliga
viðger royndirnar at beina fyri tí
kurdiska málinum. Tað tænir
Pinteri til heiður, at hann, sum
umboð fyri nettupp tað hættisliga
og oyðandi ensk-amerikanska
málumráðið, tekur evnið mál-
morð upp í einum av leikum
sínum.
Sjálvur taki eg ikki undir við
tí, sum tað tykist, at kalla treyta-
leysu pasifismu, sum Pinter
tykist at umboða. Sum m.a.
svenski rithøvundurin Knut
Ahnlund hevur víst á, tykist
heldur ikki alt, sum Pinter ger
ella sigur, klókt ella væl um-
hugsað. Hetta hevur havt við sær,
at røddir m.a. á høgravonginum í
hesum tíðum ikki bara mótmæla
avgerðini hjá nobelnevndini í
Stockholm, men eisini seta
spurnartekin við Pinter sum
skald.
TOTALITARISMA Í
HAMFERÐ
Fyri okkum, sum minnast veður-
lagið í heiminum fyri einum
mansaldri síðani, upplivist hetta
sum totaliter hugsan í hamferð.
Líkasum Sovjetsamveldið tá, fyri
mongum andsmennum, stóð sum
ein lýtaleys glæstrimynd, hevur
USA í dag fyri mongum eyg-
leiðarum og fjølmiðlafólkum
imperiala tign. Og líkasum tann
politiski veruleikin tá aldi eitt
ættarlið av ósjálvstøðugum elti-
bløðrum, hevur USA-imperiið
skapt eitt nýtt ættarlið av muum
og pápugoyum, sum býttliga og
spurningsleyst bara endurtaka
tann tóma retorikkin hjá eitt nú tí
amerikanska nýafturhaldinum.
Listin er fræls og stendur yvir
tilvildarligum og altíð ófull-
komnum politiskum valdi. Men
okkara nýggju krossfararar vilja
aftur binda listina niður, enda-
venda tignarstiganum og gera
hana til træl hjá tí ráðandi
politisku hugmyndafrøðini.
At Pinter hugsar sjálvstøðugt
og m.a. loyvir sær at tala
keisaranum ímóti, tola nútíðar
høvuðleysu USA-fjepparar ikki.
Tann danski blaðmaðurin Martin
Krasnik er enntá so óskettin at
nevna (í Weekendavisen 14.-20.
okt.), at trúarfelagar Pinters
kanska hava brúk fyri sálarvið-
gerð. Ein minnist í hesum við-
fangi tíðina, tá ið sovjetskir frá-
víkjarar vóru tvingsilsviðgjørdir
á sinnissjúkrahúsum ella, sum
Andrej Sakharov (ein annar
nobelvinnari), skýrdir svakir. Er
tað kanska tann vegin, vit ætla
okkum?
Vinur er hann, ið vomm sær,
plagdu føringar at siga. Hugtakið
antiamerikanisma tykist, sum tað
mangan verður brúkt í dag, líka
so býttligt og infantilt, sum
hugtakið antisovjetisma tóktist
fyri fjøruti árum síðani. Teir
sonnu USA-vinirnir eru kanska í
roynd og veru andsmenni sum
Pinter og Chomsky, Chalmers
Johnson ella tann gamli vísi John
Kenneth Galbraith.
LE FRISSON NOIR
Men latið okkum til seinast
venda aftur til avrikið hjá Harold
Pinter. Tá ið franska skaldið
Charles Baudelaire hevði yrkt
yrkingina "Teir sjey gomlu
menninir" (Les sept vieillards),
sendi hann tekstin til vinmann
sín Victor Hugo, sum skrivaði
aftur: "Tú hevur skapt ein nýggj-
an skjálvta" ("frisson nouveau").
Harold Pinter hevur skapt ein
nýggjan skjálvta í enskum bók-
mentum, av serligum myrkum
slag. Sum sjónleikahøvundur er
hann ikki epikari, men heldur ein
lýrikari, hvørs døkka og sam-
stundis skemtfermda univers í
hansara høvuðsleikum í fyrstuni
er einraddað og greitt, men við
tíðini verður alt meira polyfont,
allegoriskt og torskilt. Dømi um
hetta seinasta er leikurin No
Man´s Land, sum tykist vera ein
meditatión yvir aldurdómsins
nærkan, við tilsipingum til Eliot
og Virgil, har høvuðspersónurin,
rithøvundurin Hirst, í einum
limbo millum rørslu og stirðnan,
lív og deyða at enda er við
undirlutan og verður førdur inn í
Ongamannaland. Sum aldri
vikast, sum aldri broytist, sum
aldri verður eldri, men sum
verður verandi um ævir, eitt
ísland, tigandi.
Tað, sum fær áskoðaran at for-
vitnast ella ógvast við ella ræðast
ella læa, tá hann sær leikirnar hjá
Pinter, er ikki bara teirra
tematikkur, men kanska meira -
sum hetta brotið vísir - teirra
formur: tað kvettuta, bonska,
ónæriliga, hóttandi, angistarfylta
og poetiska - og samstundis altíð
neyva og musikalska - replikk-
kynstrið.
Veri hesi fáu og ófullkomnu
orð ein kvøða til riddaran á tí
gangara, ein hóskandi kundi rópt
le théâtre noir. Hjartaliga til-
lukku.
Harold Pinter saman við
skaldinum Ernesto Cardenal
úr Nicaragua. Myndin er
tikin í London í 1987
Harold Pinter og Antonia Fraser á teirra brúdleypsdegi í 1980