leygardagur 29. oktober 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 207 - 29. oktober 2005
35
fáa, og tí heldur ikki amboð til at
meta um hvar tørvur er á fólki og
hvørjum útbúgvingum leggjast
skal dentur á at fáa fólk at taka.
Skulu vit hava gransking og
nýmenning bygda á føroyskan
førleika, er hetta vælsagtans ein
fyritreyt.
Brúka tøknina
Føroyar eru soleiðis háttaðar, at
kunningar og samskiftistøknin
ger at vit ikki eru so fjarskotin
longur, eins og tað kann brúkast
sum eitt amboð til at binda Før-
oyar nógv tættari saman, og er
hetta uttan iva ein neyðugur
hornasteinur. Góðir karmar fyri
íverksetarar eru eisini neyðugir
fyri at hava eitt innovativt og
dynamiskt vinnulív, eins og
eingin ivi er um at einskiljingar
eru neyðugar.
Arbeiðsmarknaðurin?
Havandi núverandi støðuna í
huga tykist tað tó løgið, at størri
dentur ikki verður lagdur á
arbeiðmarknaðarviðurskifti. Fyri
ikki so langari tíð síðan var
streymurin sløktur og har mátti
politiskt leggjast uppí. Nú hevur
júst verið orrusta við Starvs-
mannafelagið, sum ikki fekk
eina loysn fyrr enn tað lá í kort-
unum at lagt bleiv uppí politiskt,
og samstundis er vandin fyri at
fleiri arbeiðsteðgir koma kom-
andi tíðina heilt vist til staðar, og
hetta er ein afturvendandi støða.
At menna Føroyar til at verða ein
vinnari í alheimsgerðini, hevur
eisini við sær at fáa nógv betri,
tryggari og meira skipaði viður-
skifti á arbeiðsmarknaðinum.
Men eisini at arbeiðstakarin
kemur í eina tilgongd, har hann
umvegis eftirútbúgvingar og
umskúlingar verður fyrireikaður
til ta broyting føroyska sam-
felagið skal ígjøgnum, um landið
skal verða eitt av heimsins bestu
at búgva í um 10 ár. Evni hevur
tó verið umrøtt á evnisfundi um
2015.
Raðfesting
Tað nyttar einki at seta sær fyri
at verða fremst á øllum økjum.
Tað skal raðfestast og veljast
kjarnuøki sum metast skal um,
um hesi kunnu tryggja at Før-
oyar gerast eitt av fremstu
londunum. Landsstýrið hevur her
meldað út hornasteinarnar. Og
sum sagt í byrjanini, verða altíð
ymiskar fatanir um hetta er rætta
raðfestingin. Nú verður so arbeitt
við hvørji málini eru á hesum
økjum, sum skulu verða nádd í
2015 og hvussu tey skulu røkk-
ast.
Sjálvberandi búskapur
Ein spurningur sum hevur verið
frammi í fjølmiðlunum, er eisini
spurningur um ein sjálvberandi
føroyskan búskap og har hevur
Løgmaður sagt, at hesin
spurningur ikki er avgreiddur
enn. Sum skilst eru enn fundir
við partar av samfelagnum.
Málið um sjálvberandi búskap
má neyðturviliga eisini verða ein
spurningur um at avtaka heildar-
veitingina úr Danmark, og
hesum spurningi er neyvan
semja um í samgonguni.
EFTA
Á fundarskránni, sum Lands-
stýrið hevur havt, sæst at undir
evninum "viðurskifti okkara við
ES", luttók eisini aðalskrivarin í
EFTA, og hetta hevur kanska
verið við til at sett í gongd
arbeiði við ynskinum um tættari
samstarv við EFTA, sum hevur
verið nógv frammi í summar.
Tjóðskaparlig semja
Tað verður spennandi at síggja
endaligu visjón 2015 við
raðfestingum og ætlanum um
hvussu málini skulu røkkast.
Talan er um eitt gott og alneyðug
tiltak, men enn er torført at gera
metingar um arbeiðið. Kritikk-
urin er tó , at andstøðan ikki er
tikin nóg nógv við í arbeiðið, tí
tað er alneyðugt at talan er um
eina breiða politiska semju,
tjóðskaprliga semju, sum ikki
verður tveitt fyri borð tá stjórn-
arskifti er. Hinvegin so skrivar
Løgmaður, at áðrenn ein strategi
skal leggjast er neyðugt at hava
evnisdagar um viðurskiftini, og
haðani skal so ein virkisætlan
gerast, sum skal verða eitt mani-
fest og ískoyti til samgongu-
skjalið. Tað er eisini neyðugt fyri
at koma í gongd við arbeiðnum.
Men tá talan er um eina lang-
tíðarætlan um hvar Føroyar skulu
verða um 10 ár, skal tað verða
fest í meira enn bara samgongu-
skjalið. Her má málið verða at
gera poltiskar avtalur millum so
stóran part av flokkunum sum
gjørligt.
Samanumtikið er hetta eitt sera
gott og týdningarmikið tiltak og
fara vit her á Tinghelluni kom-
andi vikurnar at hyggja at ein-
støku pørtunum av ætlanini
2015.
ða tjóðskaparlig semja!
EFTA aðal-
skrivarin
Wilima
Rossier, var
við á einum
evnisfundi.
Kunnu hesir semjast um at arbeiða framímóti einum sjálvberandi føroyskum búskapi.
2015 skal verða ein tjóðskaparlig semja við so breiðari politiskari undirtøku sum gjørligt