leygardagur 29. oktober 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Hitler – eitt
eindømi
Sebastian Haffner,Ammerkungen
zu Hitler,
Umsett: Christian Kock,Adolf Hitler
– et politisk portræt,
GB Forlagene,2005
Nú um dagarnar kappast bæði
søgufrøðingar og ummælarar um
at hálova endurútgávuni av ævi-
søguni Adolf Hitler - et politisk
portræt eftir Sebastian Haffner.
Sjálvt um bókin kom út fyrstu
ferð fyri á leið 30 árum síðani,
er tað onki sum bendir á, at hon
er minni aktuell. Heldur enn at
síggja Hitler, sum eitt úrslit av
søguni, er portrettið ein greining
av persónsmenskuni hjá Hitler.
Sambært Haffner vóru tað ser-
merktu persónligu eginleikarnir
hjá Hitler sum vórðu avgerðandi
fyri, hví hansara leiklutur fekk
tær avleiðingar, tær fingu.
Í einum ummæli vísir Tøger
Seidenfaden á, at Hitler er eitt
negativt dømi um, at einstøk
menniskju í allar størstan mun
kunnu avgera søgunnar gongd.
Harvið er kjarnin í bókini, at
søgan á ongan hátt fylgir eini
fastlagdari ætlan ella letur seg
spáa um, men allatíðina verður
skapað av felags og einstøkum
valum.
Søgan endurtekur seg ikki, og
Hitler var eitt eindømi. Kortini
heldur Seidenfaden endurútgáv-
una vera sera hóskandi. Okkara
tørvur á at skilja ta nazistisku
vanlukkuna er ikki vorðin minni,
nú nationalpopulisman í breið-
astu merking aftur spælir ein
týðandi leiklut í europeiskum
politikki. Og lýsingin av Hitler
minnir okkum á ein óhugnaligan
hátt á, at tað sjáldan ber til at
spáa um úrslitið.
Anna V. Ellingsgaard
Johan Harstad,Buzz Aldrin,hvor
ble det av deg i alt mylderet?,
Gyldendal,2005
30 ára gamli norðmaðurin
Mattias, sum hevur mist alt
heima í Stavanger, er komin til
Føroyar saman við einum rock-
bólki, sum skal spæla á eini
konsert á Ólavsøku. Hvat hendi
umborð á Norrønu er ógreitt,
men næstu løtu raknar Mattias
við í oysregni onkustaðni á
Hvítanesvegnum, uttan hóming
av, hvar hann er staddur, ella av
hvat hann ger har. Hann fer til
gongu, og útlúgvaður sovnar
hann til endan í busskýlinum í
Kollafirði. Har vekir ein Hav-
stein Garðalíð Mattias, og tekur
hann við sær til Gjógv, til ein
vardan útslúsingarstovn fyri
sinnisveik, har Havstein er
leiðari.
Ósjónligi tveyarin
Mattias gerst partur av búfelags-
skapinum við Gjógv, og skald-
søgan verður í stóran mun søgan
um lívið og tey fimm, sum hús-
ast har, hvør við síni heldur
døkku søgu.
Myndaliga er skaldsøgan
nakað óbúgvin, men málsliga
hevur Johan Harstad eitt serligt
hegni til at geva sínum søgum
lív, hóast tær sýnast nakað til-
vildarligar. Tørvar høvundanum
eina nýggja vend í søgugongdini,
letur hann bara enn ein outsidara
flyta inn á stovnin við Gjógv,
uttan at tykjast at hava stórvegis
endamál við tí.
Í grundini er tað ikki sørt im-
ponerandi, at tað eydnast Harstad
at skapa eina so mikið hugtak-
andi søgu, sum Buzz Aldrin hóast
alt er. Tí hvat skal man sum høv-
undur stilla upp við ein høvuðs-
persón, sum vil gera alt fyri at
sleppa undan at verða høvuðs-
persónur, og hvørs fremsta
missión í lívinum er bara at vera
eitt tannhjól í tí stóra maskina-
rínum? Heitið á skaldsøguni
sipar nevniliga til Buzz Aldrin,
sum var næsti maður at seta fótin
á mánan eftir Louis Armstrong,
og sum ongin tískil minnist. Sum
tann ævigi tveyarin er Buzz
Aldrin stóra fyrimyndin hjá
Mattias, ið er sinnaður at gera alt
fyri at ongin leggur merki til
hann, ella fer at krevja nakað av
honum.
Herverk
Uttan samanbering annars, minn-
ir prosjektið hjá Mattias eitt
sindur um herverkið hjá Ole
Jastrau á seg sjálvan í Hærværk
eftir Tom Kristensen. Men með-
an herverkið hjá Jastrau var
stórbært og dramatiskt, dampar
tað hjá Mattias bara spakuliga
burtur í føroyska mjørkanum.
