leygardagur 29. oktober 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Lýs teg sjálvan við
trimum orðum?
Fryntligt, jalig og
forvitin
Hvat orð ella hvønn
setning nýtir tú
oftast?
Eg veit ikki heilt, men
eg sigi oftað "Tað veit
Gud"
Hvørjum hyggur tú at
hjá hinum kyninum?
Eg hyggi at heildini
Hvussu langa tíð nýtir
tú at gera teg klára
um morgunin?
Ein hálvan tíma - at
vaskast og eta
Hvat stressar teg?
Alt sum eg ikki fái
gjørt
Hvat gleðir teg?
Lívið
Nær feldi tú seinast
eitt tár?
Eg eri so ring at gráta.
Men um skal nevna
okkurt, so græt eg
nógv, tá mamma mín
doyði um árskiftið
Nær smakkaði tú tær
seinast á?
1. oktober í veitslulag
við teimum í gongufe-
lagnum, sum vóru og
gingu í Íslandi í
summar. Vit høvdu eitt
slag av myndakvøldi.
Hvat var seinasta
ynski, sum tú fekst
uppfylt?
At B36 varð Føroya-
meistari leygardagin
Hvar arbeiðir tú?
Eg arbeiði í snarskivuni
hjá Tórshavnar komm-
unu. - Eg fáist við
borgaratæanstu og
umsiting av bíðilista-
num til barnaansing
Hvørji ráð hevur tú til
fólk, sum ætla sær at
arbeiða við borgara-
tænastu?
At vera fyrikomandi og
tolin
Hvat er besta uppfinn-
ingin og hví?
Fyri Tórshavnar komm-
unu er tað Snarskivan,
ha, ha, ha - Man hjólið
ikki vera besta upp-
finningin? Tað fær alt
at mala.
Hvat hevur tú í lummu-
num beint nú?
Lyklar og eina
feittstift
Hvat er títt besta
heimaráð?
Far út og gakk. - Tað
hjálpir fyri alt
Hvør er stuttligast í
Føroyum og hví?
Kundi hugsa mær at
nevnt onkran for-
kunnugan. Men eg
sleppi ikki uttan um
Pipar Og Salt, tí teir
fáa øll at flenna og so
fer man eisini at hugsa
aftan á.
Hvør er keðiligast í
Føroyum og hví?
Eg veit slettis ikki
hvør, men politikkarar
sum heild. Tí teir
snakka altíð upp í
saman
Hvussu ofta speglar tú
tær?
Hvørja ferð eg komi
framvið einum spegli
Hvussu ofta ert tú hjá
frisør?
Umleið 4 ferðir um árið
Hvør er tín stuttligasta
uppliving í starvinum
hjá Tórshavnar komm-
unu?
Eg havi tagnarskyldu
um ta stuttligastu. -
Men har hava verið
nógvar stuttligar, eis-
ini saman við starvs-
fólkinum eftir arbeiðs-
tíð, t.d. dansikvøldið,
vit høvdu herfyri, tað
var øgiliga stuttligt.
Katrin Holm • Snarskivufólk • 59 ár
Nr. 207 - 29. oktober 2005