Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-29, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. oktober 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 207 - 29. oktober 2005 TINGHELLUANALYSAN Bogi Eliasen, cand.scient.pol Langtíðarætlanin 2015 hjá Landsstýrinum er eitt av fáum langtíðarátøkum, vit hava sæð í føroyskum politikki. Tað er tó einki nýtt í at eitt land setur sær mál fyri hvar samfelagið skal verða um eitt ávíst tíðarskeið, men hetta er nýtt og kanska slóðbrótandi í føroyskum høpi. Tað er eisini at fegnast um, at slík mál verða sett, men eisini sjálvsagt at alt samfelagið má takast við í eina slíka tilgongd. Talan kann ikki bert verða um at seta nøkur mál, men eisini at seta fram hvussu komast skal fram til hesi mál. Tá talan er um ætlan, sum fevnir um meira enn eitt valskeið, er somuleiðis neyðugt at ætlanin er í breiðari politiskari semju, so at alt arbeiði ikki fer fyri skeyti, tá aðrar flokkar og/ella aðrir persónar koma framat valdinum. Neyðugt er eisini at taka part- arnar í samfelagnum uppá ráð og við í sjálva tilgongdina, bæði fyri at fáa gott innlit í hvussu viður- skiftini eru og hvat rørist í sam- felagnum, eins og at tryggja at ætlanin hevur stuðul og betrar viðuskiftini fyri partarnar. Einki status quo Í skjalinum um hví 2015 er neyðugt stendur eisini sum grundgeving, at status quo ikki er til og at 2015 er ein sam- felagsstrategi. Vit kunnu eisini brúka eitt annað heiti, sum ofta hevur verið frammi, nevniliga Tjóðskaparligar Semjur. Kjarnin í 2015 er at fáa tjóðskaparligar semjur á nøkrum økjum sum verða mettar neyðugar fyri at Føroyar kann verða eitt av heimsins bestu samfeløgum í 2015. Tað er sjálvsagt eitt stórt tak at gera eina slíka ætlan, og nógvir aktørar og fólk skulu takast í eið, um ein slík ætlan skal verða meira enn leysar orðingar. Her hevur Løgmaður valt eina tilgongd við evnisdøgum fyri landsstýrinum, har ymisk evni blivu tikin fram og fyrilestrar hildnir av bæði føroyskum og útlenskum serfrøðingum. Eisini hevur Landsstýrið havt fundir við andstøðu- og sam- gonguflokkar, arbeiðsgevara-, arbeiðstakara- og kommufeløg. Røttu hornasteinarnir? Um evnini Landsstýrið hevur valt at leggja dent á eru tey røttu, er neyvan semja um, tí í slíkari tilgongd er neyðugt at gera raðfestingar, sum eisini hevur við sær at velja evnir frá. Lítið er at ivast í, at talan er um eitt gott tiltak, sum okkara land treingir til. Samstundis er tað torført at meta um tað innihaldsliga, tí so lítið hevur verið frammi um hetta enn. Eitt ávíst samstarv hevur verið við andstøðuna. Men spurningurin er, um tað hevur verið nóg umfatandi. Kompromis 2015 hongur ikki bert á hugskot- um og strategi til at gjøgnumføra neyðugu tiltøkini, men eisini at hetta er eitt kompromis millum – í fyrsta lagi politisku flokkar- nar og í øðrum lagi aðrar sam- felagspartar. Sjálvanda skal tað verða gjørligt at tillaga eina ætlan, men um full segl verða sett og ætlanin síða verður slept í t.d 2010, tí undirtøka ikki er fyri leistinum, er talan um eina fiasko. Hornasteinarnir At ein slík ætlan mennist og broytist í tilgongdini sæst eisini í hesum føri, tí fyrsta uppleggið hevði evnini alheimsgerð, Før- oyar sum oljuvinnusamfelag, Miðfirring, vælferð og búskap, ES og vinnupolitik, har dentur var á lagdur á karmar, einskilj- ingar og fjøltáttað vinnulív. Lítið er komið fram alment um hesa tilgongd, tó at Ólavssøku- røðan avdúkaði ein part av hesum, og at raðfestingarnar eru hesir seks hornasteinarnir í ætlanini: 1. Alheimsgerð 2. Útbúgving 3. Gransking og nýmenning 4. Íverksetan 5. Kunningar- og samskiftistøkni 6. Einskiljing At øll hesi økir eru sera týdning- armikil, er lítil ivi um. Tey flestu eru samd um, at vit ikki eru nóg frammarlaga fyri at fáa sum mest burturúr altjóðagerðini og at vit mugu menna okkara møguleikar úteftir, eisini handilssáttmálar. Útbúgving? At vit í 2005 ikki hava nakran skipaðan útbúgvingarpolitik er ikki bara synd, men eisin skomm. Vit hava ikki hóming av hvørjar útbúgvingar okkara fólk Føroyar 2015 skal verð Løgmaður hevur lagt stóran dent á visjón 2015 Alheimsgerðin er ovast á breddanum