Mattias er stutt sagt ov fittur og
harmleysur, til at søgan kann fáa
nakran brodd. Í staðin troyttast
tú, tá Mattias framvegis á síðu
600 stendur á vippuni og hóttir
við at leypa í okkurt slag av
gloymskunnar havi. Tá tað um-
síðir hendir, verður tað ein held-
ur patetisk lýsing av einum
etandi fullum Mattiasi, sum sigur
sítt kensluborna farvæl við Før-
oyar við at yvirtaka pallin og
mikrofonina á Café Natúr og
koyrir til Saksun, har hann
grevur eitt minni um vinirnar
niður á grøvini hjá vinkonuni
Ennen.
Happyville
Sum skaldsøga eydnast Buzz
Aldrin best, har hon verður ein
lýsing av Føroyum sum eitt
limbo av lemjandi tvídráttinum
ikki at tora at taka eina endaliga
avgerð og ábyrgd á seg. Her
koyra lýsingarnar av Føroyum,
varda stovninum í Gjógv og
støðugt ivandi høvuðspersónin-
um snotiliga við síðuna av hvøjri
aðrari. Tá haðrast leikar á, og
støðan krevur av Mattias og
teimum, at tey taka eina avgerð,
velja tey at flýggja til Karibia,
sum verður eitt slag av Happy-
ville, har "sjálvt Havstein verður
eitt lukkuligt menniskja, tí hann
ikki longur hevur ábyrgdina av
Mattias og hinum".
Sum frá líður flyta Mattias,
føroyska dáman Eyðdis og son-
urin Jákup til Stavanger, har tey
búseta seg. Men tey sleppa
ongantíð Føroyum heilt og ferð-
ast javnan aftur, mest sum fyri at
tryggja sær, at alt er, sum tað var.
Og tað er tað stórt sæð. Treyðugt
so, grannin hjá teimum í Gjógv,
Óli, er fluttur til Havnar, men
árabáturin hjá honum liggur
framvegis við keiina, nakað
tærdur, men annars júst sum
hann lá har fyri 20 árum síðani.
Og Mattias sjálvur røkkur
sínum dreymi um at hvørva í
mongdini. Hann finnur út av, at
hann blunkar við eygunum
17.000 ferðir um døgnið, og
sostatt livir ein stóran part av
sínum lívi aftanfyri afturlatin
eygu. Mattias er hann, "tú ikki
varnast í køini aftanfyri teg í
handlinum, ein av teimum 45
prosentunum, sum er samdur ella
ósamdur í spurnarkanningini
hesa vikuna um evni, tú ikki
trúði, at nakar kannaði, sum situr
í 37. bilinum á landavegnum á
veg heim úr arbeiði" - eitt sindur
sum Føroyar, prikkurin á heims-
kortinum, tú bara finnur, um tú
veit, hvar hann er framman-
undan.
Ummæli:
Føroyar sum sinnisstøða
Sum skaldsøga eydnast Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet? eftir
norska høvundan Johan Harstad, best, har hon verður ein lýsing av
Føroyum sum lemjandi sinnisstøða
Kvinnulagnur
við stíli
Dorrit Willemsen,Den dag,jeg blev
Honey Hotwing,
Gyldendal,2005
Dorrit Willumsen hátíðarheldur í
hesum døgum síni 40 ár sum
høvundur við útgávuni av stutt-
søgusavninum Den dag jeg blev
Honey Hotwing. Í nýggju stutt-
søgum fáa vit søgurnar um
nýggju einligar kvinnur og teirra
tráanir. Men nei, lesarin kann
ikki gita seg til restina. Tí sjálvt
um kærleikin er kjarnin í teimum
flestu av søgunum, fær hann
hvørja ferð eitt heilt óvæntað
skap. Og sjálvt um dreymarnir,
sum standa hesum kvinnum í
boði, eru teir vanligu, fær tráanin
okkurt ekta og sorgblítt yvir sær.
Við lyriskum flogi og blóðugum
speisemi fær høvundurin sann-
ført lesaran um, at dreymurin um
at verða ein onnur, ikki er ein
flýggjan, men sjálv drívmegin í
at liva - eisini sjálvt um úrslitið
er ein røð av stillum eksistens-
um, sum geva eina krúpandi
kenslu av spiltum lívi.
Tað krevur ein høvunda av
Willumsenskum formati at sigla
í tíðarinnar vandasjógvi av
beiskum og vónbrotnum kvinn-
um. Tí blíva søgurnar í Den dag
jeg blev Honey Hotwing hvørki
Bridget-Jones-hysteriskt stutt-
ligar ella gamaltfeministiskt
samfelagsrevsandi - og lesarin
dregur líkasum andan lættari,
saman við henni sjálvari, sum
langtandi staðfestir "Onkuntíð
hevði eg ynskt, at eg varð for-
elskað í einum astronauti. Vekt-
leysur og hvítur sum ein eingil
við innbygdum toiletti."!
Norska skaldsøgan hjá
Jan Harstad er skipað í
fýra kapitlar hvør við
eini føroyskari mynd og
enskari yvirskrift
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo