leygardagur 29. oktober 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 207 - 29. oktober 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Quisling var ikki
landasvíkjari
-Maður mín var ikki landasvíkjari, men ein pínslarvátt-
ur, sigur Maria Quisling í einari samrøðu, sum norska
blaðið Telemarksavisa endurgav í gjár. Samrøðuna
gjørdi amerikanski blaðmaðurin Ron Laytner, og hetta
er vist einasta samrøðan, sum nakar fjølmiðil hevði við
Mariu Quisling.
Maður hennara, Vidkun Quisling, varð ákærdur fyri
landasvik aftan á seinna heimsbardaga fyri at hava
samstarvað við týska hersetingarvaldið í Noregi, og
tann 24. oktober í 1945 varð hann avrættaður á skans-
anum í Akershus.
Men hann hevði ikki uppiborið slíka viðferð, sigur
Maria Quisling í samrøðuni. Hon sigur, at maður henn-
ara var góður við Noreg og tað norska fólkið, og at
hann var sannførdur um, at hann gjørdi tað, sum var
best fyri Noreg og norðmenn. Í samrøðuni sigur Maria
Quisling eisini, at hon heldur ikki, at Vidkun var so illa
umtóktur í Noregi undir heimsbardaganum. Men hetta
broyttist, tá bardagin endaði.
Deyðadómur broyttur
Fyri einum ári síðani varð iranska kvinnan Leyla Mafi
dømd til deyða fyri skøkjuvirksemi og fyri at hava átt
eitt barn uttan fyri hjúnarlag, men eftir áhaldandi mót-
mæli úr útheiminum er dómurin nú broyttur. Sambært
Aftenposten skal kvinnan hava 99 koyrlasløg umframt
hálvt fjórða ára fongsul.
Leyla Mafi bleiv noydd at liva sum skøkja, longu tá
hon var átta ára gomul. Tað var familjan, sum noyddi
hana til tess. Sum blaðung fekk hon barn og varð dømd
fyri skøkjulevnað. Tá hon var tólv ára gomul, fekk ein
afghanskur maður hana til konu, og hann noyddi hana
at halda fram sum skøkja. Seinni varð hon seld einum
55 ára gomlum manni, sum eisini noyddi hana at halda
fram við skøkjulevnaðinum. Tað endaði við, at hon
fekk tvey børn afturat. Tá Leyla Mafi var 18 ára gomul,
bleiv hon dømd fyri skøkjuvirksemi og fyri at hava átt
børn uttan fyri hjúinarlag. Hon varð dømd til deyða,
men hesin dómurin er nú broyttur.
Sambært Aftenposten hava fleiri kanningar víst, at
Leyla Mafi er menningartarnað, og at sálarliga er hon
sum eitt átta ára gamalt barn.
Bókhandlarin svarar aftur
Afghanski bókhandlarin Muhammad Rais gjørdist
kendur um allan heimin, tá norska tíðindakvinnan Åsne
Sejeerstad skrivaði ta kendu bókina "Bókhandlarin í
Kabul", sum er um Muhammad Rais og hansara næstu.
Muhammad Rais var alt annað enn fegin um inni-
haldið í bókini, og hann og onnur gjørdu fleiri royndir
at forða fyri, at hon varð givin út uttan fyri Noreg. Eftir
teirra tykki segði bókin ikki allan sannleikan, og í
summum førum fór hon ov nær teimum persónligu
viðurskiftunum.
Nú hevur Muhammad Rais gjørt av at skriva sína egnu
bók, og ein partur av henni fer at snúgva seg um Åsne
Sejerstad og bók hennara. Bókhandlarin í Kabul kemur
til Noregs 5. november, og har fer hann at kanna, hvat
norskir fjølmiðlar hava sagt um ta kendu bókina. Hann
hevur ikki gjørt av, um hann fer at tosa við Åsne Sejer-
stad, men hon sigur seg vera til reiðar at hitta hann.
Drakk reyðvín
Granskarar hava nú avdúkað, at tann gamli egyptiski
kongurin Tutankhamon dámdi væl reyðvín.
Spanskir granskarar hava í seinastuni kannað vín-
kjallaran hjá Tutankhamon, sum var kongur í Egypta-
landi fyri meiri enn 3300 árum síðani. Hann doyði í ár-
inum 1352 fyri Kristi føðing. Granskarar hava leingi vit-
að, at Tutankhamon man hava drukkið vín, tí í grøv
hansara lógu fleiri vínkannur. Hinvegin hava granskarar-
nir ikki vitað, um hann drakk hvítvín ella reyðvín, men
nú siga teir sponsku granskararnir, at tað var reyðvín.
Tær gomlu vínkannurnar prógva enn einaferð, at
egyptararnir stóðu ikki so langt aftan fyri okkum á
fleiri økjum. Á kannunum hjá Tutankhamon standa
ymsar upplýsingar um vínið í teimum - júst sum uttan
á vínfløskunum á okkara døgum, skrivar AP.
Høvdu kanska ætlanir
um yvirgang í Danmark
Tann 23. tropiski
stormurin í ár hevur
fingið navnið "Beta",
og hann kann enda
sum ein ódn.
VEÐUR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Fólk við Karibiska Havið
og Meksikanska Flógvan
hava nóg illa summað seg
aftan á ódnina "Wilmu", so
hava veðurmenninir aftur
boðað frá illveðri. Hesaferð
snýr tað seg um ein tropisk-
an storm, sum hevur fingið
navnið "Beta".
Veðurmenninir rokna við,
at "Beta" fer at menna seg
til eina ódn, og at hon fer at
bera við land í Nikaragua í
dag. Í gjár var miðdepilin
ella eygað í "Beta" góðar
100 fjórðingar úr landi.
"Beta"
er
tann
23.
tropiski stormurin í ár, og
so nógvir hava stormarnir
ikki verið fyrr í einum ári.
Kavarar eru farnir at gera
seg inn á gomul skipsvrak,
sum liggja á botni ymsa-
staðni fram við norsku
strondini. Eitt nú hava
kavarar tikið ymsar lutir úr
77 av teimum 86 vrakun-
um, sum liggja á botni á
Stavanger-leiðini. Tað elsta
vrakið er frá 1537, og tí eru
lutirnir søguligir, skrivar
Aftenposten.
Tað er ikki heilt greitt,
hvat kavararnir gera við teir
rændu lutirnar. Tað mesta
endar helst í Noregi, men
sumt verður flutt av land-
inum og selt. Tað gongur tó
ikki altíð. Eitt nú varð ein
maður tikin í tollinum í
Kristiansand í vár, tí tað
vísti seg, at hann hevði
fleiri gamlar vraklutir í við-
førinum.
Norsku fornminnismynd-
ugleikarnir royna at dylja,
hvar tey gomlu vrakini
liggja, men tað vísir seg
ikki at vera so lætt at dylja
slíkt.
Teir fýra ungu menn-
inir, sum eru tiknir í
Danmark, høvdu
samband við fólk á
Balkan, sum eru und-
ir illgruna fyri yvir-
gang
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fýra ungir menn úr Keyp-
mannahavn sita nú varð-
haldsfongslaðir,
meðan
løgreglan kannar, um teir
høvdu lagt ætlanir um yvir-
gang í Danmark ella aðra-
staðni í Evropa.
Løgreglan í Glostrup
segði í gjár, at hon hevur
fingið ábendingar um, at
menninir, sum eru ímillum
16 og 20 ára gamlir, høvdu
lagt ætlanir um yvirgang í
Evropa. Teir fýra hava sín
uppruna í Miðeystri, og
bara ein teirra er dansur
ríkisborgari.
Danska løgreglan gjørdi
av at kanna viðurskiftini
hjá teimum fýra nærri, eftir
at tveir víðgongdir menn
vórðu tiknir á Balkan í
næstsíðstu viku. Í samb-
andi við tær báðar hand-
tøkurnar funnu myndug-
leikarnir eina stóra nøgd av
spreingievni.
Einki
spreingievni varð funnið
heima hjá teimum fýra,
sum eru tiknir í Keyp-
mannahavn, men løgreglan
legði hald á teldur, fleiri
fartelefonir
og
umleið
200.000 krónur í donskum
og útlendskum gjaldoyra.
- Vit halda okkum hava
prógv fyri, at teir fýra
handtiknu hava havt sam-
band við teir báðar mennin-
ar, sum vórðu tiknir á Balk-
an, segði Sten Skovgaard
Larsen, kriminalkommiser-
ur hjá løgregluni í Glostr-
up, í gjár. Hann vildi tó ikki
siga, í hvørjum landi á
Balkan hinir báðir menn-
inir vórðu tiknir.
Fleiri altjóða tíðindastov-
ur vildu í gjár vera við, at
myndugleikarnir í Bosnia
hava tikið tríggjar menn, og
at teir hava ríkisborgararætt
í Turkalandi, Bosnia og
Svøríki. Heima hjá monn-
unum
fann
løgreglan
spreingievni og fleiri vápn.
Sambært Reuter er illgruni
umn, at teir tríggir høvdu
lagt ætlanir um eina sjálv-
morðsatsókn
at
einari
sendistovu í Sarajevo, og at
ein av teimum tiknu skuldi
fremja atsóknina.
-Vit halda okkum hava prógv fyri, at menninir høvdu lagt ætlanir um yvirgang í Evropa,
kanska í Danmark, sigur Sten Skovgaard Larsen
Savnsmynd
Aftur illveður í Karibia
Ræna skipsvrak